Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Sámuelsbók
Kapittul 22
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Dávid sang HARRANUM henda song, tann dag ið HARRIN hevði bjargað honum úr hondum alra fígginda hansara og Sauls.
2 Hann sang: "HARRIN er klettur mín, borg mín, hjálparmaður mín,
3 Gud mín, fjall mítt, sum eg søki mær skjól hjá, skjøldur mín, frelsuhorn mítt, vernd mín, lívd mín, frelsari mín - frá yvirgangi frelsir Tú meg!
4 Eg ákalli HARRAN, hin hálovaða, og verði frelstur frá fíggindum mínum!
5 Brot deyðans vóru rundan um meg, streymar oyðingarinnar ræddu meg,
6 tog deyðaríkisins vóru rubbað um meg, í snerrum deyðans varð eg fastur.
7 Men í neyð míni ákallaði eg HARRAN og rópti til Gud mín; Hann hoyrdi í templi Sínum rødd mína, og róp mítt kom fyri oyru Hansara.
8 Tá nøtraði jørðin og skalv, grundvøllir himmalsins ristust, teir skakaðust - tí vreiði Hansara tendraðist.
9 Roykur gekk út úr nøs Hansara, oyðandi eldur úr munni Hansara, gløður brendu út úr Honum.
10 Hann lækkaði Himmalin og kom niður, myrkur var undir fótum Hansara;
11 borin av kerúbum fleyg Hann, læt Seg síggja á veingjum vindsins;
12 myrkur setti Hann rundan um Seg sum bústað, myrk vøtn, tjúkk skýggj.
13 Úr ljómanum fyri andliti Hansara brendu eldsgløður.
14 HARRIN tornaði av himli, hin Hægsti læt rødd Sína ljóða.
15 Hann skeyt pílar og spjaddi teir, snarljós og loypti ræðslu á teir.
16 Tá kom botnur havsins undan, grundvøllir jarðarinnar lógu berir - fyri hóttan HARRANS, fyri vreiðiblástri Hansara.
17 Hann rætti hondina av hæddini og tók meg, dró meg upp úr hinum stóru vøtnum,
18 bjargaði mær undan sterka fígginda mínum, undan teimum, ið hataðu meg - teir vóru mær ov sterkir.
19 Teir lupu á meg vanlukkudag mín, men HARRIN styðjaði meg.
20 Hann leiddi meg út, hagar sum rúmt var, Hann frelsti meg, tí Hann hevði yndi til mín.
21 HARRIN gjørdi við meg eftir rættvísi míni, Hann lønti mær, aftur fyri at hendur mínar vóru reinar.
22 Tí eg helt meg til vegir HARRANS og fall ikki í óndskapi frá Gudi mínum;
23 øll boð Hansara hevði eg fyri eyga, frá lóg Hansara veik eg ikki;
24 ólastandi var eg fyri Honum og varðaði meg væl fyri synd míni.
25 Og HARRIN lønti mær eftir rættvísi míni; Hann hevði fyri eyga, at eg var reinur.
26 Tú vísir Teg góðan móti hinum góða, rættsintan móti hinum rættvísa kappanum;
27 Tú vísir Teg reinan móti hinum reina og rangvørgan móti hinum rangvørga.
28 Tú veitir hinum ørmu frelsu; men eygu Tíni eru móti hinum hástóru; tey eyðmýkir Tú!
29 Ja, Tú ert ljós mítt, HARRI, og HARRIN ger myrkur mítt ljóst!
30 Tí við Tær haldi eg á fíggindaskarar, við Gudi mínum leypi eg um múrar.
31 Vegur Guds er fullkomin, orð HARRANS er reint, Hann er øllum teimum ein skjøldur, sum søkja sær skjól hjá Honum.
32 Ja, hvør er Gud uttan HARRIN, hvør er klettur uttan Gud okkara!
33 Gud, Hann er sterka vernd mín, Hann leiðir hin ólastandi á vegi hansara;
34 Hann gevur honum føtur sum hindanna og letur meg standa á hæddum mínum;
35 Hann venur hendur mínar til hernað, so armar mínir spenna koparbogan!
36 Tú gevur mær frelsu Tína til skjøld, lítillæti Títt ger meg stóran.
37 Tú gert tað rúmt hjá mær at stíga, øklar mínir riða ikki.
38 Eg skal leggja eftir fíggindum mínum og týna teir, eg vendi ikki við aftur, fyrrenn eg havi gjørt enda á teimum.
39 Eg geri enda á teimum og slái teir niður, so teir fáa ikki reist seg, men liggja falnir undir fótum mínum.
40 Tú gyrðir meg við styrki til bardaga, boyggir mótstøðumenn mínar undir meg.
41 Tú letur fíggindar mínar flýggja fyri mær; eg oyði teir, ið hata meg.
42 Teir hyggja rundan um seg, men eingin hjálpir - eftir HARRANUM, men Hann svarar teimum ikki.
43 Eg mylji teir sundur sum dustið á jørðini, eg sori teir sundur, traðki teir niður sum skarn á vegnum.
44 Tú frelsir meg frá ófriði fólks míns, varðar meg til at vera høvd heidninganna; fólkasløg, sum eg kenni ikki, tæna mær.
45 Fremmand krúpa fyri mær; bert tey frætta um meg, verða tey mær lýðin;
46 fremmand følna burtur og fara skelvandi út úr borgum sínum.
47 HARRIN livir, hálovaður er klettur mín, høgt situr Gud, frelsuklettur mín,
48 tann Gud, sum gevur mær hevnd og leggur fólkasløg undir meg,
49 leiðir meg út frá fíggindum mínum! Tú lyftir meg høgt yvir teir, sum standa mær ímóti, bjargar mær undan yvirgangskroppum.
50 Tí prísi eg Tær millum fólkasløg, HARRI, og lovsyngi navni Tínum,
51 Tú, sum gevur kongi Tínum stóran sigur og vísir hinum salvaða Tínum náði, Dávidi og ætt hansara, í allar ævir!"