Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Sámuelsbók
Kapittul 15
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Nakað eftir hetta fekk Absalom sær vagn og hestar og fimti menn, sum fyri honum runnu.
2 Tíðliga á morgni plagdi Absalom at koma og standa við vegin til portrið; og hvørja ferð maður kom, sum hevði eitt mál, sum hann ætlaði at bera fram fyri kongin og fáa dóm í, rópti Absalom hann og spurdi: "Hvørjum býi ert tú úr?" Táið hann nú svaraði: "Tænari tín er av teirri ella teirri ætt Ísraels."
3 so segði Absalom við hann: "Søk tín er góð og røtt; men hjá kongi er eingin, ið lurtar eftir tær!"
4 Og Absalom legði aftrat: "Høvdu teir bert sett meg til dómara í landinum! Tá skuldi hvør maður, ið hevur trætu ella søk, komið til mín, og eg skuldi gjørt, at hann fekk rætt sín!"
5 Og táið onkur nærkaðist og ætlaði at kasta seg niður fyri honum, rætti hann út hondina og treiv í hann og kysti hann.
6 Soleiðis bar Absalom seg at við allar Ísraelsmenn, ið komu til kongin at fáa dóm - og Absalom stjól hjørtu Ísraelsmanna.
7 Táið nú fýra ár vóru gingin, segði Absalom við kongin: "Loyv mær at fara til Hebron og uppfylla lyfti, ið eg havi gjørt HARRANUM!
8 Tí meðan tænari tín búði í Gesur í Áram, gjørdi eg hetta lyfti: "Letur HARRIN meg koma aftur til Jerúsalem, so skal eg halda gudstænastu fyri HARRANUM!""
9 Kongurin svaraði: "Far í friði!" So gjørdi hann seg til og fór til Hebron.
10 Absalom sendi nú loyniliga boð í allar ættir Ísraels og læt siga: "Táið tit hoyra hornið ljóða, skulu tit siga: "Absalom er vorðin kongur í Hebron!""
11 Við Absalom fóru 200 mans úr Jerúsalem, sum vóru bodnir; teir vóru góðvarnir og fóru við og vitstu einki um nakað.
12 Meðan Absalom bar fram ofrini, sendi hann boð eftir Akitofel Giloniti, ráðgevara Dávids - hann sendi boð til Gilo, har sum hann búði. Og samansvørjingin vaks í styrki; fleiri og fleiri av fólkinum fóru í part við Absalom.
13 Ein kom nú við boðum til Dávid og segði: "Hjarta hvørs Ísraelsmans hevur vent sær til Absalom!"
14 Tá segði Dávid við allar menn sínar, sum hjá honum vóru í Jerúsalem: "Komið, latið okkum flýggja! Tað er tað einasta, ið kann bjarga okkum undan Absalom. Verið skjótir avstað, so hann verður ikki fyrr og nær okkum, førir vanlukku á okkum og høggur niður við svørði tey, sum í býnum búgva!"
15 Tænarar kongsins svaraðu: "Alt tað, ið tú vilt, harri kongurin, eru tænarar tínir til reiðar at gera!"
16 Kongurin helt so avstað, og alt hús hansara við honum; bert tíggju hjákonur læt kongurin verða eftir at varðveita húsið.
17 Kongurin helt avstað, og alt fólkið við honum; og tey gjørdu steðg við seinasta húsið.
18 Allir hermenninir fóru fram við honum, somuleiðis øll lívvaktin; eisini allir Gatitarnir, 600 mans - teir vóru komnir við honum úr Gat - fóru fram við konginum.
19 Tá segði kongurin við Ittai Gatit: "Hví kemur tú við okkum eisini? Vend aftur og ver hjá kongi! Tú ert jú fremmandur og haraftrat førdur burt av heimstaði tínum.
20 Í gjár komst tú, og í dag skuldi eg latið teg flakkað um við okkum, eg, sum ikki veit, hvar leið mín kann koma at liggja! Vend aftur og hav brøður tínar aftur við tær - HARRIN vísi tykkum miskunn og trúfesti!"
21 Men Ittai svaraði konginum: "So satt sum HARRIN livir, og so satt sum harri mín kongurin livir: Har sum harri mín kongurin er - tað beri nú til deyða ella til lív - har og onga aðrastaðni skal tænari tín vera!"
22 Tá segði Dávid við Ittai: "Gott, kom so við okkum!" So fór Ittai Gatitur framvið, og allir menn hansara, og øll børnini, ið hann hevði við sær.
23 Alt landið græt hart, meðan allir hermenninir fóru framvið. Kongurin fór um Kidronsløk, og eisini alt fólkið fór yvirum og tók leiðina at oyðimørkini.
24 Eisini Zadok var har, og allir Levitarnir við honum; teir høvdu sáttmálaørk Guds við sær. Og teir settu ørk Guds niður - nú kom eisini Abjatar hagar - inntil alt fólkið var farið út úr býnum.
25 Tá segði kongurin við Zadok: "Far inn aftur í býin við ørk Guds! Finni eg náði fyri eygum HARRANS, so letur Hann meg koma aftur, so eg fái at síggja hana og bústað hennara;
26 men sigur Hann so: "Eg havi ikki tokka til tín!" - ja, so eri eg til reiðar, Hann má gera við meg, sum Honum tykir best!"
27 Kongurin segði nú við Zadok prest: "Skilir tú meg? - Farið í friði inn aftur í býin, og Ahima’az, sonur tín, og Jónatan, sonur Abjatar - báðir synir tykkara - við tykkum!
28 Síggja tit - eg ætli at steðga við vaðini í oyðimørkini, inntil boð koma frá tykkum við tíðindum."
29 Zadok og Abjatar fóru nú aftur til Jerúsalem við ørk Guds, og teir vórðu verandi har.
30 Men Dávid fór grátandi niðan Oljufjallið, við innballaðum høvdi og skóleysur; og alt fólkið, ið við honum var, hevði eisini ballað um høvdið og gekk grátandi niðan.
31 Táið Dávid fekk at hoyra, at Akitofel var millum teirra, sum høvdu svorið seg saman og hildu við Absalom, segði hann: "Ger ráð Akitofels til dárskap, HARRI!"
32 Táið nú Dávid var komin heilt niðan á fjallið, har sum tey plagdu at tilbiðja Gud, kom Husai Arkitur ímóti honum í skræddum kyrtli og við mold á høvdinum.
33 Dávid segði við hann: "Kemur tú við mær, so komi eg í ampa av tær;
34 men fert tú inn aftur í býin og sigur við Absalom: "Eg skal vera tænari tín, kongurin! Áður havi eg verið tænari faðirs tíns, men nú skal eg vera tænari tín!" - so kanst tú gera mær ráð Akitofels til einkis.
35 Har hevur tú jú prestarnar Zadok og Abjatar; alt tað, ið tú frættir úr kongshøllini, skalt tú lata prestarnar Zadok og Abjatar vita.
36 Báðir synir teirra - Ahima’as, sonur Zadok, og Jónatan, sonur Abjatar - eru hjá teimum har; teir skulu tit senda til mín við boðum um alt, ið tit frætta."
37 Husai, vinmaður Dávids, kom so til býin, og samstundis kom eisini Absalom til Jerúsalem.