Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Sámuelsbók
Kapittul 14
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Men Jóab, sonur Zeruju, dugdi at síggja, at hjarta kongsins var vent til Absalom.
2 Tá sendi Jóab boð til Tekoa eftir klókari konu og segði við hana: "Lætst, sum tú hevur sorg, far í sorgarbúna, lat vera at salva teg við olju - ber teg at sum kona, ið langa tíð hevur syrgt ein deyðan!
3 Far so inn til kong og sig soleiðis við hann!" - Og Jóab legði henni orðini í munnin.
4 Kvinnan úr Tekoa fór so til kongin, fall til jarðar á andlit sítt, boygdi seg og segði: "Hjálp, kongurin!"
5 Kongurin spurdi hana: "Hvat bagir hjá tær?" Hon svaraði: "Jú, eg eri einkja, maður mín er deyður.
6 Og tænastukvinna tín átti tveir synir; teir fóru at klandrast úti á markini, og har var eingin, sum kundi skilja teir sundur; so sló annar hin, so hann doyði.
7 Og nú hevur øll slektin reist seg móti tænastukvinnu tíni og sigur: "Kom higar við honum, ið drap bróður sín, so vit fáa dripið hann og hevnt bróðurin, ið hann drap! Á henda hátt fáa vit forkomið arvinganum við." Soleiðis ætla teir at sløkkja neistan, ið eg havi eftir, so at maður mín hvørki kemur at eiga navn ella eftirkomarar á jørðini."
8 Tá segði kongurin við kvinnuna: "Far heimaftur! Eg skal javna málið fyri teg."
9 Men kvinnan úr Tekoa segði við kongin: "Á meg, harri kongurin, og á fedrahús mítt fellur skuldin - kongurin og hásæti hansara skulu vera sakleys."
10 Kongurin segði: "Talar onkur til tín, so skalt tú koma til mín við honum; so skal hann einki gera tær uppaftur!"
11 Tá segði hon: "Hevði kongurin viljað minst HARRAN Gud sín, so blóðhevnarin skal ikki volda meiri vanlukku enn, og sonur mín verða beindur av vegnum!" Hann svaraði: "So satt sum HARRIN livir - ikki hár av høvdi sonar tíns skal falla til jarðar!"
12 Tá segði kvinnan: "Loyv tænastukvinnu tíni at tala eitt orð enn við harra mín kongin!" Hann svaraði: "Tala!"
13 Kvinnan segði: "Hví hugsar tú tá um slíkt móti fólki Guds? Eftir orðinum, ið kongurin hevur talað, er tað, eins og hann sjálvur hevði verið sekur, táið kongurin ikki letur son sín í útlegd koma aftur.
14 Vit skulu jú øll doyggja og verða sum vatn, ið er stoytt á jørðina og savnast ikki upp aftur; og Gud tekur ikki lívið, men hugsar um, hvat ið gerast kann, so hin burtkoyrdi skal ikki vera burtkoyrdur longur og skildur frá Honum.
15 Og at eg nú eri komin at tala hetta við harra mín kongin, tað er, tí fólkið gjørdi meg rædda; tá hugsaði tænastukvinna tín: "Eg skal tala við kong; kanska kongur fer at uppfylla bøn tænastukvinnu sínar!
16 Víst fer kongur at lurta eftir mær og fría tænastukvinnu sína av hond mansins, ið ætlar at týna bæði meg og son mín úr arvaluti Guds."
17 Og so hugsaði tænastukvinna tín: "Orð harra míns kongsins fara at verða mær til troyst; tí harri mín kongurin er sum eingil Guds í tí, at hann lurtar eftir bæði góðum og illum." Og nú veri HARRIN Gud tín við tær!"
18 Tá tók kongurin til orða og segði við kvinnuna: "Dyl ikki fyri mær tað, ið eg fari at spyrja teg um!" Kvinnan svaraði: "Tala, harri kongurin!"
19 Kongurin spurdi: "Hevur ikki Jóab hondina uppi í øllum hesum?" Kvinnan svaraði: "So satt sum tú livir, harri kongurin - ikki er komandi burtur frá tí, ið harri mín kongurin sigur, hvørki til høgru ella til vinstru! Jú, tað var tænari tín Jóab, ið álegði mær hetta og legði tænastukvinnu tíni øll hesi orð í munnin!
20 Fyri at fáa málið at síggja øðrvísi út, hevur tænari tín Jóab gjørt hetta. - Men harri mín er vísur sum eingil Guds, so hann veit alt tað, ið á jørðini hendir."
21 So segði kongurin við Jóab: "Gott, eg skal gera tað! Far og lat hin unga mannin Absalom koma aftur!"
22 Tá fall Jóab til jarðar á andlit sítt og boygdi seg, signaði kongin og segði: "Í dag dugir tænari tín at síggja, at eg havi funnið náði fyri eygum tínum, harri kongurin, við tað at kongurin uppfyllir bøn tænara síns!"
23 Síðani gjørdi Jóab seg til og fór til Gesur og læt Absalom koma aftur til Jerúsalem.
24 Men kongurin segði: "Lat hann fara heim til sín sjálvs - fyri eygu míni kemur hann ikki!" Absalom fór so heim til sín sjálvs og kom ikki fyri eygu kongsins.
25 So vakur maður sum Absalom var ikki í øllum Ísrael - slíkt orð gekk ikki um nakran; frá iljum til hviril var einki lýti á honum.
26 Táið hann læt hár sítt klippa - tað gjørdi hann í endanum á hvørjum ári, tí hárið varð honum ov tungt, hann noyddist at klippa tað - tá vigaði hann hárið, og tað vigaði 200 seklar eftir kongsvektini.
27 Absalom fekk tríggjar synir og eina dóttur - hon æt Tamar; hon var vøkur kvinna.
28 Absalom búði nú tvey ár í Jerúsalem, men kom ikki fyri eygu kongsins.
29 Tá sendi Absalom boð eftir Jóab, at fáa hann at fara til kongin; men hann vildi ikki koma til hansara. Hann sendi boð aðru ferð, men heldur ikki tá vildi hann koma.
30 Nú segði hann við tænarar sínar: "Hyggið, Jóab hevur ein akur her tætt hjá mínum, sum hann hevur bygg í - farið og setið eld á hann!" Tænarar Absaloms settu so eld á akurin.
31 Tá fór Jóab avstað og kom inn hjá Absalom og segði við hann: "Hví hava tænarar tínir sett eld á akur mín?"
32 Absalom svaraði: "Eg sendi tær boð og bað teg koma higar, so eg fekk sent teg til kong at siga: "Hvat til kom eg aftur úr Gesur! Tað hevði verið mær betri, at eg var har enn!" Og nú vil eg koma fyri eygu kongs; er so nakað misbrot hjá mær, kann hann drepa meg!"
33 Jóab fór nú til kongin og segði hetta við hann. Tá sendi hann boð eftir Absalom, og hann kom inn til kongin; og hann boygdi seg niður fyri honum og fall á andlit sítt til jarðar fyri konginum. Og kongurin kysti Absalom.