Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Sámuelsbók
Kapittul 16
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Táið Dávid var komin eitt lítið strekki oman hinumegin á fjallinum, kom Ziba, tænari Mefibosets, ímóti honum við tveimum saðlaðum eslum, ið bóru 200 breyð, 100 rosinukøkur, 100 fruktkøkur og skinnsekk við víni.
2 Kongurin spurdi Ziba: "Hvat ætlar tú at gera við hetta?" Ziba svaraði: "Eslini skal húsfólk kongsins hava at ríða á; breyðið og fruktkøkurnar skulu tænararnir hava at eta; og tey, sum fáa maktarloysi í oyðimørkini, skulu hava vínið at drekka."
3 Kongurin spurdi: "Men hvar er sonur harra tíns?" Ziba svaraði: "Hann er eftir í Jerúsalem; tí hann hugsaði: "Nú fer hús Ísraels at geva mær kongadømið hjá pápa aftur!""
4 Tá segði kongurin við Ziba: "Alt tað, ið Mefiboset eigur, skal vera títt!" Ziba svaraði: "Eg kasti meg til jarðar - lat meg finna náði fyri eygum harra míns kongsins!"
5 Táið Dávid kongur kom til Bahurim, kom út haðani ein maður, ið var skyldur við hús Sauls; hann æt Sime’i og var sonur Gera; hann kom bannandi
6 og blakaði grót eftir Dávidi og øllum tænarum Dávids kongs, meðan alt fólkið og allir hinir raskastu hermenninir fylgdust við honum, bæði høgrumegin og vinstrumegin.
7 Sime’i bannaði honum við hesum orðum: "Burt! Burt við tær, blóðhundur tín, vittuggi títt!
8 Nú hevur HARRIN latið komið aftur á teg alt blóðið, ið runnið hevur í húsi Sauls, í hvørs stað tú vart kongur; og HARRIN hevur givið Absalom, syni tínum, kongadømið! Ja, nú er hon komin á teg, vanlukkan, ið tú hevur uppiborið - tí blóðhundur ert tú!"
9 Tá segði Abisai, sonur Zeruju, við kongin: "Hví skal hesin deyði hundurin sleppa at banna harra mínum konginum! Lat meg fara hagar yvir og høgga høvdið av honum!"
10 Men kongurin svaraði: "Hvat havi eg við tykkum at gera, tit synir Zeruju! Táið hann bannar - og HARRIN hevur sagt við hann: "Banna Dávidi!" - hvør vágar sær tá at siga: "Hví gert tú hetta!""
11 Og Dávid segði við Abisai og við allar menn sínar: "Tit síggja, at sonur mín, sum er gingin út úr lendum mínum, liggur mær eftir lívinum - er tá løgið, um hasin Benjaminiturin ger tað! Latið hann bert banna! Tað er HARRIN, ið hevur sagt við hann at gera tað.
12 Tað kundi borið á, at HARRIN vendi Sær til mín í neyð míni, so HARRIN gjørdi mær gott aftur fyri illbønina, sum í dag kemur oman yvir meg."
13 Síðani hildu Dávid og menn hansara fram leið sína; men Sime’i gekk uppi í líðini áraka hann og bannaði honum við sama lagi; og hann blakaði grót og sand, sum hann gekk har áraka hann.
14 Táið so kongurin og alt fólkið, ið við honum var, vóru komin til Ajefim, hvíldu tey seg har.
15 Men Absalom var við øllum fólki sínum - Ísraelsmonnum - komin til Jerúsalem; og Akitofel var við honum.
16 Táið nú Husai Arkitur, vinmaður Dávids, kom til Absalom, segði Husai við Absalom: "Kongurin livi! Kongurin livi!"
17 Absalom segði við Husai: "Er hetta kærleiki tín til vinmann tín! Hví fórt tú ikki við vinmanni tínum?"
18 Husai svaraði: "Nei! Tann, ið HARRIN og hetta fólk og allir Ísraelsmenn hava valt, maður hansara og hjá honum skal eg vera!
19 Og annars - hvørjum skuldi eg tænt hjá! Skuldi eg ikki tænt hjá syni hansara! Jú, eins og eg havi tænt hjá faðir tínum, so skal eg tæna hjá tær við!"
20 Nú segði Absalom við Akitofel: "Leggið tit nú ráð og sigið, hvat vit skulu gera!"
21 Akitofel svaraði: "Far inn til hjákonur faðirs tíns, tær, sum hann hevur latið verða eftir at varðveita húsið! Táið tá alt Ísrael fær at hoyra, at tú ert vorðin illa kendur hjá faðir tínum, kemur nýtt mót í allar, sum eru í parti tínum."
22 Teir reistu nú Absalom tjald á takinum, og Absalom fór fyri eygum als Ísraels inn til hjákonur faðirs síns.
23 - Ráð, ið Akitofel legði, vórðu á teimum døgum vird líka mikið, sum ein hevði spurt Gud til ráðs; so nógv virdu bæði Dávid og Absalom eini og hvørji ráð, ið Akitofel legði.