Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Opinbering Jóhannesar
Kapittul 3
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 "Skriva til eingil samkomunnar í Sardes: "Hetta sigur Hann, sum hevur hinar sjey andar Guds og hinar sjey stjørnur: Eg veit um verk tíni - tú eitist at liva, men tú ert deyð.
2 Vakna og styrk hitt, sum annars fer at doyggja! Tí Eg havi ikki funnið verk tíni fullkomin fyri Gudi Mínum.
3 Minst tí, hvussu tú tókst ímóti og hoyrdi, varðveit tað og vend við! Vakir tú nú ikki, skal Eg koma sum tjóvur, og tú skalt ikki vita, hvønn tíma Eg komi á teg.
4 Tó kunnu nevnast nøkur fá hjá tær í Sardes, sum ikki hava dálkað klæði síni, og tey skulu ganga við Mær í hvítum klæðum; tí tey eru tað verd.
5 Tann, ið sigrar, skal soleiðis verða latin í hvít klæði, og Eg skal ikki strika navn hansara út úr bók lívsins; Eg skal kennast við navn hansara fyri Faðir Mínum og fyri einglum Hansara.
6 Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar!"
7 Skriva til eingil samkomunnar í Filadelfia: "Hetta sigur hin heilagi, hin sannorðaði, sum hevur lykil Dávids, sum letur upp - og eingin letur aftur, sum letur aftur - og eingin letur upp:
8 Eg veit um verk tíni. Hygg, Eg havi framman fyri tær sett dyr opnar, sum eingin fær latið aftur. Tí tú hevur lítla kraft, og tó hevur tú varðveitt orð Mítt og ikki avnoktað navn Mítt.
9 Eg lati nakrar úr sýnagogu Satans koma, sum siga seg vera Jødar og eru tað ikki, men lúgva. Eg skal gera, at teir skulu koma og falla niður fyri føtur tínar og sanna, at Eg havi fingið kærleika til tín!
10 Aftur fyri at tú hevur aktað eftir orði Mínum um tol, skal eisini Eg bjarga tær úr freistingarstundini, ið koma skal á alt jarðarríki at freista tey, sum á jørðini búgva.
11 Eg komi skjótt. Halt fast við tað, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína!
12 Tann, ið sigrar, skal Eg gera til stuðul í templi Guds Míns, og hann skal aldri aftur fara út haðani; og Eg skal skriva á hann navn Guds Míns, navn staðar Guds Míns, hins nýggja Jerúsalems, sum kemur niður av Himli frá Gudi Mínum, og navn Mítt, hitt nýggja.
13 Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar!"
14 Skriva til eingil samkomunnar í Laodikea: "Hetta sigur Hann, sum er amen, hitt trúverda og sannorðaða vitni, upphav skapnings Guds:
15 Eg veit um verk tíni, at tú ert hvørki køld ella heit - hevði tú verið køld ella heit!
16 Men nú, við tað at tú ert flógv og hvørki køld ella heit, skal Eg spýggja teg út úr munni Mínum.
17 Tú sigur jú: "Eg eri rík og havi yvirflóð, mær fattast einki!" - og veitst ikki, at tú ert hin arma, ússaliga, fátæka, blinda og nakna!
18 Eg ráði tær tí, at tú frá Mær keypir gull, gløtt í eldi, so tú kanst verða rík, og hvít klæði, so tú kanst lata teg í tey, og skomm nakinleika tíns skal ikki verða opinber, og eygnasalvu at salva eygu tíni við, so tú kanst síggja.
19 Øll, ið Eg elski, revsi og tykti Eg; tak tí álvara í teg og vend við!
20 Hygg, Eg standi fyri durunum og banki! Hoyrir onkur rødd Mína og letur upp dyrnar, skal Eg fara inn til hansara og halda kvøldmáltíð við honum - og hann við Mær.
21 Tann, ið sigrar, honum skal Eg veita at sita hjá Mær í hásæti Mínum, eins og Eg havi sigrað og sett Meg hjá Faðir Mínum í hásæti Hansara.
22 Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar!""