|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Opinbering Jóhannesar | | Kapittul 4 | | | | 1 | Síðani fekk eg at síggja dyr vera latnar upp í Himli, og hin røddin, sum eg frammanundan hevði hoyrt tala til mín - eins og ljóð av lúðuri - segði við meg: "Kom upp higar, so skal Eg vísa tær tað, sum hereftir fer at henda!" |
| 2 | Við tað sama varð eg ryktur burtur í andanum og fekk at síggja hásæti standa í Himli. Ein sat í hásætinum. |
| 3 | Hann, sum sat í tí, var líkur jaspis og sardissteini at síggja, og ælabogi var rundan um hásætið, líkur smaragdi at síggja. |
| 4 | Rundan um hásætið vóru 24 hásæti, og í hásætunum sótu 24 elstir, klæddir í hvít klæði og við gullkrúnum á høvdunum. |
| 5 | Úr hásætinum gingu út snarljós, røddir og torur, og framman fyri hásætinum brunnu sjey eldkyndlar, sum eru hinir sjey andar Guds. |
| 6 | Framman fyri hásætið var eins og glashav, líkt krystali, og mitt fyri hásætinum og rundan um hásætið vóru fýra livandi verur, fullar av eygum fyri framman og fyri aftan. |
| 7 | Fyrsta veran var lík leyvu, onnur veran var lík ungtarvi, triðja veran hevði andlit sum menniskja, og fjórða veran var lík flúgvandi ørn. |
| 8 | Hinar fýra verurnar høvdu seks veingir hvør, og rundan um og innan vóru tær fullar av eygum. Hvørki dag ella nátt geva tær uppat at siga: "Heilagur, heilagur, heilagur er Harrin Gud, hin Alvaldi, Hann, sum var, sum er, og sum kemur!" |
| 9 | Táið verurnar geva Honum dýrd, heiður og tøkk, sum í hásætinum situr, og sum livir í aldur og allar ævir, |
| 10 | falla hinir 24 elstu niður fyri Honum, sum í hásætinum situr, og tilbiðja Hann, sum livir í aldur og allar ævir; teir kasta krúnur sínar niður fyri hásætinum og siga: |
| 11 | "Verdur ert Tú, Harri og Gud okkara, at fáa dýrd, heiður og mátt! Tí Tú hevur skapt alt, og tí Tú vildi tað, varð tað til, og varð tað skapt!" |
| |
|
|
|
|
|
|