Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Opinbering Jóhannesar
Kapittul 16
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Eg hoyrdi nú harða rødd úr templinum siga við hinar sjey einglarnar: "Farið og hellið úr hinum sjey vreiðiskálum Guds yvir jørðina!"
2 Hin fyrsti fór og helti úr skál síni á jørðina; tá komu svullir, ringir og vandamiklir, á menniskjuni, sum høvdu merki dýrsins og tilbóðu mynd tess.
3 Annar eingilin helti úr skál síni í havið; tá varð tað blóð - sum av deyðum manni - og hvør livandi sál í havinum doyði.
4 Triði eingilin helti úr skál síni í áirnar og vatnkeldurnar; tá vórðu tær blóð.
5 Og eg hoyrdi eingil vatnanna siga: "Rættvísur ert Tú, sum ert, og sum vart, Tú heilagi, at Tú hevur felt henda dóm!
6 Tey hava úthelt blóð heilagra og profeta, og Tú hevur givið teimum blóð at drekka - tey eru tað verd!"
7 Og eg hoyrdi altarið siga: "Ja, Harri Gud, Tú Alvaldi, sannir og rættvísir eru dómar Tínir!"
8 Fjórði eingilin helti úr skál síni á sólina; tá varð henni givið at brenna menniskjuni við eldi.
9 Menniskjuni brendust í stórum hita - og spottaðu navn Guds, sum hevur vald yvir hesum plágum; og tey vendu ikki við til at geva Honum dýrd.
10 Fimti eingilin helti úr skál síni á hásæti dýrsins; tá myrknaði ríki tess, og tey tugdu tungur sínar av pínu.
11 - Og tey spottaðu Gud Himmalsins fyri pínur sínar og svullir sínar, og tey vendu ikki við frá verkum sínum!
12 Sætti eingilin helti úr skál síni í hina stóru ánna Eufrat; tá tornaði vatnið í henni upp, so vegurin skuldi verða gjørdur kongunum eystaneftir til reiðar.
13 Úr munni drekans, úr munni dýrsins og úr munni lygiprofetsins sá eg koma út tríggjar óreinar andar; teir líktust paddum.
14 Teir eru illir andar, ið gera tekin; teir fara út til kongarnar á øllum jarðarríki - at savna teir saman til bardagan hin stóra dag Guds hins Alvalda.
15 - Hygg, Eg komi sum tjóvur! Sælur er tann, ið vakir og varðveitir klæði síni, so at hann kemur ikki at ganga nakin, og skomm hansara verður sædd.
16 Teir savnaðu teir saman á staðnum, ið á hebraiskum eitur Harmageddon.
17 Sjeyndi eingilin helti úr skál síni í luftina; tá kom hørð rødd út úr templinum, frá hásætinum; hon segði: "Tað er gjørt!"
18 Og snarljós, røddir og torur komu; og stórur jarðskjálvti kom, slíkur, sum ikki hevur verið, frá tí menniskju vórðu til á jørðini - slíkur jarðskjálvti, so stórur.
19 Hin stóri staður fór í tríggjar partar, og býir tjóðanna fullu; og Gud mintist hitt stóra Bábylon - at geva tí vínbikar strongu vreiði Sínar.
20 Hvør oyggj flýddi, og fjøll vóru ikki at finna.
21 Og stórur heglingur - hann vigaði eini 100 pund - fall av himli niður á menniskjuni. - Og menniskjuni spottaðu Gud fyri heglingspláguna! - Plágan av honum var ógvuliga stór.