Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Opinbering Jóhannesar
Kapittul 12
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Stórt tekin sást í Himli: Kvinna, klædd í sólina, við mánanum undir fótunum og krúnu av tólv stjørnum á høvdinum.
2 Hon var við barn og rópti í barnsneyð og føðingarverkjum.
3 Annað tekin sást í Himli: Stórur, eldreyður dreki, sum hevði sjey høvd og tíggju horn og á høvdum sínum sjey krúnur.
4 Hali hansara dró triðingin av stjørnum himmalsins við sær og kastaði tær á jørðina. Og drekin stóð framman fyri kvinnuni, ið eiga skuldi, fyri at gloypa barni hennara, táið hon hevði átt tað.
5 Hon átti dreingjabarn, sum skal stýra øllum fólkasløgum við jarnstavi, og barn hennara varð rykt burtur til Gud og hásæti Hansara.
6 Og kvinnan flýddi út í oyðimørkina; har hevur hon stað, sum av Gudi er gjørt henni til reiðar, at hon har skuldi fáa føði sína 1260 dagar.
7 Bardagi varð í Himli: Mikael og einglar hansara tóku at berjast við drekan, og drekin og einglar hansara bardust.
8 Men teir vóru tað ikki mentir, og stað teirra var ikki longur at finna í Himli.
9 Hin stóri dreki varð kastaður niður, hin gamli ormur, sum kallast Djevulin og Satan, hann, ið villleiðir allan heimin; hann varð kastaður niður á jørðina, og einglar hansara vórðu kastaðir niður við honum.
10 Eg hoyrdi harða rødd í Himli siga: "Nú eru frelsan, mátturin og ríkið vorðin Guds okkara, og veldið hins salvaða Hansara! Tí klagari brøðra okkara er kastaður niður, hann, sum klagaði teir fyri Gudi okkara dag og nátt.
11 Teir hava sigrað hann við blóði lambsins og við orði vitnisburðar síns; teir elskaðu ikki lív sítt - líka til deyðan!
12 Fegnist tí, tit Himlar og tit, sum í teimum búgva! - Vei jørðini og havinum! Tí Djevulin er komin niður til tykkara - í stórari vreiði, tí hann veit, at tíðin, hann hevur, er so stutt!"
13 Táið drekin sá, at hann var kastaður niður á jørðina, legði hann eftir kvinnuni, sum hevði átt dreingjabarnið.
14 Men báðir veingir hinnar stóru arnar vórðu kvinnuni givnir, fyri at hon skuldi flúgva út í oyðimørkina til stað sítt, har hon fær føði sína tíð, tíðir og hálva tíð, burtur frá ásjón ormsins.
15 Tá spýði ormurin vatn úr munninum - eins og á - eftir kvinnuni, fyri at skola hana burtur við ánni.
16 Men jørðin kom kvinnuni til hjálpar; jørðin læt upp munnin og drakk ánna, sum drekin spýði úr munni sínum.
17 Drekin varð vreiður við kvinnuna og fór avstað at berjast við hini av avkomi hennara, tey, sum halda boð Guds og hava vitnisburð Jesusar.
18 Og hann stóð á sandinum við havið.