Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Opinbering Jóhannesar
Kapittul 22
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Hann vísti mær nú lívsvatnsánna, skínandi sum krystal; hon rann út frá hásæti Guds og lambsins.
2 Mitt á gøtu staðarins og báðumegin ánna var træ lívsins, sum bar tólv ferðir ávøkst - hvønn mánað gav tað ávøkst sín; bløð træsins vóru tjóðunum til grøðing.
3 Einki bann skal vera longur. Hásæti Guds og lambsins skal vera í honum, og tænarar Hansara skulu tæna Honum.
4 Teir skulu síggja ásjón Hansara, og navn Hansara skal vera á pannum teirra.
5 Nátt skal ikki vera longur; og teimum tørvar ikki lampuljós ella sólarljós; tí Gud Harrin skal lýsa yvir teimum, og teir skulu vera kongar í aldur og allar ævir.
6 Hann segði við meg: "Hesi orð eru trúverd og sonn; og Harrin, Gud anda profetanna, hevur sent eingil Sín at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt fer at henda.
7 Eg komi skjótt! Sælur er tann, ið heldur fast við profetorðini í hesi bók!"
8 Eg, Jóhannes, var tann, ið hoyrdi og sá hetta. Táið eg hevði hoyrt og sæð, fall eg niður at tilbiðja fyri fótum eingilsins, ið vísti mær hetta.
9 Men hann segði við meg: "Ger ikki so! Eg eri samtænari tín og brøðra tína, profetanna, og teirra, sum halda fast við orðini í hesi bók. Gud skalt tú tilbiðja!"
10 Hann segði við meg: "Tú skalt ikki innsigla profetorðini í hesi bók; tí tíðin er nær.
11 Tann, ið ger órætt, haldi áfram at gera órætt, hin óreini dálki seg enn sum áður, hin rættvísi haldi áfram at gera rættvísi, og hin heilagi verði halgaður enn sum áður!
12 Eg komi skjótt, og løn Mín er við Mær til at lata ein og hvønn fáa, eftir sum verk hansara er.
13 Eg eri alfa og omega, hin fyrsti og hin síðsti, upphavið og endin.
14 Sæl eru tey, sum tváa klæði síni, so tey kunnu fáa atgongd til træ lívsins og um portrini ganga inn í staðin!
15 Men uttanfyri eru hundarnir, gandakallarnir, siðloysingarnir, manndrápararnir, avgudadýrkararnir og ein og hvør, ið elskar lygn og gongur við lygn.
16 Eg, Jesus, havi sent eingil Mín at vitna hetta fyri tykkum um samkomurnar. Eg eri rótskot og ætt Dávids, hin bjarta morgunstjørna.
17 Andin og brúðurin siga: "Kom!" Tann, ið hoyrir, sigi: "Kom!" Tann, ið tystir, komi! Og tann, ið vil, taki vatn lívsins fyri einki!"
18 Eg vitni fyri einum og hvørjum, sum hoyrir profetorðini í hesi bók: Leggur nakar nakað aftrat hesum, skal Gud leggja á hann plágurnar, sum skrivað er um í hesi bók.
19 Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetabók, skal Gud taka lut hansara burtur frá træi lívsins og úr hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók.
20 Hann, sum vitnar hetta, sigur: "Ja, Eg komi skjótt!" Amen! Kom, Harri Jesus!
21 Náði Harrans Jesusar veri við øllum!