Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Opinbering Jóhannesar
Kapittul 17
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Ein av hinum sjey einglunum, ið høvdu hinar sjey skálirnar, kom og tosaði við meg; hann segði: "Kom, eg skal vísa tær dómin yvir hina stóru skøkju, sum situr yvir hinum mongu vøtnum,
2 sum kongar jarðarinnar hava drivið hor við - teir, ið á jørðini búgva, eru vorðnir druknir av víni horulevnaðs hennara!"
3 So fór hann við mær út í oyðimørk - í andanum. Har sá eg kvinnu; hon sat á skarlaksreyðum dýri, sum var fult av nøvnum gudsspottanar; dýrið hevði sjey høvd og tíggju horn.
4 Kvinnan var klædd í purpur og skarlak og skein av gulli, dýrum steinum og perlum; í hondini hevði hon gullbikar, fult av viðurstygdum og óreinsku horulevnaðs síns.
5 Á pannu hennara var skrivað navn, loyndarmál: "Bábylon hin stóra, móðir skøkja og viðurstygda jarðarinnar."
6 Eg sá kvinnuna drukna av blóði hinna heilagra og blóði vitna Jesusar. Eg undraðist stórliga, táið eg sá hana.
7 Eingilin segði við meg: "Hví undraðist tú? Eg skal siga tær loyndarmál kvinnunnar, og dýrsins, ið hon situr á, og sum hevur hini sjey høvdini og hini tíggju hornini.
8 Dýrið, ið tú sást, hevur verið - og er ikki; tað skal koma upp úr avgrundini og fara burtur til fortaping. Tey, sum á jørðini búgva - tey, hvørja nøvn ikki, frá tí heimurin varð grundaður, eru skrivað í bók lívsins - skulu undrast, táið tey síggja dýrið, sum var - og er ikki - og skal koma.
9 Her ræður um vitið, ið hevur vísdóm! Hini sjey høvdini eru sjey fjøll, sum kvinnan situr á;
10 tey eru sjey kongar; fimm eru falnir, ein er, og hin er ikki komin enn; táið hann kemur, skal hann verða stutta tíð.
11 Dýrið, sum var - og er ikki - er sjálvt hin áttandi og er eisini ein av hinum sjey - og fer burtur til fortaping.
12 Hini tíggju hornini, ið tú sást, eru tíggju kongar, sum ikki hava fingið kongadømi enn, men fáa vald sum kongar ein tíma - saman við dýrinum.
13 Teir hava allir sama sinni, og mátt sín og vald sítt geva teir dýrinum.
14 Hesir skulu berjast við lambið; men lambið skal sigra - tað og tey, sum við tí eru, hini kallaðu, útvaldu og trúføstu - tí tað er Harri harra og Kongur konga."
15 Hann segði við meg: "Vøtnini, ið tú sást - har sum skøkjan situr - eru fólk, skarar, fólkasløg og tungumál.
16 Hini tíggju hornini, ið tú sást, og dýrið - hesi skulu hata skøkjuna, gera hana oydna og nakna, eta kjøt hennara og brenna hana upp.
17 Tí Gud hevur givið teimum í hjarta at fullføra hugsan Sína og at gera eftir einum og sama sinni - geva dýrinum kongavald teirra, inntil orð Guds eru fullførd.
18 Kvinnan, ið tú sást, er hin stóri staður, ið hevur harradømi yvir kongum jarðarinnar."