Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Opinbering Jóhannesar
Kapittul 10
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Eg sá nú annan veldigan eingil koma niður av Himli. Hann var sveipaður í skýggj, ælabogin var á høvdi hansara, andlit hansara var sum sólin, og føtur hansara vóru sum eldstólpar.
2 Í hondini hevði hann lítla, opna bókrullu. Hann setti høgra fót á havið og vinstra á jørðina.
3 Hann rópti hart, sum leyva brølar, og táið hann hevði rópt, lótu hinar sjey torurnar røddir sínar hoyrast.
4 Táið hinar sjey torurnar høvdu talað, skuldi eg fara at skriva; men eg hoyrdi rødd av Himli siga: "Innsigla tað, sum hinar sjey torurnar talaðu, skriva tað ikki upp!"
5 Eingilin, ið eg sá standa á havinum og jørðini, lyfti høgru hond móti himli
6 og svór um Hann, sum livir í aldur og allar ævir, Hann, sum hevur skapt himmalin og tað, sum honum er í, jørðina og tað, sum henni er á, og havið og tað, sum tí er í, at eingin tíð skal verða givin meir,
7 men at á teimum døgum, táið rødd hins sjeynda eingils ljóðar - táið hann blæsur í lúður - er dulda ráð Guds fullført, eins og Hann hevur kunngjørt tænarum Sínum profetunum tað.
8 Røddin, ið eg hevði hoyrt av Himli, talaði aftur við meg og segði: "Far og tak hina lítlu, opnu bókrullu, sum er í hond eingilsins, ið stendur á havinum og jørðini!"
9 Eg fór tá yvir til eingilin og segði við hann, at hann skuldi geva mær hina lítlu bókrulluna. Hann segði við meg: "Tak hana og et hana! Hon skal volda pínu í búkinum; men í munni tínum skal hon vera søt sum hunangur."
10 Eg tók tá hina lítlu bókrulluna úr hond eingilsins og át hana; hon var í munni mínum søt sum hunangur, men táið eg hevði etið hana, kendi eg pínu í búkinum.
11 Sagt varð við meg: "Tú skalt aftur profetera um mong fólk, mangar tjóðir, mong tungumál og mangar kongar."