Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Opinbering Jóhannesar
Kapittul 15
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Eg sá annað tekin í Himli, stórt og undurfult: Sjey einglar, sum høvdu hinar sjey seinastu plágur - við teimum er vreiði Guds fullførd.
2 Eg sá eins og glashav, blandað við eld. Og eg sá tey, sum sigrandi vóru komin út úr bardaganum við dýrið og mynd tess og tal navns tess; tey stóðu við glashavið við hørpum Guds í hondunum.
3 Tey sungu song Mósesar, tænara Guds, og song lambsins; tey søgdu: "Stór og undurfull eru verk Tíni Harri Gud, Tú Alvaldi! Rættvísir og sannir eru vegir Tínir, Tú kongur tjóðanna!
4 Hvør skuldi ikki óttast Teg, Harri, og prísað navni Tínum! Eingin er heilagur uttan Tú, og øll fólkasløgini skulu koma og tilbiðja fyri ásjón Tíni; tí rættvísu dómar Tínir eru opinberaðir!"
5 Síðani sá eg, og tempul vitnisburðartabernakulsins í Himli varð latið upp.
6 Hinir sjey einglarnir, ið høvdu hinar sjey plágurnar, komu út úr templinum, klæddir í reint og skínandi lín og við gullbeltum spentum um bróstið.
7 Ein av hinum fýra verunum fekk hinum sjey einglunum sjey gullskálir, fullar av vreiði Guds, Hansara, sum livir í aldur og allar ævir.
8 Templið fyltist av royki av dýrd Guds og av kraft Hansara; og eingin kundi fara inn í templið, fyrrenn hinar sjey plágur hinna sjey eingla vóru á enda.