1 | Fimti eingilin blásti í lúður; tá sá eg stjørnu, ið fallin var av himli niður á jørðina; henni varð givin lykilin til brunn avgrundarinnar. |
|
2 | Hon læt upp brunn avgrundarinnar. Tá kom upp úr brunninum roykur, líkur roykinum úr stórum ovni, og sólin og luftin vórðu myrk av roykinum úr brunninum. |
|
3 | Úr roykinum komu grashoppur - út um jørðina; og teimum varð givið vald, líkt valdinum, ið skorpiónir jarðarinnar hava. |
|
4 | Sagt varð við tær, at tær skuldu ikki skaða grasið á jørðini, ei heldur nakað grønt, ei heldur nakað træ, bert menniskjuni, ið ikki høvdu innsigli Guds á pannunum. |
|
5 | Og teimum varð givið - ikki at drepa tey, men at pína tey í fimm mánaðir; pínan, ið tær voldu, var sum pínan av skorpión, táið hon stingur mann. |
|
6 | Á teimum døgum skulu menniskjuni leita eftir deyðanum og ikki finna hann, tráa eftir at doyggja, og deyðin skal flýggja frá teimum. |
|
7 | Grashoppurnar vóru í útsjónd líkar hestum, tilgjørdum til bardaga; á høvdum teirra vóru eins og krúnur, ið sóu út sum gull; andlit teirra vóru sum andlit manna. |
|
8 | Tær høvdu hár sum hár kvinna; og tenn teirra vóru eins og leyvutenn. |
|
9 | Tær høvdu brynjur eins og jarnbrynjur; ljóðið av veingjum teirra var sum ljóðið av vagnum, táið nógvir hestar halda avstað í bardaga. |
|
10 | Tær høvdu halar við broddum, eins og skorpiónir, og í hølum teirra lá valdið, tær høvdu til at skaða menniskjuni í fimm mánaðir. |
|
11 | Til kong yvir sær høvdu tær eingil avgrundarinnar; á hebraiskum er navn hansara Abaddon; á grikskum eitur hann Apollyon. |
|
12 | Fyrsta vei er á enda - men eftir hetta koma tvey vei enn! |
|
13 | Sætti eingilin blásti í lúður; tá hoyrdi eg rødd frá hinum fýra hornum gullaltarsins, ið stóð fyri Gudi; |
|
14 | hon segði við sætta eingilin - hann, ið lúðurin hevði -: "Loys hinar fýra einglarnar, ið bundnir eru við hina stóru ánna Eufrat!" |
|
15 | Hinir fýra einglarnir vórðu nú loystir, teir, ið høvdu staðið til reiðar til tíman, dagin, mánaðin og árið - til at drepa triðingin av menniskjunum. |
|
16 | Talið á heri hestmannanna var tvær ferðir 10 000 ferðir 10 000; eg hoyrdi tal teirra. |
|
17 | Soleiðis sá eg í sjón míni hestarnar og teir, ið á teimum sótu: Eldreyðar, svartbláar og svávulgular brynjur høvdu teir; høvd hestanna vóru sum leyvuhøvd, og úr munnum teirra gekk út eldur, roykur og svávul. |
|
18 | Av hesum trimum plágum - eldinum, roykinum og svávulinum, ið út gekk úr munnum teirra - varð triðingurin av menniskjunum dripin. |
|
19 | Tí vald hestanna lá í munni teirra og hala teirra; halar teirra líktust ormum, og høvd vóru á teimum; við teimum var tað, teir gjørdu skaða. |
|
20 | Men hini menniskjuni - tey, sum ikki vórðu dripin í hesum plágum - vendu ikki við frá verkum handa sína; tey góvu ikki uppat at tilbiðja hinar illu andar og avgudarnar av gulli, silvuri, kopari, steini og træi - sum hvørki fáa hugt, hoyrt ella gingið. |
|
21 | Tey vendu ikki við frá manndrápum og gandi sínum, siðloysi sínum og stuldri sínum. |
|
|