Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Opinbering Jóhannesar
Kapittul 2
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 "Skriva til eingil samkomunnar í Efesus: "Hetta sigur Hann, sum heldur hinum sjey stjørnunum í høgru hond, Hann, sum gongur millum hinar sjey ljósastakarnar av gulli:
2 Eg veit um verk tíni, arbeiði títt og tol títt, og at hini illu ikki verða told av tær. Tú hevur roynt teir, ið siga seg vera ápostlar og eru tað ikki, og tú hevur funnið teir vera lygnarar.
3 Tú hevur tol og hevur havt nógv at bera fyri navns Míns skuld og ert ikki vorðin troytt.
4 Men Eg havi tað ímóti tær, at tú ert farin frá hinum fyrsta kærleika tínum.
5 Hugsa tí um, hvørjum tú ert fallin frá, og vend við og ger somu verk sum áður! Annars komi Eg á teg og skal flyta ljósastaka tín úr staði hansara - um tú vendir ikki við.
6 Men tað hevur tú, at tú hatar verk Nikola’itanna - sum Eg hati við.
7 Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar! - Tann, ið sigrar, honum skal Eg geva at eta av træi lívsins, sum er í Paradísi Guds."
8 Skriva til eingil samkomunnar í Smyrna: "Hetta sigur hin fyrsti og hin síðsti, Hann, sum deyður var og er vorðin livandi:
9 Eg veit um trongd tína og fátækdóm tín - tó, tú ert rík! - og gudsspottan teirra, ið siga seg vera Jødar og eru tað ikki, men eru sýnagoga Satans.
10 Óttast ikki fyri tí, sum tú skalt líða! Djevulin skal seta nøkur av tykkum í fangahús - fyri at tit skulu verða roynd - og tit skulu hava trongd í tíggju dagar. Ver trúgv til deyðan, so skal Eg geva tær krúnu lívsins!
11 Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar! - Tann, ið sigrar, skal als ikki verða saktur av hinum øðrum deyða."
12 Skriva til eingil samkomunnar í Pergamus: "Hetta sigur Hann, sum hevur hitt tvíeggjaða, hvassa svørð:
13 Eg veit, hvar tú býrt - har sum hásæti Satans er - og tú heldur fast við navn Mítt; og táið Antipas var trúfasta vitni Mítt - hann, ið dripin varð hjá tykkum, har Satan býr - enntá á teimum døgum avnoktaði tú ikki trúgv Mína.
14 Men Eg havi eitt sindur ímóti tær: Tú hevur har hjá tær nøkur, ið halda fast við læru Bileams, sum lærdi Balak at leggja ástoyt fyri børn Ísraels - at eta avgudaoffur og dríva siðloysi.
15 Soleiðis hevur eisini tú nøkur, sum á sama hátt halda fast við læru Nikola’itanna.
16 Vend við! Annars komi Eg skjótt á teg og skal berjast við tey við svørði muns Míns.
17 Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar! - Tann, ið sigrar, honum skal Eg geva av hinum fjalda manna, og Eg skal geva honum hvítan stein, og nýtt navn - skrivað á steinin - sum eingin kennir uttan tann, ið fær tað."
18 Skriva til eingil samkomunnar í Týatira: "Hetta sigur Sonur Guds, sum hevur eygu eins og eldsloga, og hvørs føtur líkjast skínandi málmi:
19 Eg veit um verk tíni, kærleika tín, tænastu og trúgv tína og tol títt - og hvussu hini síðstu verk tíni eru fleiri enn hini fyrstu.
20 Men Eg havi tað ímóti tær, at tú hevur tol við kvinnuni Jesabel, ið sigur seg vera profetinnu, og sum lærir - og villleiðir tænarar Mínar at dríva siðloysi og at eta avgudaoffur.
21 Eg havi givið henni tíð at venda við, men hon vil ikki venda við frá siðloysi sínum.
22 Eg kasti hana á sjúkalegu; og teir, ið horast við henni, kasti Eg í stóra trongd, um teir venda ikki við frá verkum hennara.
23 Børn hennara skal Eg sláa við deyða, og allar samkomurnar skulu sanna, at Eg eri tann, ið rannsakar nýru og hjørtu; Eg skal geva tykkum, hvørjum eftir verkum sínum.
24 Men við tykkum, hini, sum í Týatira eru, øll tykkum, ið ikki hava hesa læru, tí tit "kenna ikki dýpdirnar", sum tey siga - ja, dýpdir Satans! - við tykkum sigi Eg: Eg leggi onga aðra byrði á tykkum;
25 haldið bert fast við tað, sum tit hava, inntil Eg komi!
26 Tann, ið sigrar, og sum líka til endan varðveitir verk Míni, honum skal Eg geva vald yvir heidningunum,
27 og hann skal stýra teimum við jarnstavi, eins og leiríløt verða brotin sundur - sum eisini Eg havi fingið tað frá Faðir Mínum;
28 og Eg skal geva honum morgunstjørnuna.
29 Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar!""