Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Opinbering Jóhannesar
Kapittul 20
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Eg sá nú eingil koma niður av himli; hann hevði í hondini lykil avgrundarinnar og stóra leinkju.
2 Hann tók drekan, hin gamla ormin, sum er Djevulin og Satan, bant hann fyri 1000 ár
3 og kastaði hann í avgrundina og læsti og innsiglaði yvir honum, fyri at hann skuldi ikki longur villleiða tjóðirnar - fyrrenn hini 1000 árini vóru á enda; eftir tað skal hann verða loystur stutta tíð.
4 Eg sá hásæti, og teir settust í tey; og teimum varð givið vald at halda dóm. Eg sá sálir teirra, sum hálshøgd vóru fyri Jesu vitnisburðar og fyri orðs Guds skuld, og tey, sum ikki høvdu tilbiðið dýrið ella mynd tess og ikki høvdu tikið merkið á pannuna ella á hondina; tey vórðu livandi og gjørdust kongar við Kristusi 1000 ár.
5 - Hini av teimum deyðu vórðu ikki livandi, fyrrenn hini 1000 árini vóru á enda. - Hetta er fyrra uppreisnin.
6 Sælur og heilagur er tann, sum hevur lut í fyrru uppreisnini! Yvir teimum hevur hin annar deyðin einki vald; nei, tey skulu vera prestar Guds og Kristusar og vera kongar við Honum 1000 ár.
7 Táið hini 1000 árini eru á enda, skal Satan verða loystur úr fangahúsi sínum.
8 Og hann skal fara út at villleiða fólkasløgini, sum eru við hini fýra horn jarðarinnar - Gog og Magog - og savna tey til bardaga; tal teirra er sum sjóvarsandur.
9 Teir komu eftir jørðini, so víð sum hon var, og kringsettu tilhald hinna heilagra og hin elskaða stað. - Men eldur fall niður av himli og oyddi teir.
10 Og Djevulin, sum villleiddi tey, varð kastaður í sjógvin við eldi og svávuli - sum eisini dýrið og lygiprofeturin vóru í; tey skulu verða pínd dag og nátt í aldur og allar ævir.
11 Eg sá nú stórt, hvítt hásæti og Hann, sum í tí sat; fyri ásjón Hansara flýddu jørð og himmal, og stað var ikki funnið teimum.
12 Og eg sá hini deyðu, stór og smá, standa fyri hásætinum. Bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, tað var bók lívsins. Hini deyðu vórðu dømd eftir tí, sum skrivað var í bókunum, eftir verkum sínum.
13 Havið gav aftur hini deyðu, sum í tí vóru; og deyðin og deyðaríkið góvu aftur hini deyðu, sum í teimum vóru. Tey vórðu dømd, hvørt eftir verkum sínum.
14 Deyðin og deyðaríkið vórðu kastað í eldsjógvin; hetta er hin annar deyðin - eldsjógvurin.
15 Um onkur ikki fanst skrivaður í bók lívsins, varð hann kastaður í eldsjógvin.