Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Opinbering Jóhannesar
Kapittul 11
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Mær varð givið rør, líkt stavi, og sagt varð: "Reis teg og mál tempul Guds og altarið og tey, sum har tilbiðja!
2 Men forgarðin uttan fyri templið, leyp hann um, mál hann ikki! Tí hann er givin fólkasløgunum, og tey skulu 42 mánaðir traðka niður hin heilaga stað.
3 Eg skal geva vitnum Mínum báðum, at teir skulu profetera í 1260 dagar, klæddir í sekk.
4 Teir eru hini bæði oljutrøini og hinir báðir ljósastakarnir, ið standa fyri Harra jarðarinnar.
5 Ætlar onkur at gera teimum skaða, gongur út eldur úr munni teirra og oyðir fíggindar teirra - ja, ætlar onkur at gera teimum skaða, skal hann verða dripin soleiðis.
6 Teir hava vald at lata himmalin aftur, so einki regn kemur niður, teir dagarnar teir profetera; og teir hava vald yvir vøtnunum, at umskapa tey til blóð, og at sláa jørðina við alskyns plágu, so ofta sum teir vilja.
7 Táið teir eru lidnir at bera fram vitnisburð sín, skal dýrið, sum stígur upp úr avgrundini, berjast við teir, sigra yvir teimum og drepa teir.
8 Lík teirra skulu liggja á gøtu hins stóra staðar, sum andaliga eitur Sodoma og Egyptaland - har eisini Harri teirra varð krossfestur.
9 Menniskju av øllum fólkum, ættum, tungumálum og tjóðum skulu hyggja at líkum teirra hálvanfjórða dag og ikki loyva, at lík teirra verða løgd í grøv.
10 Tey, sum á jørðini búgva, skulu gleðast yvir teimum og vera fegin, og tey skulu senda hvørt øðrum gávur; tí hesir báðir profetar vóru teimum plága, sum á jørðini búgva."
11 Men táið hálvurfjórði dagur var gingin, kom lívsandi frá Gudi í teir, og teir reistust á føtur. Og stórur ótti fall á tey, sum sóu teir.
12 Og teir hoyrdu harða rødd av Himli, sum segði við teir: "Komið upp higar!" Tá fóru teir í skýnum upp til Himmals - fyri eygum fígginda sína.
13 Í somu stund varð stórur jarðskjálvti, tíggjundaparturin av staðnum fall, og 7000 menniskju lótu lív í jarðskjálvtanum. Og ótti fall á hini, og tey góvu Gudi Himmalsins dýrd.
14 Annað vei er at enda - men triðja vei kemur skjótt!
15 Sjeyndi eingilin blásti í lúður; tá hoyrdust í Himli harðar røddir, ið søgdu: "Kongadømi heimsins er fallið Harra okkara og hinum salvaða Hansara í lut, og Hann skal vera kongur í aldur og allar ævir!"
16 Hinir 24 elstu, sum sita í hásætum sínum fyri ásjón Guds, fullu niður á andlit síni, tilbóðu Gud og søgdu:
17 "Vit takka Tær, Harri Gud, Tú Alvaldi, Tú, sum ert, og sum vart, at Tú hevur tikið stóra mátt Tín og ert vorðin kongur!
18 Fólkasløgini vórðu vreið; men vreiði Tín er komin, og tíðin táið hini deyðu skulu verða dømd, og táið Tú skalt løna profetunum, tænarum Tínum, og hinum heiløgu og teimum, ið óttast navn Títt, hinum smáu og hinum stóru - og táið Tú skalt oyða tey, sum oyða jørðina."
19 Tempul Guds í Himli varð nú latið upp, og sáttmálaørk Hansara kom til sjóndar í templi Hansara. Og snarljós komu, og røddir, torur, jarðskjálvti og stórur heglingur.