Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Opinbering Jóhannesar
Kapittul 19
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Síðani hoyrdi eg eins og hart ljóð av stórum skara í Himli; tey søgdu: "Halleluja! Frelsan, dýrdin og kraftin hoyrir Gudi okkara til.
2 Tí sannir og rættvísir eru dómar Hansara; Hann hevur dømt hina stóru skøkju, ið spilti jørðina við siðloysi sínum, og Hann hevur kravt blóð tænara Sína av hond hennara!"
3 Tey søgdu aðru ferð: "Halleluja!" - Og roykurin av henni stígur upp í aldur og allar ævir.
4 Hinir 24 elstu og hinar fýra verurnar fullu niður og tilbóðu Gud, sum í hásætinum sat; tey søgdu: "Amen! Halleluja!"
5 Út frá hásætinum kom rødd; hon segði: "Lovið Gudi okkara, allir tit tænarar Hansara, tit, ið óttast Hann, bæði smá og stór!"
6 Eg hoyrdi eins og ljóð av stórum skara - eins og ljóð mangra vatna og eins og ljóðið av sterkum torum; tey søgdu: "Halleluja! Harrin Gud hin Alvaldi er vorðin kongur!
7 Latið okkum gleðast og fegnast og geva Honum dýrdina! Tí brúdleyp lambsins er komið, og brúður Hansara hevur gjørt seg til.
8 Henni er givið at lata seg í fínt línklæði, reint og skínandi!" - Línklæðið er rættvísiverk hinna heilagra.
9 Hann segði við meg: "Skriva: "Sæl eru tey, sum boðin eru til brúdleypsnátturða lambsins!"" - Og hann segði við meg: "Hetta eru hini sonnu orð Guds!"
10 Eg fall niður fyri føtur hansara at tilbiðja hann; men hann segði við meg: "Ger ikki tað! Eg eri samtænari tín og brøðra tína, teirra, sum hava vitnisburð Jesusar. Tilbið Gud! Tí vitnisburður Jesusar er andi profetorðsins."
11 Eg sá Himmalin opnaðan og fekk har at síggja hvítan hest. Hann, sum á honum sat, eitur Trúfastur og Sannorðaður; Hann dømir og stríðir í rættvísi.
12 Eygu Hansara vóru sum eldslogi, og á høvdi Hansara vóru nógvar krúnur; Hann hevði navn skrivað, sum eingin kennir uttan Hann sjálvur.
13 Hann var í kappa, sum drigin var upp úr blóði, og Hann er kallaður Orð Guds.
14 Herar Himmalsins fylgdu Honum á hvítum hestum, í fínum línklæði, hvítum og reinum.
15 Út úr munni Hansara gekk hvast svørð, fyri at Hann við tí skuldi sláa fólkasløgini; Hann skal stýra teimum við jarnstavi, og Hann skal troða vínpersu strongu vreiði Guds hins Alvalda.
16 Á kappanum og á lendum Sínum hevur Hann navn skrivað: "Kongur konga og Harri harra."
17 Eg sá eingil standa í sólini; hann rópti hart og segði við allar fuglar, ið flugu mitt uppi undir himli: "Komið, savnið tykkum til hin stóra nátturða Guds
18 - at eta kjøt konga, kjøt herhøvdinga, kjøt kappa, kjøt hesta og teirra, ið á teimum sita - kjøt av øllum, bæði frælsum og trælum, bæði smáum og stórum!"
19 Og eg sá dýrið og kongar jarðarinnar og herar teirra savnaðar at berjast við Hann, sum á hestinum sat, og við her Hansara.
20 Men dýrið varð tikið, og saman við tí lygiprofeturin, ið hevði gjørt tekinini fyri eygum tess og við teimum villleitt tey, sum tóku merki dýrsins, og tey, sum tilbóðu mynd tess. Tey bæði vórðu livandi kastað í eldsjógvin, sum logar av svávuli.
21 Hinir vórðu dripnir við svørði Hansara, sum á hestinum sat, tí, sum út gekk úr munni Hansara; og allir fuglarnir vórðu mettaðir av kjøti teirra.