Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Opinbering Jóhannesar
Kapittul 21
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Nú sá eg nýggjan himmal og nýggja jørð, tí hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru farin burt; og havið var ikki longur.
2 Eg sá hin heilaga stað, hitt nýggja Jerúsalem, koma niður av Himli, frá Gudi, tilgjørdan sum brúður, ið er prýdd fyri brúðgómi sínum.
3 Og eg hoyrdi rødd frá hásætinum; hon segði: "Hygg, bústaður Guds er hjá menniskjunum! Hann skal búgva hjá teimum; tey skulu vera fólk Hansara, og Gud sjálvur skal vera hjá teimum og vera Gud teirra.
4 Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur - tí hitt fyrra er farið."
5 Hann, sum í hásætinum sat, segði: "Hygg, Eg geri alt nýtt!" Og Hann segði við meg: "Skriva! Tí hesi orð eru trúverd og sonn."
6 Hann segði við meg: "Tað er gjørt! Eg eri alfa og omega, upphavið og endin. Eg skal geva hinum tysta at drekka fyri einki av keldu lívsvatnsins.
7 Tann, ið sigrar, skal arva hetta; Eg skal vera Gud hansara, og hann skal vera sonur Mín.
8 Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar - lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli - tað er hin annar deyðin."
9 Ein av hinum sjey einglunum, sum høvdu hinar sjey skálirnar, ið vóru fullar av hinum sjey síðstu plágunum, kom nú til mín, talaði við meg og segði: "Kom, eg skal vísa tær brúðrina, konu lambsins!"
10 Hann fór so - í andanum - við mær niðan á stórt, høgt fjall og vísti mær hin heilaga stað, Jerúsalem, ið kom niður av Himli, frá Gudi.
11 Hann hevði dýrd Guds, og hann skein sum dýrabarasti steinur, sum krystalklárur jaspissteinur.
12 Hann hevði stóran og høgan múr við tólv portrum; við portrini stóðu tólv einglar, og á portrunum vóru nøvn skrivað, nøvn hinna tólv ætta Ísraelssona.
13 Móti eystri vóru trý portur, móti norðri trý portur, móti suðri trý portur og móti vestri trý portur.
14 Múrur staðarins hevði tólv grundarsteinar, og á teimum stóðu nøvn hinna tólv ápostla lambsins.
15 Hann, ið tosaði við meg, hevði mál - gullrør - fyri at hann skuldi mála staðin, portur hansara og múr hansara.
16 Staðurin liggur í fýrhyrningi; longd og breidd hansara eru líka. - Hann máldi staðin við rørinum: 12 000 stadiur - longd, breidd og hædd hansara eru líka.
17 Hann máldi múr hansara: 144 alin eftir menniskjamáli - sum eisini er einglamál.
18 Múrur staðarins var laðaður av jaspis, og staðurin var reint gull, líkur reinum glasi.
19 Grundarsteinar staðarmúrsins vóru prýddir við alskyns dýrum steinum. Fyrsti grundarsteinurin var jaspis, annar safir, triði kalsedon, fjórði smaragd,
20 fimti sardonyks, sætti sardis, sjeyndi krýsolit, áttandi beryl, níggjundi topas, tíggjundi krýsopras, ellivti hýasint, tólvti ametyst.
21 Hini tólv portrini vóru tólv perlur; hvørt portrið fyri seg var úr eini perlu. Gøta staðarins var reint gull, sum klárt glas.
22 Eg sá einki tempul í honum; tí tempul hansara er Harrin Gud hin Alvaldi og lambið.
23 Staðnum tørvar ikki sól ella mána at lýsa sær, tí dýrd Guds lýsir hann upp, og lambið er ljós hansara.
24 Fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara, og kongar jarðarinnar skulu bera dýrd sína inn í hann.
25 Portur hansara skulu aldri verða stongd um dagin - tí nátt skal ikki vera har.
26 Dýrd og æra tjóðanna skal verða borin inn í hann.
27 Einki óreint skal koma inn í hann, og eingin, sum ger tað, ið viðurstyggiligt er, ella gongur við lygn - bert tey, sum skrivað eru í lívsbók lambsins.