Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Opinbering Jóhannesar
Kapittul 14
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Eg fekk nú at síggja lambið standa á Zionsfjalli, og við tí 144 000, sum høvdu navn tess og navn Faðirs tess skrivað á pannunum.
2 Eg hoyrdi ljóð úr Himli, sum ljóð mangra vatna og sum ljóðið av harðari toru; ljóðið, ið eg hoyrdi, var sum av hørpuspælarum, ið spæla á hørpum sínum.
3 Teir sungu nýggjan song fyri hásætinum og fyri hinum fýra verunum og hinum elstu; eingin kundi læra songin uttan hinir 144 000, sum keyptir eru frá jørðini.
4 Hetta eru teir, ið ikki hava dálkað seg við kvinnum - teir eru sum moyggjar. Hetta eru teir, ið fylgja lambinum, hvar tað so fer. Hesir eru keyptir frá menniskjunum - frumgróður Guds og lambsins.
5 Í munni teirra er eingin lygn funnin - teir eru ólastandi.
6 Eg sá annan eingil flúgva mitt uppi undir himli; hann hevði ævigt evangelium at kunngera teimum, ið á jørðini búgva - øllum tjóðum, ættum, tungumálum og fólkum.
7 Hann segði við harðari rødd: "Óttist Gud, og gevið Honum dýrd! Tí dómstími Hansara er komin; tilbiðið Hann, sum hevur gjørt himmalin, jørðina, havið og vatnkeldurnar!"
8 Uppaftur kom aftan á honum annar eingil, sum segði: "Fallið, fallið er Bábylon hitt stóra, sum hevur givið øllum fólkasløgum at drekka av vreiðivíni horulívs síns!"
9 Triði eingilin fylgdi aftan á teimum; hann segði við harðari rødd: "Tilbiður onkur dýrið og mynd tess - tekur hann merkið á pannuna ella á hondina -
10 so skal hann drekka av vreiðivíni Guds, sum óblandað er skonkt í vreiðibikar Hansara; og hann skal verða píndur við eldi og svávuli fyri eygum hinna heilagra eingla og lambsins.
11 Roykurin av pínu teirra stígur upp í aldur og allar ævir, og tey hava ikki hvíld - hvørki dag ella nátt - sum tilbiðja dýrið og mynd tess, og ein og hvør, sum tekur merki navns tess.
12 Her ræður um tol hinna heilagra, sum halda fast við boð Guds og trúnna á Jesus!"
13 Eg hoyrdi rødd úr Himli; hon segði: "Skriva: Sæl eru hini deyðu, sum doyggja í Harranum hereftir! Ja - sigur Andin - tey skulu hvíla eftir møði sína, og verk teirra fylgja teimum!"
14 Nú fekk eg at síggja hvítt skýggj; á skýnum sat ein, ið líktist menniskjasyni; hann hevði gullkrúnu á høvdinum og hvassan akurknív í hondini.
15 Annar eingil kom út úr templinum; hann rópti hart til hansara, sum á skýnum sat: "Send út akurknív tín og heysta! Tí tíðin at heysta er komin, akur jarðarinnar er staðin."
16 Hann, sum á skýnum sat, læt nú akurknív sín fara yvir jørðina, og jørðin varð heystað.
17 Annar eingil kom út úr templinum í Himli; eisini hann hevði hvassan akurknív.
18 Frá altarinum kom uppaftur annar eingil út; hann hevði vald yvir eldinum; og hann rópti hart til hansara, sum hevði hin hvassa akurknívin: "Send út hvassa akurknív tín og sker vínberini av víntræi jarðarinnar! Tí vínber tess eru staðin."
19 Eingilin læt tá akurknív sín fara yvir jørðina, skar ávøkstin av víntræi jarðarinnar og kastaði hann í stóru vreiðivínpersu Guds.
20 Vínpersan varð troðin uttan fyri staðin, og blóð kom út úr vínpersuni - líka upp undir boksl hestanna, so langt sum 1600 stadiur.