|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Opinbering Jóhannesar | | Kapittul 7 | | | | 1 | Síðani sá eg fýra einglar standa á hinum fýra hornum jarðarinnar; teir hildu hinum fýra vindum jarðarinnar, so eingin vindur skuldi blása, hvørki yvir jørðina, yvir havið ella á nakað træ. |
| 2 | Eg sá annan eingil stíga fram, haðani sum sólin kemur upp; hann hevði innsigli hins livandi Guds, og hann rópti hart til hinar fýra einglarnar, sum givið var at skaða jørðina og havið, og segði: |
| 3 | "Skaðið hvørki jørðina, havið ella trøini, fyrrenn vit hava innsiglað tænarar Guds okkara - á pannum teirra!" |
| 4 | - Eg hoyrdi tal hinna innsiglaðu - 144 000 innsiglað av øllum ættum Ísraelsmanna -: |
| 5 | Av ætt Juda 12 000 innsiglað, av ætt Rubens 12 000, av ætt Gads 12 000, |
| 6 | av ætt Asers 12 000, av ætt Naftali 12 000, av ætt Manasse 12 000, |
| 7 | av ætt Símeons 12 000, av ætt Levi 12 000, av ætt Issakars 12 000, |
| 8 | av ætt Zebulons 12 000, av ætt Jósefs 12 000, av ætt Benjamins 12 000 innsiglað. |
| 9 | Síðani fekk eg at síggja stóran skara, sum eingin kundi telja, av øllum tjóðum, ættum, fólkum og tungumálum; tey stóðu fyri hásætinum og lambinum, klædd í síðar, hvítar kyrtlar og við pálmagreinum í hondunum. |
| 10 | Tey róptu við harðari rødd og søgdu: "Frelsan hoyrir Gudi okkara til, sum í hásætinum situr, og lambinum!" |
| 11 | Allir einglarnir stóðu rundan um hásætið og hinar elstu og hinar fýra verurnar; og teir fullu á andlit síni niður fyri hásætinum, tilbóðu Gud og søgdu: |
| 12 | "Amen! Signingin, dýrdin, vísdómurin, tøkkin, heiðurin, mátturin og kraftin hoyrir Gudi okkara til, í aldur og allar ævir! Amen!" |
| 13 | Ein av hinum elstu tók nú til orða og segði við meg: "Hesi, sum klædd eru í hinar síðu, hvítu kyrtlarnar, hvørji eru tey, og hvaðani eru tey komin?" |
| 14 | Eg svaraði honum: "Harri mín, tú veitst tað!" Tá segði hann við meg: "Hetta eru tey, sum komin eru út úr hini stóru trongd; og tey hava tváað klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins. |
| 15 | Tí eru tey fyri hásæti Guds og tæna Honum dag og nátt í templi Hansara; og Hann, sum í hásætinum situr, skal reisa tjald Sítt yvir tey. |
| 16 | Tey skulu ikki hungra aftur, ei heldur tysta aftur; ei heldur skal sólin ella nakar hiti brenna tey. |
| 17 | Tí lambið, sum er mitt fyri hásætinum, skal vera hirði teirra og leiða tey til vatnkeldur lívsins, og Gud skal turka hvørt tár av eygum teirra." |
| |
|
|
|
|
|
|