Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Opinbering Jóhannesar
Kapittul 18
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Síðani sá eg annan eingil koma niður av himli; hann hevði stórt vald, og jørðin lýstist upp av dýrd hansara.
2 Hann rópti við veldigari, harðari rødd: "Fallin, fallin er Bábylon hin stóra! Hon er vorðin bústaður ilra anda, fangahús alskyns óreina anda og fangahús alskyns óreina og viðurstyggiliga fugla.
3 Tí av vreiðivíni horulevnaðs hennara hava øll fólkasløg drukkið; kongar jarðarinnar hava drivið hor við henni, og keypmenn jarðarinnar eru vorðnir ríkir av fylling ólevnaðs hennara."
4 Eg hoyrdi aðra rødd úr Himli; hon segði: "Farið út frá henni, fólk mítt, so tit hava ikki lut í syndum hennara og verða rakt av plágum hennara!
5 Tí syndir hennara røkka líka upp til Himmals, og Gud hevur minst órættvísi hennara.
6 Lønið henni aftur, sum hon hevur lønt, ja, gjaldið henni tvífalt eftir verkum hennara, skeinkið henni dupult so nógv í bikarið, sum hon hevur skonkt!
7 So nógv sum hon hevur sett seg sjálva høgt og livað í ólevnaði - gevið henni so nógv av pínu og sorg! Aftur fyri at hon sigur í hjartanum: "Eg siti sum drotning og eri ikki einkja - sorg skal eg aldri síggja!"
8 so skulu á einum degi plágur hennara koma: Deyði, sorg og hungur! Hon skal verða brend upp; tí sterkur er Harrin Gud, sum hevur dømt hana.
9 Kongar jarðarinnar, sum hava drivið hor við henni og livað í ólevnaði við henni, skulu gráta og vena seg um hana, táið teir síggja roykin av bruna hennara.
10 Teir skulu standa langt burtur av ræðslu fyri pínu hennara, og teir skulu siga: "Vei, vei, tú stóri staður, Bábylon, tú sterki staður, at dómur tín er komin á einum tíma!"
11 Keypmenn jarðarinnar skulu gráta og syrgja um hana, tí eingin longur keypir skipsfarmar teirra
12 - farmar av gulli, silvuri, dýrum steinum, perlum, fínum línklæði, purpuri, silki, skarlaki, alskyns angandi viði, alskyns íløtum av fílabeini, alskyns íløtum av dýrum viði, kopari, jarni og marmori
13 - farmar av kaneli, dýrari salvu, roykilsi, myrra, viraki, víni, olju, fínum mjøli, hveiti, neytum, seyði, rossum, vagnum, trælum - og menniskjasálum!
14 Ávøksturin, ið sál tín tráaði eftir, er farin frá tær; alt góðgætið og alt hitt glitrandi er horvið frá tær - og aldri skal nakar finna tað aftur!
15 Teir, ið handlaðu við hesum - og eru vorðnir ríkir av henni! - skulu standa langt burtur av ræðslu fyri pínu hennara, gráta og syrgja og siga:
16 "Vei, vei! Hin stóri staður, sum klæddur var í fínt lín, purpur og skarlak og skein av gulli, dýrum steinum og perlum - at á einum tíma so stórur ríkdómur er lagdur í oyði!"
17 Og hvør stýrimaður, hvør skipari og allir sjómenn - allir, ið hava virki sítt á sjónum - stóðu langt burtur;
18 táið teir sóu roykin av bruna hennara, róptu teir og søgdu: "Hvat kundi metast javnt við hin stóra stað!"
19 Teir stroyddu mold á høvd síni og róptu við gráti og sorg og søgdu: "Vei, vei, hin stóri staður! - Í honum gjørdust allir teir ríkir, sum hava skip á sjónum - av skattum hansara! Á einum tíma er hann lagdur í oyði!"
20 Fegnast yvir henni, Himmal - og tit heiløgu, tit ápostlar og profetar - at Gud hevur hildið dóm yvir henni fyri tykkum!"
21 Veldigur eingil tók stóran stein - sum stóran kvarnarstein - kastaði hann í havið og segði: "Soleiðis skal Bábylon, hin stóri staður, alt í einum verða kollveltur - og ikki verða at finna longur!
22 Ljóð av hørpuspælarum, sangarum, floytublásarum og lúðurblásarum skal ikki hoyrast meiri í tær; eingin listarmaður í nakrari list skal finnast meiri í tær; ljóð av kvørn skal ikki hoyrast meiri í tær;
23 ljós av lampu skal ikki skína meiri í tær; rødd brúðgóms og brúðar skal ikki hoyrast meiri í tær - tí keypmenn tínir vóru stórmenn jarðarinnar, av tí at øll fólkasløg vórðu villleidd av gandi tínum!
24 - Í henni varð funnið blóð profeta og heilagra - og alra teirra, ið myrd eru á jørðini!"