Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Jóhannes
Kapittul 9
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Táið Hann nú fór longur, sá Hann mann, ið var føddur blindur.
2 Lærisveinar Hansara spurdu Hann tá: "Rabbi, hvør hevur syndað, hesin ella foreldur hansara, síðani hann skuldi verða føddur blindur?"
3 Jesus svaraði: "Hvørki hann ella foreldur hansara hava syndað; nei, hetta varð so, fyri at verk Guds skulu verða opinberað á honum.
4 Eg má gera verk Hansara, sum hevur sent Meg, so leingi sum dagur er; náttin kemur - táið eingin kann arbeiða.
5 So leingi sum Eg eri í heiminum, eri Eg ljós heimsins."
6 Táið Hann hetta hevði sagt, spýtti Hann á jørðina, gjørdi deiggj av spýttinum og smurdi deiggið á eygu hansara.
7 Og Hann segði við hann: "Far avstað og vaska tær í Siloamshyli!" (Siloam er útlagt: Sendur). Hann fór tá avstað og vaskaði sær og kom aftur síggjandi.
8 Tá søgdu grannarnir og tey, sum áður høvdu verið von at síggja hann sum biddara: "Er hetta ikki hann, ið sat og biddaði?"
9 Summi søgdu: "Tað er hann!" Men onnur søgdu: "Nei, hann líkist honum!" Sjálvur segði hann: "Tað eri eg!"
10 Tá søgdu tey við hann: "Hvussu vórðu eygu tíni latin upp?"
11 Hann svaraði: "Maðurin, sum kallast Jesus, gjørdi deiggj og smurdi tað á eygu míni og segði við meg: "Far til Siloam og vaska tær!" Táið eg so fór avstað og vaskaði mær, fekk eg sjónina."
12 Tey søgdu við hann: "Hvar er Hann?" Hann svaraði: "Tað veit eg ikki."
13 Tá fóru tey til Fariseararnar við honum, sum blindur hevði verið.
14 Men tað var sabbatur, tann dagin Jesus gjørdi deiggið og læt upp eygu hansara.
15 Fariseararnir spurdu hann nú á sama hátt, hvussu hann hevði fingið sjónina. Hann svaraði teimum: "Hann legði deiggj á eygu míni, og eg vaskaði mær, og nú síggi eg."
16 Tá søgdu nakrir av Farisearunum: "Hesin maður er ikki frá Gudi, síðani Hann heldur ikki sabbatin!" Aðrir søgdu: "Hvussu kann maður, sum syndari er, gera slík tekin!" Teir komu tá ikki ásamt.
17 So søgdu teir uppaftur við hin blinda: "Hvat sigur tú um Hann, við tað at Hann hevur latið upp eygu tíni?" Hann svaraði: "Hann er profetur!"
18 Nú trúðu Jødarnir ikki um hann, at hann hevði verið blindur og hevði fingið sjónina, fyrrenn teir fingu sent boð eftir foreldrum hansara, sum sjónina hevði fingið.
19 Teir spurdu so tey: "Er hetta sonur tykkara, sum tit siga, er føddur blindur? Hvussu ber tað tá til, at hann sær nú?"
20 Foreldur hansara svaraðu teimum: "Vit vita, at hetta er sonur okkara, og at hann er føddur blindur.
21 Men hvussu tað hevur gingið til, at hann sær nú, vita vit ikki, ei heldur, hvør ið hevur latið upp eygu hansara. Spyrjið hann - hann er nóg gamal, hann má sjálvur svara fyri seg!"
22 - Hetta søgdu foreldur hansara, tí tey óttaðust Jødarnar; tí Jødarnir vóru longu komnir ásamt um, at ein og hvør, ið játtaði Hann sum Kristus, skuldi verða koyrdur úr sýnagoguni.
23 Tí søgdu foreldur hansara: "Hann er nóg gamal, spyrjið hann sjálvan!"
24 Teir sendu nú aðru ferð boð eftir manninum, ið blindur hevði verið, og søgdu við hann: "Gev Gudi dýrdina! Vit vita, at hesin maður er syndari!"
25 Hann svaraði: "Um Hann er syndari, veit eg ikki; eitt veit eg, at eg, sum var blindur, síggi nú!"
26 Teir søgdu nú aftur við hann: "Hvat gjørdi Hann við teg? Hvussu læt Hann upp eygu tíni?"
27 Hann svaraði teimum: "Eg havi longu sagt tykkum tað, og tit lurtaðu ikki eftir! Hví vilja tit hoyra tað uppaftur? Ætla tit við at verða lærisveinar Hansara?"
28 Tá skeldaðu teir hann og søgdu: "Tú ert lærisveinur Hansara! Vit eru lærisveinar Mósesar.
29 Við Móses hevur Gud talað, tað vita vit, men hesin - hvaðani Hann er, vita vit ikki."
30 Maðurin svaraði teimum: "Tað er tó løgið, at tit ikki vita, hvaðani Hann er - og Hann hevur latið upp eygu míni!
31 Vit vita, at Gud hoyrir ikki syndarar; men óttast onkur Hann og ger vilja Hansara - hann hoyrir Hann.
32 Tað er óhoyrt, so leingi heimurin hevur staðið, at nakar hevur latið upp eygu eins, ið var føddur blindur.
33 Var hesin ikki frá Gudi, kundi Hann einki gjørt."
34 Teir svaraðu honum: "Tú, sum ert føddur í synd, allur sum tú ert, tú ætlar at læra okkum!" Og teir róku hann út.
35 Jesus fekk at frætta, at teir høvdu rikið hann út, og táið Hann hitti hann, segði Hann við hann: "Trýrt tú á Son Guds?"
36 Hann svaraði: "Hvør er Hann, Harri - so eg fái trúð á Hann?"
37 Jesus segði við hann: "Tú hevur sæð Hann; tað er Hann, sum talar við teg!"
38 Tá segði hann: "Eg trúgvi, Harri!" og fall niður fyri Honum.
39 Jesus segði: "Til dóm eri Eg komin í henda heim, fyri at tey, sum ikki síggja, skulu fáa sjón, og tey, sum síggja, skulu verða blind."
40 Nakrir av Farisearunum, sum hjá Honum vóru, hoyrdu hetta, og teir søgdu við Hann: "Vit eru kanska blindir við!"
41 Jesus svaraði teimum: "Vóru tit blindir, høvdu tit ikki synd; men nú siga tit: "Vit síggja!" - Tí verður synd tykkara verandi."