Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Jóhannes
Kapittul 16
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 "Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at einki skal verða tykkum til ástoyt.
2 Teir skulu koyra tykkum úr sýnagogunum, ja, tann tíð skal koma, táið hvør tann, ið drepur tykkum, fer at halda seg dýrka Gud við tí.
3 Hetta fara teir at gera, tí teir kenna hvørki Faðirin ella Meg.
4 Eg havi talað hetta til tykkara, fyri at tit, táið tíðin kemur, skulu minnast, at Eg havi sagt tykkum tað; men hetta segði Eg tykkum ikki frá upphavi, tí Eg var hjá tykkum.
5 Nú fari Eg burtur til Hansara, sum hevur sent Meg, og eingin av tykkum spyr Meg: "Hvar fert Tú?"
6 Men hjarta tykkara er vorðið fult av sorg, tí Eg havi talað hetta til tykkara.
7 Tó, Eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum til gagn, at Eg fari burtur; tí fari Eg ikki burtur, kemur Talsmaðurin ikki til tykkara, men fari Eg burtur, skal Eg senda tykkum Hann.
8 Táið Hann kemur, skal Hann sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm -
9 um synd, tí tey trúgva ikki á Meg,
10 um rættvísi, tí Eg fari til Faðir Mín, og tit síggja Meg ikki longur,
11 um dóm, tí høvdingin yvir hesum heimi er dømdur.
12 Eg havi nógv at siga tykkum enn, men tit fáa ikki borið tað nú.
13 Men táið Hann, Andi sannleikans, kemur, skal Hann leiða tykkum í allan sannleikan. Tí Hann skal ikki tala av Sær sjálvum, nei, tað, sum Hann hoyrir, skal Hann tala, og tað, sum koma skal, fer Hann at kunngera tykkum.
14 Hann skal dýrmeta Meg, tí Hann skal taka av Mínum og kunngera tykkum.
15 Alt, sum Faðirin hevur, er Mítt; tí segði Eg, at Hann skal taka av Mínum og kunngera tykkum.
16 Lítla stund, so síggja tit Meg ikki longur, og aftur lítla stund, so skulu tit síggja Meg!"
17 Tá søgdu nakrir av lærisveinum Hansara hvør við annan: "Hvat er hetta, Hann sigur við okkum: "Lítla stund, so síggja tit Meg ikki, og aftur lítla stund, so skulu tit síggja Meg", og: "Eg fari til Faðirin"?"
18 Teir søgdu tá: "Hvat er hetta, Hann sigur: "Lítla stund"? Vit skilja ikki, hvat Hann meinir."
19 Jesus vitsti, at teir fóru at spyrja Hann, og Hann segði við teir: "Tit tala hvør við annan um hetta, sum Eg segði: "Lítla stund, so síggja tit Meg ikki, og aftur lítla stund, so skulu tit síggja Meg!"
20 Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tit skulu gráta og vena tykkum, men heimurin skal gleðast; tit skulu hava sorg, men sorg tykkara skal vendast í gleði.
21 Táið kvinnan eigur, hevur hon sorg, tí tími hennara er komin; men táið hon hevur átt barnið, minnist hon ikki longur angist sína av gleði um, at menniskja er borið í heim.
22 Soleiðis hava eisini tit nú sorg, men Eg skal síggja tykkum aftur, og hjarta tykkara skal gleðast, og eingin tekur gleði tykkara frá tykkum.
23 Tann dag fara tit einki at spyrja Meg um. Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Hvat tit so biðja Faðirin um, skal Hann geva tykkum í navni Mínum.
24 Higartil hava tit einki biðið um í navni Mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin!
25 Hetta havi Eg talað til tykkara í líknilsum; tann tíð kemur, táið Eg ikki longur skal tala til tykkara í líknilsum, men beint fram siga tykkum frá Faðirinum.
26 Tann dag skulu tit biðja í navni Mínum, og Eg sigi ikki við tykkum, at Eg skal biðja Faðirin fyri tykkum;
27 tí Faðirin elskar tykkum sjálvur, aftur fyri at tit hava elskað Meg og trúð, at Eg eri gingin út frá Gudi.
28 Eg gekk út frá Faðirinum og eri komin í heimin; Eg fari úr aftur heiminum og fari til Faðirin."
29 Tá søgdu lærisveinar Hansara: "Nú talar Tú beint fram og sigur einki líknilsi!
30 Nú vita vit, at Tú veitst alt og hevur ikki fyri neyðini, at nakar spyr Teg; tí trúgva vit, at Tú ert gingin út frá Gudi."
31 Jesus svaraði teimum: "Nú trúgva tit!
32 Men tann stund kemur - og hon er komin - táið tit skulu verða spjaddir hvør til sítt og lata Meg einsamallan; tó, Eg eri ikki einsamallur, tí Faðirin er við Mær.
33 Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir - Eg havi sigrað yvir heiminum!"