Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Jóhannes
Kapittul 7
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Eftir hetta ferðaðist Jesus um í Galilea; tí Hann vildi ikki ferðast í Judea, við tað at Jødarnir lógu Honum eftir lívinum.
2 Og høgtíð Jødanna - leyvsalahøgtíðin - var nær.
3 Tá søgdu brøður Hansara við Hann: "Far burtur hiðani og far til Judea, so eisini lærisveinar Tínir kunnu fáa at síggja verk Tíni, sum Tú gert!
4 Tí eingin ger nakað í loyndum, táið hann sjálvur liggur eftir at vera kendur millum fólk; gert Tú hetta, so vís Teg fyri heiminum!"
5 - Tí heldur ikki brøður Hansara trúðu á Hann.
6 Jesus segði við teir: "Tíð Mín er ikki komin enn, men tíð tykkara er altíð í hondum.
7 Heimurin kann ikki hata tykkum; men Meg hatar hann, tí Eg vitni um hann, at verk hansara eru ónd.
8 Farið tit niðan til høgtíðina! Eg fari ikki enn niðan til hesa høgtíð; tíð Mín er ikki fullkomin enn."
9 Táið Hann hevði sagt hetta við teir, varð Hann verandi í Galilea.
10 Men táið brøður Hansara vóru farnir niðan til høgtíðina, fór eisini Hann niðan, tó ikki opinlýst, men sum í loyndum.
11 Jødarnir leitaðu tá eftir Honum á høgtíðini og søgdu: "Hvar er Hann?"
12 Og í loyndum gekk nógv tos um Hann millum fólkið; summi søgdu: "Hann er góður maður!" Men summi søgdu: "Nei, Hann villleiðir fólkið!"
13 Tó talaði eingin opinlýst um Hann, av ótta fyri Jødunum.
14 Men táið longu hálv høgtíðin var liðin, fór Jesus niðan í templið og lærdi.
15 Tá undraðust Jødarnir og søgdu: "Hvaðani hevur hesin lærdóm Sín, táið Hann ikki hevur lært?"
16 Jesus svaraði teimum: "Læra Mín er ikki Mín, men Hansara, sum hevur sent Meg.
17 Vil nakar gera vilja Hansara, skal hann fáa at síggja, um læran er av Gudi, ella Eg tali av Mær sjálvum.
18 Tann, ið talar av sær sjálvum, søkir sína egnu æru; men tann, ið søkir æru hansara, sum sendi hann, er sannorðaður, og órættur er ikki í honum.
19 Hevur ikki Móses givið tykkum lógina! - Og eingin av tykkum heldur lógina! Hví liggja tit Mær eftir lívinum?"
20 Fólkið svaraði: "Tú ert settur av illum anda! Hvør liggur Tær eftir lívinum!"
21 Jesus svaraði teimum: "Eitt verk gjørdi Eg, og tit undrast øll á tað.
22 Móses hevur givið tykkum umskeringina - ikki so, at hon er frá Mósesi, men frá fedrunum - og tit umskera mann sabbat.
23 Verður nú maður umskorin sabbat, fyri at Móselóg skal ikki verða brotin, eru tit tá ill inn á Meg, tí Eg gjørdi eitt heilt menniskja frískt sabbat?
24 Dømið ikki eftir útsjónd, men dømið rættvísan dóm!"
25 Nakrir Jerúsalemsmenn søgdu nú: "Er tað ikki hasum, teir liggja eftir lívinum?
26 Og nú talar Hann frítt, og teir siga ikki orð við Hann! Munnu ráðharrarnir veruliga hava ásannað, at Hann er Kristus?
27 Tó, um henda vita vit, hvaðani Hann er; men táið Kristus kemur, veit eingin, hvaðani Hann er."
28 Tá rópti Jesus, meðan Hann lærdi í templinum: "Tit bæði kenna Meg og vita, hvaðani Eg eri! Og av Mær sjálvum eri Eg ikki komin; men Hann er sannur, sum sendi Meg, Hann, sum tit ikki kenna.
29 Eg kenni Hann, tí Eg eri frá Honum, og Hann hevur sent Meg."
30 Tá royndu teir at taka Hann; men tó legði eingin hond á Hann - tí tími Hansara var ikki komin enn.
31 Men mong av fólkinum trúðu á Hann; og tey søgdu: "Táið Kristus kemur, man Hann tá fara at gera fleiri tekin, enn hesin hevur gjørt!"
32 Fariseararnir hoyrdu, at fólkið í loyndum tosaði hetta um Hann, og høvuðsprestarnir og Fariseararnir sendu tænarar avstað at taka Hann.
33 Jesus segði tá: "Stutta tíð enn eri Eg hjá tykkum; so fari Eg avstað til Hansara, sum sendi Meg.
34 Tit skulu leita eftir Mær og ikki finna Meg, og hagar sum Eg eri, kunnu tit ikki koma."
35 Tá søgdu Jødarnir hvør við annan: "Hvar ætlar Hann at fara, táið vit ikki skulu kunna finna Hann? Man Hann ætla at fara til teirra, ið spjadd eru millum Grikkar, og læra Grikkar?
36 Hvat er hetta, Hann sigur: "Tit skulu leita eftir Mær og ikki finna Meg, og hagar sum Eg eri, kunnu tit ikki koma"?"
37 Hin síðsta - hin stóra - dagin í høgtíðini stóð Jesus og rópti: "Um nakar tystir, komi hann til Mín og drekki!
38 Tann, ið trýr á Meg, úr lívi hansara skulu, sum skriftin hevur sagt, renna streymar av livandi vatni."
39 Hetta segði Hann um Andan, ið tey skuldu fáa, sum trúðu á Hann; tí Heilagi Andin var ikki enn, av tí at Jesus var ikki enn vorðin dýrmætur.
40 Nøkur av fólkinum søgdu nú, táið tey hoyrdu hesi orð: "Vissuliga er hesin profeturin!"
41 Onnur søgdu: "Hann er Kristus!" Uppaftur onnur søgdu: "Kristus kemur tá ikki úr Galilea?
42 Hevur ikki skriftin sagt, at Kristus kemur av ætt Dávids og úr Betlehem - býnum, sum Dávid var í?"
43 So varð nú ósemja millum fólkið um Hann.
44 Og nakrir av teimum ætlaðu at taka Hann; men tó legði eingin hond á Hann.
45 Tænararnir komu nú til høvuðsprestarnar og Fariseararnar, og teir søgdu við teir: "Hví eru tit ikki komnir higar við Honum?"
46 Tænararnir svaraðu: "Aldri hevur nakað menniskja talað, soleiðis sum hesin maður!"
47 Tá svaraðu Fariseararnir teimum: "Eru eisini tit villleiddir!
48 Hevur nakar av ráðharrunum trúð á Hann, ella nakar av Farisearunum!
49 Men hesin hópur, ið ikki kennir lógina, er bannaður!"
50 Nikodemus, sum var ein teirra - hann, sum einaferð áður hevði verið hjá Honum - segði við teir:
51 "Lóg okkara dømir tó ongan, uttan hann fyrst er hoyrdur, og fingist hevur at vita, hvat hann hevur gjørt!"
52 Teir svaraðu honum: "Ert tú við úr Galilea? Rannsaka, so fært tú at síggja, at eingin profetur kemur úr Galilea!"
53 Og teir fóru hvør til sín sjálvs.