Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Jóhannes
Kapittul 21
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Eftir hetta opinberaði Jesus Seg aftur fyri lærisveinunum við Tiberiasvatn. Hann opinberaði Seg soleiðis:
2 Símun Pætur, Tummas, sum kallaðist Tvíburi, Natanael úr Kana í Galilea, synir Zebedeus, og tveir aðrir av lærisveinum Hansara vóru saman.
3 Símun Pætur segði tá við teir: "Eg fari út at fiska." Teir søgdu við hann: "Eisini vit koma við tær." So fóru teir avstað og fóru í bátin; men ta náttina fingu teir einki.
4 Táið nú morgunin var komin, stóð Jesus á strondini; tó vitstu lærisveinarnir ikki, at tað var Jesus.
5 Jesus segði tá við teir: "Børn, hava tit nakað at eta?" Teir svaraðu Honum: "Nei."
6 Hann segði við teir: "Setið út garnið høgrumegin bátin, so skulu tit fáa!" Teir settu tað tá út, og nú vóru teir ikki mentir at draga tað upp, so nógvur fiskur var í tí.
7 Lærisveinurin, ið Jesus elskaði, segði tá við Pætur: "Tað er Harrin!" Táið Símun Pætur hoyrdi, at tað var Harrin, bant hann kyrtil sín um seg - tí hann var nakin - og leyp út í vatnið.
8 Men hinir lærisveinarnir komu við bátinum - tí teir vóru ikki langt frá landi, bert einar 200 alin - og teir sleipaðu garnið við fiskinum eftir sær.
9 Táið teir nú komu á land, sóu teir kolgløður liggja har og fisk á teimum, og breyð.
10 Jesus segði við teir: "Komið higar við fiski av tí, sum tit fingu nú!"
11 Tá fór Símun Pætur í bátin og dró garnið á land, fult av stórum fiski, 153; og tó at so mangir vóru, skrædnaði garnið ikki.
12 Jesus segði við teir: "Komið higar og fáið tykkum at eta!" Men eingin av lærisveinunum vágaði sær at spyrja Hann: "Hvør ert Tú?" Tí teir skiltu, at tað var Harrin.
13 Jesus kom tá og tók breyðið og gav teimum tað, somuleiðis fiskin.
14 Hetta var nú triðja ferðin, Jesus opinberaði Seg fyri lærisveinum Sínum, eftir at Hann var risin upp frá hinum deyðu.
15 Táið teir høvdu etið, segði Jesus við Símun Pætur: "Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg, meir enn hesir?" Hann svaraði Honum: "Ja, Harri, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!" Tá segði Hann við hann: "Føð lomb Míni!"
16 Uppaftur segði Hann við hann, aðru ferð: "Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg?" Hann svaraði Honum: "Ja, Harri, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!" Tá segði Hann við hann: "Ver hirði hjá seyði Mínum!"
17 Hann segði triðju ferð við hann: "Símun, sonur Jóhannes, hevur tú Meg kæran?" Pætur varð tungur, tí Hann triðju ferð segði við hann: "Hevur tú Meg kæran?" og hann segði við Hann: "Harri, Tú veitst alt, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!" Tá segði Jesus við hann: "Føð seyð Mín!
18 Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Táið tú vart yngri, gyrdi tú teg sjálvur og fórt, hagar tú vildi; men táið tú verður gamal, skalt tú rætta út hendur tínar, og annar skal gyrða teg og leiða teg, hagar tú ikki vilt."
19 Hetta segði Hann fyri at vísa, á hvønn hátt hann skuldi doyggja fyri at dýrmeta Gud. Og táið Hann hevði sagt hetta, segði Hann við hann: "Fylg Mær!"
20 Pætur vendi sær og sá, at lærisveinurin, sum Jesus elskaði, kom aftaná, hann, sum lá við bróst Hansara við kvøldmáltíðina og segði: "Harri! Hvør er tann, ið svíkur Teg?"
21 Táið Pætur nú sá hann, segði hann við Jesus: "Harri, hvussu verður tá við hesum?"
22 Jesus svaraði honum: "Um Eg vil, at hann skal liva, inntil Eg komi, hvat kemur tær við tað! Fylg tú Mær!"
23 Tí kom hetta orðið út ímillum brøðurnar: "Hesin lærisveinur doyr ikki!" Og Jesus hevði tó ikki sagt við hann, at hann skuldi ikki doyggja, men: "Um Eg vil, at hann skal liva, inntil Eg komi, hvat kemur tær við tað!"
24 Hetta er lærisveinurin, ið vitnar um hetta og hevur skrivað hetta; og vit vita, at vitnisburður hansara er sannur.
25 Men eisini er mangt annað, sum Jesus hevur gjørt; skuldi tað verðið skrivað, hvørt fyri seg, haldi eg, at allur heimurin hevði ikki rúmað bókunum, ið tá høvdu verðið skrivaðar.