Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Jóhannes
Kapittul 12
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Seks dagar fyri páskir kom Jesus tá til Betania, har Lazarus búði, hann, sum Jesus hevði reist upp frá hinum deyðu.
2 Har varð gjørd kvøldmáltíð fyri Honum, og Marta kokkaðist; men Lazarus var ein teirra, sum sótu til borðs saman við Honum.
3 Tá tók Maria pund av óblandaðari nardussalvu, ógvuliga dýrari, salvaði føtur Jesusar og turkaði føtur Hansara við hári sínum; húsið fyltist av góða anga salvunnar.
4 Tá segði ein av lærisveinum Hansara, Judas Iskariot - hann, sum seinni sveik Hann -:
5 "Hví varð henda salva ikki seld fyri 300 denarar og givin fátækum!"
6 Hetta segði hann, ikki tí at hini fátæku lógu honum á hjarta, men tí hann var tjóvur; hann hevði peningapungin undir hond og tók tað, sum í hann varð lagt.
7 Tá segði Jesus: "Lat hana vera! Hon hevur goymt hana til tann dag, jarðarferð Mín skal vera.
8 Hini fátæku hava tit altíð hjá tykkum, men Meg hava tit ikki altíð."
9 Stór mongd av Jødunum fekk nú at vita, at Hann var har; og tey komu, ikki bert fyri Jesusar skuld, men eisini at síggja Lazarus, sum Hann hevði reist upp frá hinum deyðu.
10 Høvuðsprestarnir ráðløgdu tá um at drepa Lazarus við;
11 tí fyri hansara skuld fóru nógvir av Jødunum hagar og komu til trúgv á Jesus.
12 Dagin eftir, táið alt hitt nógva fólk, ið komið var til høgtíðina, fekk at hoyra, at Jesus kom til Jerúsalem,
13 tóku tey pálmagreinar og fóru út ímóti Honum og róptu: "Hosianna! Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans, kongur Ísraels!"
14 Jesus fann nú ungt esil og setti Seg á tað - sum skrivað er -:
15 "Óttast ikki, dóttir Zion! Hygg, kongur tín kemur, sitandi á esilsfyli!"
16 Hetta skiltu lærisveinar Hansara ikki tá við tað sama; men táið Jesus var vorðin dýrmætur, kom teimum í hug, at hetta var skrivað um Hann, og at teir høvdu gjørt hetta fyri Hann.
17 Fólkið, sum var í fylgi við Honum, vitnaði nú, at Hann hevði kallað Lazarus út úr grøvini og reist hann upp frá hinum deyðu.
18 Tí var tað eisini, fólkið fór ímóti Honum, tí tey frættu, at Hann hevði gjørt hetta tekinið.
19 Fariseararnir søgdu tá hvør við annan: "Tit síggja, at tit vinna einki! Hyggið, allur heimurin hongur uppi í Honum!"
20 Nú vóru nakrir Grikkar millum teirra, sum komu niðan at tilbiðja á høgtíðini.
21 Teir komu til Filip, sum var úr Betsaida í Galilea, og bóðu hann: "Harri, vit høvdu fegin viljað sæð Jesus!"
22 Filip fór og segði tað við Andrias; Andrias og Filip komu og søgdu tað við Jesus.
23 Jesus svaraði teimum: "Tímin er komin, at Menniskjasonurin skal verða dýrmettur.
24 Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, verður bert hitt eina kornið, men doyr tað, ber tað nógvan ávøkst.
25 Tann, ið elskar lív sítt, missir tað, men tann, ið hatar lív sítt í hesum heimi, skal hava tað, og hava ævigt lív.
26 Vil nakar tæna Mær - hann fylgi Mær! Og har sum Eg eri, skal eisini tænari Mín vera! Um nakar tænir Mær - hann skal Faðirin æra.
27 Nú er sál Mín í angist, og hvat skal Eg siga? - Faðir, frels Meg frá hesum tíma? Tó, tað er júst tí, Eg eri komin - til henda tíma!
28 Faðir, dýrmet navn Títt!" - Tá kom rødd av Himli: "Eg bæði havi dýrmett tað og skal aftur dýrmeta tað!"
29 Fólkið, ið stóð har og hoyrdi tað, segði tá, at tað var toran, ið gekk; onnur søgdu: "Tað var eingil, ið talaði til Hansara!"
30 Tá svaraði Jesus: "Ikki fyri Mína skuld kom handa rødd, men fyri tykkara skuld.
31 Nú gongur dómur yvir henda heim; nú skal høvdingin yvir hesum heimi verða kastaður út.
32 Og táið Eg verði lyftur upp frá jørðini, skal Eg draga øll til Mín."
33 - Hetta segði Hann fyri at peika á, hvønn deyða Hann skuldi doyggja.
34 Tá svaraði fólkið Honum: "Vit hava hoyrt úr lógini, at Kristus verður í allar ævir; hvussu kanst Tú tá siga, at Menniskjasonurin skal verða lyftur upp? Hvør er hesin Menniskjasonur?"
35 Jesus segði við tey: "Lítla stund aftrat er ljósið hjá tykkum; gangið, meðan tit hava ljósið, so myrkrið kemur ikki á tykkum! Tann, sum gongur í myrkri, veit ikki, hvar hann fer.
36 Trúgvið á ljósið, meðan tit hava ljósið, so tit kunnu verða børn ljóssins!" Hetta talaði Jesus, og so fór Hann avstað og fjaldi Seg fyri teimum.
37 Men tóat Hann hevði gjørt so mong tekin fyri eygum teirra, trúðu tey ikki á Hann -
38 fyri at orð Esaiasar profets skuldi ganga út, tað, sum hann hevur sagt: "Harri, hvør trúði tí, sum hann hoyrdi av okkum, og fyri hvørjum varð armur Harrans opinberaður!"
39 Tí kundu tey ikki trúgva; tí Esaias hevur uppaftur sagt:
40 "Hann hevur blindað eygu teirra og gjørt hjarta teirra hart, so tey skulu ikki síggja við eygunum og skilja við hjartanum og venda við, so Eg kundi grøtt tey."
41 Hetta segði Esaias, tí hann sá dýrd Hansara og talaði um Hann.
42 Tó vóru mangir, sum trúðu á Hann, eisini av ráðharrunum; men teir kendust ikki við tað; tí teir óttaðust Fariseararnar og vildu sleppa frá at verða koyrdir úr sýnagoguni.
43 Teir elskaðu meiri heiður frá menniskjum enn heiður frá Gudi.
44 Men Jesus rópti: "Tann, ið trýr á Meg, trýr ikki á Meg, men á Hann, ið sendi Meg!
45 Og tann, ið sær Meg, sær Hann, ið sendi Meg!
46 Eg eri komin sum ljós í heimin, fyri at eingin, sum trýr á Meg, skal verða verandi í myrkri.
47 Um onkur hoyrir orð Míni og leggur sær tey ikki á hjarta - hann dømi ikki Eg; tí Eg eri ikki komin at døma heimin, men at frelsa heimin.
48 Tann, ið vrakar Meg og tekur ikki við orðum Mínum, hevur tann, ið dømir hann; orðið, ið Eg havi talað, skal døma hann síðsta dag.
49 Tí Eg havi ikki talað av Mær sjálvum; nei, Faðirin, sum sendi Meg, hevur givið Mær boð um tað, sum Eg skal siga, og tað, sum Eg skal tala.
50 Og Eg veit, at boð Hansara er ævigt lív. Tað, sum Eg tí tali, tali Eg, soleiðis sum Faðirin hevur sagt Mær."