1 | Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud. |
|
2 | Hann var í upphavi hjá Gudi. |
|
3 | Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er. |
|
4 | Í Honum var lív, og lívið var ljós menniskjanna. |
|
5 | Ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið skilti tað ikki. |
|
6 | Maður kom, sendur frá Gudi; navn hansara var Jóhannes. |
|
7 | Hann kom til vitnisburð, at hann skuldi vitna um ljósið, so øll skuldu koma til trúgv við honum. |
|
8 | Hann var ikki ljósið, men hann skuldi vitna um ljósið. |
|
9 | Hitt sanna ljósið, tað, sum lýsir yvir øll menniskju, skuldi nú koma í heimin. |
|
10 | Hann var í heiminum, og heimurin er vorðin til við Honum; men heimurin kendi Hann ikki. |
|
11 | Hann kom til Sítt egna, men Hansara egnu tóku ikki ímóti Honum. |
|
12 | Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds - teimum, ið trúgva á navn Hansara; |
|
13 | tey eru fødd, ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi. |
|
14 | Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum. |
|
15 | Jóhannes vitnar um Hann, rópar og sigur: "Hesin er Hann, sum eg segði um: "Tann, ið kemur eftir meg, er komin undan mær, tí Hann var, áðrenn eg."" |
|
16 | Av fylling Hansara hava vit øll fingið, og tað náði yvir náði. |
|
17 | Tí lógin varð givin við Mósesi; náðin og sannleikin eru komin við Jesusi Kristi. |
|
18 | Eingin hevur nakrantíð sæð Gud; hin einborni Sonurin, sum er í fangi Faðirsins, hevur kunngjørt Hann. |
|
19 | Hetta er tað, ið Jóhannes vitnaði, táið Jødarnir sendu prestar og Levitar úr Jerúsalem at spyrja hann, hvør hann var. |
|
20 | Tá segði hann beint fram og noktaði ikki, hann viðgekk: "Eg eri ikki Kristus." |
|
21 | Teir spurdu hann: "Hvat tá? Ert tú Elias?" Hann svaraði: "Tað eri eg ikki." "Ert tú profeturin?" Hann svaraði: "Nei!" |
|
22 | Tá søgdu teir við hann: "Hvør ert tú? so vit fáa givið teimum svar, sum hava sent okkum; hvat sigur tú um teg sjálvan?" |
|
23 | Hann svaraði: "Eg eri rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: "Javnið Harranum vegin!" sum Esaias profetur hevur sagt!" |
|
24 | Teir, ið út vóru sendir, vóru Farisearar. |
|
25 | Teir spurdu hann nú: "Hví doypir tú tá, táið tú ikki ert Kristus, ei heldur Elias, ei heldur profeturin?" |
|
26 | Jóhannes svaraði teimum: "Eg doypi í vatni; mitt ímillum tykkara stendur tann, sum tit kenna ikki, |
|
27 | Hann, sum kemur eftir meg, og sum eg ikki eri verdigur at loysa skóreimina hjá." |
|
28 | Hetta hendi í Betania hinumegin Jordan, har sum Jóhannes doypti. |
|
29 | Dagin eftir sá hann Jesus koma til sín, og segði: "Hygg lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins! |
|
30 | Hesin er tann, sum eg segði um: "Eftir meg kemur maður, sum er komin undan mær; tí Hann var, áðrenn eg." |
|
31 | Eg kendi Hann ikki; men fyri at Hann skuldi verða Ísrael opinberaður, eri eg komin og doypi í vatni." |
|
32 | Og Jóhannes vitnaði og segði: "Eg havi sæð Andan dala niður av Himli sum dúvu, og Hann varð verandi yvir Honum. |
|
33 | Eg kendi Hann ikki; men tann, sum sendi meg at doypa í vatni, segði við meg: "Tann, sum tú sært Andan dala niður yvir og verða verandi yvir, er tann, sum doypir í Heilaga Andanum." |
|
34 | Og eg havi sæð tað, og eg havi vitnað, at hesin er Sonur Guds." |
|
35 | Dagin eftir stóð Jóhannes aftur har, og tveir lærisveinar hansara. |
|
36 | Hann hugdi á Jesus, sum kom gangandi, og segði: "Hygg lamb Guds!" |
|
37 | Lærisveinarnir báðir hoyrdu orð hansara, og teir fóru aftan á Jesusi. |
|
38 | Tá vendi Jesus Sær á; og táið Hann sá teir koma aftan á Sær, segði Hann við teir: |
|
39 | "Hvat vilja tit?" Teir svaraðu Honum: "Rabbi" (sum útlagt er: Meistari), "hvar hevur Tú tilhald?" |
|
40 | Hann segði við teir: "Komið og síggið!" Teir komu tá og sóu, hvar Hann hevði tilhald, og teir vórðu hjá Honum tann dagin; tað var um tíggjunda tíman. |
|
41 | Annar av teimum báðum, ið hoyrdu tað, sum Jóhannes segði, og fóru aftan á Jesusi, var Andrias, bróðir Símun Pætur. |
|
42 | Hann hitti fyrst bróður sín, Símun, og segði við hann: "Vit hava funnið Messias" (tað er útlagt: Kristus). |
|
43 | Og hann fór til Jesus við honum. Jesus hugdi uppá hann og segði: "Tú ert Símun, sonur Jóhannes; tú skalt eita Kefas" (tað er útlagt: Petrus). |
|
44 | Dagin eftir ætlaði Hann at fara haðani til Galilea, og Hann hitti Filip. Jesus segði við hann: "Fylg Mær!" |
|
45 | Filip var úr Betsaida, býnum, sum Andrias og Pætur vóru úr. |
|
46 | Filip hitti Natanael og segði við hann: "Vit hava funnið Hann, sum Móses hevur skrivað um í lógini, og profetarnir við, Jesus, son Jósef, úr Nazaret!" |
|
47 | Natanael segði við hann: "Kann nakað gott vera úr Nazaret?" Filip svaraði honum: "Kom og síggj!" |
|
48 | Jesus sá Natanael koma til Sín, og segði um hann: "Hygg, hetta er sanniliga Ísraelsmaður, sum ikki er svik í!" |
|
49 | Natanael spurdi Hann: "Hvaðani kennir Tú meg?" Jesus svaraði honum: "Áðrenn Filip rópti teg, sá Eg teg - meðan tú vart undir fikutrænum." |
|
50 | Natanael svaraði Honum: "Rabbi, Tú ert Sonur Guds, Tú ert kongur Ísraels!" |
|
51 | Jesus svaraði honum: "Trýrt tú, fyri tað at Eg segði við teg, at Eg sá teg undir fikutrænum? Tú skalt fáa at síggja tað, ið størri er enn hetta!" |
|
52 | So segði Hann við hann: "Sanniliga, sanniliga sigi Eg tykkum: Tit skulu fáa at síggja Himmalin opnan og einglar Guds stíga upp og fara niður yvir Menniskjasyninum!" |
|
|