Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Jóhannes
Kapittul 20
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Fyrsta dagin í vikuni kom Maria Magdalena tíðliga til grøvina, meðan enn var myrkt; hon sá tá, at steinurin var tikin frá grøvini.
2 Tá leyp hon avstað og kom til Símun Pætur og hin lærisveinin, hann, sum Jesus elskaði, og segði við teir: "Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt Hann!"
3 Pætur og hin lærisveinurin fóru tá avstað og komu til grøvina.
4 Teir lupu báðir avstað saman; men hin lærisveinurin rann undan, skjótari enn Pætur, og kom fyrr til grøvina.
5 Táið hann boygdi seg niður, sá hann línklæðini liggja har; men hann fór tó ikki inn.
6 Nú kom Símun Pætur - sum var aftan á honum; hann fór inn í grøvina og sá, at línklæðini lógu har,
7 og at sveittadúkurin, sum hevði verið á høvdi Hansara, lá ikki saman við línklæðunum, men lá samanlagdur á øðrum staði, fyri seg sjálvan.
8 Tá fór eisini hin lærisveinurin inn, hann, sum fyrr var komin til grøvina; og hann sá og trúði.
9 Tí enn skiltu teir ikki skriftina, at Hann skuldi rísa upp frá hinum deyðu.
10 Lærisveinarnir fóru tá heimaftur til sín sjálvs.
11 Men Maria stóð uttanfyri við grøvina og græt. Sum hon nú græt, boygdi hon seg niður og hugdi inn í grøvina;
12 hon sá tá tveir einglar í hvítum klæðum sita, annan við høvdalagið og annan við fótalagið, har sum likam Jesusar hevði ligið.
13 Teir søgdu við hana: "Kvinna, hví grætur tú?" Hon svaraði teimum: "Tí teir hava tikið Harra mín, og eg veit ikki, hvar teir hava lagt Hann!"
14 Táið hon hetta hevði sagt, vendi hon sær og sá Jesus standa har; men hon vitsti ikki, at tað var Jesus.
15 Jesus segði við hana: "Kvinna, hví grætur tú? Hvørjum leitar tú eftir?" Hon helt tað vera urtagarðsmannin og segði við Hann: "Harri, hevur Tú borið Hann burt, so sig mær, hvar Tú hevur lagt Hann, so skal eg taka Hann!"
16 Jesus segði við hana: "Maria!" Tá vendi hon sær og segði við Hann á hebraiskum: "Rabbuni!" (tað er meistari).
17 Jesus segði við hana: "Nem ikki við Meg! Eg eri ikki enn farin upp til Faðir Mín; nei, far til brøður Mínar og sig við teir, at Eg fari upp til Faðir Mín og Faðir tykkara, til Gud Mín og Gud tykkara!"
18 Maria Magdalena fór og segði lærisveinunum: "Eg havi sæð Harran!" - og at Hann hevði sagt hetta við hana.
19 Táið nú kvøldið var komið henda dagin, fyrsta dagin í vikuni, og dyrnar vóru stongdar, har sum lærisveinarnir vóru, av ótta fyri Jødunum, kom Jesus og stóð mitt ímillum teirra og segði við teir: "Friður veri við tykkum!"
20 Táið Hann hetta hevði sagt, vísti Hann teimum hendur Sínar og síðu Sína. Tá vórðu lærisveinarnir glaðir - táið teir sóu Harran.
21 Jesus segði tá aftur við teir: "Friður veri við tykkum! Sum Faðirin hevur sent Meg, sendi Eg tykkum."
22 Táið Hann hetta hevði sagt, andaði Hann á teir og segði við teir: "Takið ímóti Heilaga Andanum!
23 Fyrigeva tit einum syndirnar, eru tær honum fyrigivnar; nokta tit einum fyrigeving, er hon honum noktað."
24 Men Tummas, hann, sum kallaðist Tvíburi - ein av hinum tólv - var ikki saman við teimum, táið Jesus kom.
25 Hinir lærisveinarnir søgdu nú við hann: "Vit hava sæð Harran!" Men hann svaraði teimum: "Fái eg ikki at síggja naglamerkini í hondum Hansara, og sleppi eg ikki at stinga fingur mín í naglamerkini og stinga hond mína í síðu Hansara, vil eg als ikki trúgva tí!"
26 Átta dagar eftir vóru lærisveinar Hansara aftur inni har, og Tummas við teimum. Tá kom Jesus, meðan dyrnar vóru stongdar, og stóð mitt ímillum teirra og segði: "Friður veri við tykkum!"
27 So segði Hann við Tummas: "Rætt fingur tín higar - hygg hendur Mínar! Rætt hond tína higar og stikk hana í síðu Mína! Og ivast ikki, men trúgv!"
28 Tummas svaraði Honum: "Harri mín og Gud mín!"
29 Jesus segði við hann: "Av tí at tú hevur sæð Meg, trýrt tú! Sæl eru tey, sum ikki hava sæð og tó trúgva!"
30 - Eisini mong onnur tekin, sum ikki eru skrivað í hesi bók, gjørdi Jesus fyri eygum lærisveina Sína.
31 Men hesi eru skrivað, fyri at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, Sonur Guds, og fyri at tit - við at trúgva - skulu hava lív í navni Hansara.