Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Jóhannes
Kapittul 2
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Triðja dagin var brúdleyp í Kana í Galilea, og móðir Jesus var har.
2 Eisini Jesus og lærisveinar Hansara vórðu bodnir í brúdleypið.
3 Nú varð vínið uppi, og móðir Jesus segði við Hann: "Tey hava einki vín."
4 Jesus svaraði henni: "Hvat havi Eg við teg at gera, kvinna! Tími Mín er ikki komin enn."
5 Móðir Hansara segði við tænararnar: "Tað, sum Hann sigur við tykkum, skulu tit gera."
6 Nú stóðu har seks vatníløt av steini, soleiðis sum siður var hjá Jødunum við reinsan; tey tóku hvørt tvey ella trý bat.
7 Jesus segði við tey: "Fyllið íløtini við vatni!" Tey fyltu tey tá á tremur.
8 So segði Hann við tey: "Oysið nú uppúr og berið fyristøðumanninum!" Tey bóru honum tað.
9 Táið fyristøðumaðurin nú smakkaði á vatnið - sum var vorðið vín - og ikki vitsti, hvaðani tað var komið - men tænararnir, sum høvdu oyst vatnið uppúr, vitstu tað - rópti fyristøðumaðurin brúðgómin og segði við hann:
10 "Hvør maður setur fyrst hitt góða vínið fram, og táið teir eru vorðnir druknir, tá hitt ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið til nú!"
11 - Hetta fyrsta tekin Sítt gjørdi Jesus í Kana í Galilea - og opinberaði dýrd Sína, og lærisveinar Hansara trúðu á Hann.
12 So fór Hann oman til Kapernaum, Hann, móðir Hansara, brøður Hansara og lærisveinar Hansara; men har steðgaðu tey ikki nógvar dagar.
13 Páskir Jødanna vóru nú nær, og Jesus fór niðan til Jerúsalem.
14 Í templinum fann Hann teir sitandi, sum seldu neyt, seyð og dúvur, og peningavekslararnar.
15 Tá gjørdi Hann Sær koyril av togi og rak tey øll út úr templinum, bæði seyðin og neytini; og Hann stoytti niður smápeningar peningavekslaranna og koyrdi umkoll borð teirra.
16 Hann segði við teir, ið seldu dúvur: "Takið hetta burt hiðani, gerið ikki hús Faðirs Míns til handil!"
17 Tá kom lærisveinum Hansara í hug, at skrivað er: "Ídni fyri húsi Tínum hevur etið Meg upp."
18 Jødarnir tóku nú til orða og søgdu við Hann: "Hvat tekin vísir Tú okkum, síðani Tú gert hetta?"
19 Jesus svaraði teimum: "Brótið niður hetta tempul, og Eg skal reisa tað upp aftur eftir trimum døgum!"
20 Tá søgdu Jødarnir: "Í 46 ár stóð hetta tempul í gerð, og Tú skalt reisa tað upp aftur eftir trimum døgum!"
21 - Men Hann talaði um tempul likams Síns.
22 Seinni, táið Hann var risin upp frá hinum deyðu, mintust lærisveinar Hansara, at Hann hevði sagt hetta, og teir trúðu skriftini og orðinum, ið Jesus hevði sagt.
23 Meðan Hann nú var í Jerúsalem um páskirnar, á høgtíðini, trúðu mong á navn Hansara, táið tey sóu tekin Hansara, sum Hann gjørdi.
24 Men Jesus sjálvur leit Seg ikki til teirra, tí Hann kendi øll,
25 og tí Honum nýttist ikki, at nakar skuldi vitna um menniskjuna; Hann vitsti sjálvur, hvat í menniskjuni var.