Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Jóhannes
Kapittul 17
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Hetta talaði Jesus; og Hann lyfti upp eygu Síni móti himli og segði: "Faðir! Tímin er komin - ger Son Tín dýrmætan, fyri at Sonur Tín kann gera Teg dýrmætan,
2 eins og Tú hevur givið Honum vald yvir øllum holdi, so Hann skal geva øllum teimum ævigt lív, sum Tú hevur givið Honum!
3 Og hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.
4 Eg havi gjørt Teg dýrmætan á jørðini við at fullføra verkið, sum Tú hevur givið Mær at gera.
5 Og, Faðir, ger Tú nú Meg dýrmætan hjá Tær við dýrdini, ið Eg hevði hjá Tær, áðrenn heimurin var til!
6 Eg havi opinberað navn Títt fyri teimum menniskjum, ið Tú hevur givið Mær av heiminum; tey vóru Tíni, og Tú gavst Mær tey, og tey hava hildið orð Títt.
7 Nú vita tey, at alt, ið Tú hevur givið Mær, er frá Tær.
8 Tí orðini, ið Tú gavst Mær, havi Eg givið teimum, og tey hava tikið við teimum og kent av sonnum, at Eg eri gingin út frá Tær; tey hava trúð, at Tú hevur sent Meg.
9 Eg biði fyri teimum; Eg biði ikki fyri heiminum, men fyri teimum, ið Tú hevur givið Mær; tí tey eru Tíni.
10 Alt Mítt er Títt, og Títt er Mítt, og Eg eri vorðin dýrmætur í teimum.
11 Eg eri ikki longur í heiminum, men hesi eru í heiminum - og Eg komi til Tín. Heilagi Faðir! Varðveit tey í navni Tínum, sum Tú hevur givið Mær, so tey kunnu vera eitt, eins og Vit!
12 Meðan Eg var hjá teimum, varðveitti Eg tey í navni Tínum, sum Tú hevur givið Mær; Eg vardi tey, og eingin av teimum fortaptist - uttan fortapingarsonurin, fyri at skriftin skuldi ganga út.
13 Men nú komi Eg til Tín, og hetta tali Eg í heiminum, fyri at tey skulu hava gleði Mína fullkomna í sær.
14 Eg havi givið teimum orð Títt, og heimurin hevur hatað tey, tí tey eru ikki av heiminum, eins og Eg eri ikki av heiminum.
15 Eg biði ikki, at Tú skalt taka tey úr heiminum, men at Tú skalt varðveita tey frá illum.
16 Tey eru ikki av heiminum, eins og Eg eri ikki av heiminum.
17 Halga tey í sannleikanum! Orð Títt er sannleiki.
18 Sum Tú hevur sent Meg í heimin, havi eisini Eg sent tey í heimin.
19 Eg halgi Meg sjálvan fyri tey, fyri at eisini tey skulu vera halgað í sannleikanum.
20 Eg biði ikki bert fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum við orðum teirra koma til trúgv á Meg -
21 at tey øll skulu verða eitt, sum Tú, Faðir, ert í Mær, og Eg eri í Tær - at eisini tey skulu vera eitt í Okkum, fyri at heimurin skal trúgva, at Tú hevur sent Meg.
22 Dýrdina, ið Tú hevur givið Mær, havi Eg givið teimum, fyri at tey skulu vera eitt, sum Vit eru eitt -
23 Eg í teimum, og Tú í Mær - fyri at tey skulu verða fullkomin til eitt, so heimurin skal sanna, at Tú hevur sent Meg og hevur elskað tey, sum Tú hevur elskað Meg.
24 Faðir, Eg vil, at har sum Eg eri, skulu eisini tey, sum Tú hevur givið Mær, vera hjá Mær, fyri at tey skulu síggja dýrd Mína, sum Tú hevur givið Mær; tí Tú hevur elskað Meg, áðrenn heimurin varð grundaður.
25 Rættvísi Faðir! Heimurin hevur ikki kent Teg; men Eg havi kent Teg, og hesi hava sannað, at Tú hevur sent Meg.
26 Og Eg havi kunngjørt teimum navn Títt - og skal kunngera teimum tað, fyri at kærleikin, ið Tú hevur elskað Meg við, skal vera í teimum, og Eg í teimum."