1 | Nú tók Pilatus Jesus og læt Hann húðfleingja. |
|
2 | Og hermenninir flættaðu krúnu av tornum og settu hana á høvd Hansara og hongdu purpurkappa um Hann. So gingu teir fram fyri Hann og søgdu |
|
3 | "Heilur - kongur Jødanna!" - Og teir slógu Hann undir vangan. |
|
4 | Pilatus fór nú uppaftur út, og hann segði við tey: "Hyggið, eg leiði Hann út til tykkara, fyri at tit skulu vita, at eg finni onga skyld hjá Honum!" |
|
5 | So kom Jesus út við tornakrúnuni og í purpurkappanum. Og hann segði við tey: "Hyggið maðurin!" |
|
6 | Táið nú høvuðsprestarnir og tænararnir fingu at síggja Hann, róptu teir og søgdu: "Krossfest, krossfest!" Pilatus segði við teir: "Takið tit Hann og krossfestið Hann, tí eg finni onga skyld hjá Honum!" |
|
7 | Jødarnir svaraðu honum: "Vit hava lóg, sum Hann er sekur at doyggja eftir; tí Hann hevur gjørt Seg sjálvan til Son Guds." |
|
8 | Táið Pilatus hoyrdi hetta orð, fall enn meiri ótti á hann, |
|
9 | og hann fór inn aftur í borgina og segði við Jesus: "Hvaðani ert Tú?" Men Jesus gav honum einki svar. |
|
10 | Tá segði Pilatus við Hann: "Tosar Tú ikki við meg! Veitst Tú ikki, at eg havi vald at geva Teg leysan og havi vald at krossfesta Teg?" |
|
11 | Jesus svaraði: "Tú hevði einki vald havt yvir Mær, var tað ikki givið tær omanfrá; tí hevur tann, sum gav Meg upp til tín, størri synd." |
|
12 | Av hesum royndi Pilatus enn at geva Hann leysan. Men Jødarnir róptu: "Gevur tú henda leysan, ert tú ikki vinur keisarans! Hvør tann, sum ger seg sjálvan til kong, setur seg upp móti keisaranum!" |
|
13 | Táið Pilatus hoyrdi hesi orð, leiddi hann Jesus út og setti seg á dómstólin, á staðnum, sum kallast Steinsett, á hebraiskum Gabbata. |
|
14 | Tað var tilreiðingardagin á páskum, um sætta tíman. Og hann segði við Jødarnar: "Hyggið kongur tykkara!" |
|
15 | Tá róptu tey: "Burt, burt við Honum! Krossfest Hann!" Pilatus segði við tey: "Skal eg krossfesta kong tykkara?" Høvuðsprestarnir svaraðu: "Vit hava ongan annan kong enn keisaran!" |
|
16 | Tá gav hann Hann upp til teirra at verða krossfestan. Teir tóku nú Jesus við sær, |
|
17 | og Hann bar sjálvur kross Sín og fór út til staðið, sum kallast Skallastaður, á hebraiskum Golgata. |
|
18 | Har krossfestu teir Hann, og saman við Honum tveir aðrar, ein hvørjumegin, Jesus í miðjuni. |
|
19 | Pilatus hevði eisini skrivað yvirskrift og sett hana á krossin; har var skrivað: "Jesus úr Nazaret, kongur Jødanna." |
|
20 | Hesa yvirskrift lósu nú nógvir av Jødunum, tí staðið, har Jesus var krossfestur, var nær við býin, og hon var skrivað á hebraiskum, latíni og griskum. |
|
21 | Tá søgdu høvuðsprestar Jødanna við Pilatus: "Skriva ikki: "Kongur Jødanna", men: "Hann segði: Eg eri kongur Jødanna"!" |
|
22 | Pilatus svaraði: "Tað, sum eg skrivaði, skrivaði eg!" |
|
23 | Táið hermenninir nú høvdu krossfest Jesus, tóku teir klæði Hansara og býttu tey í fýra partar, ein til hvønn hermannin. Somuleiðis kyrtilin; men kyrtilin hevði ongar seymir, men var vovin í einum frá í erva allan vegin. |
|
24 | Tá søgdu teir hvør við annan: "Latið okkum ikki skera hann sundur, men kasta lut um, hvør ið skal hava hann!" - fyri at skriftin skuldi ganga út, sum sigur: "Teir býttu klæði Míni ímillum sín og kastaðu lut um kyrtil Mín." - Hetta gjørdu nú hermenninir. |
|
25 | Við kross Jesusar stóðu móðir Hansara og systir móður Hansara, Maria, kona Klopas, og Maria Magdalena. |
|
26 | Táið nú Jesus sá móður Sína og hjá henni lærisveinin, ið Hann elskaði, segði Hann við móður Sína: "Kvinna, hygg sonur tín!" |
|
27 | So segði Hann við lærisveinin: "Hygg móðir tín!" Og frá teirri stund tók lærisveinurin hana heim til sín. |
|
28 | Síðani, við tað at Jesus vitsti, at nú var alt fullgjørt, fyri at skriftin skuldi ganga út, segði Hann: "Eg tysti." |
|
29 | Har stóð ílat fult av ediki; teir settu tá svamp fullan av ediki á isopslegg og hildu hann at munni Hansara. |
|
30 | Táið Jesus nú hevði fingið edikin, segði Hann: "Tað er fullgjørt!" So boygdi Hann høvdið og gav upp andan. |
|
31 | Við tað at tað var tilreiðingardagur, bóðu Jødarnir Pilatus um, at beinini í teimum skuldu verða brotin, og likamini tikin niður, so teir skuldu ikki verða hangandi á krossinum sabbatin; tí hesin sabbatur var stórur. |
|
32 | Hermenninir komu so og brutu beinini, fyrst í øðrum, sum krossfestur var saman við Honum, og síðani í hinum. |
|
33 | Men táið teir komu til Jesus og sóu, at Hann var longu deyður, brutu teir ikki beinini í Honum. |
|
34 | Men ein av hermonnunum stakk Hann í síðuna við spjóti, og við tað sama rann út blóð og vatn. |
|
35 | - Tann, ið hevur sæð tað, hevur vitnað tað, og vitnisburður hansara er sannur; hann veit, at hann sigur satt, fyri at eisini tit skulu trúgva. |
|
36 | Tí hetta hendi, fyri at skriftin skuldi ganga út: "Einki bein í Honum skal verða brotið." |
|
37 | Og uppaftur sigur annað skriftorð: "Tey skulu venda eygunum móti Honum, sum tey hava stungið ígjøgnum." |
|
38 | Eftir hetta bað Jósef úr Arimatea - sum var lærisveinur Jesusar - tó loyniliga, av ótta fyri Jødunum - Pilatus um loyvi at taka likam Jesusar; og Pilatus gav honum loyvi til tað. Hann kom tá og tók niður likam Jesusar. |
|
39 | Eisini Nikodemus kom, hann, sum fyrstu ferð var komin til Jesus á nátt; hann hevði við sær blanding av myrra og aloe, eini 100 pund. |
|
40 | Teir tóku so likam Jesusar og sveipaðu tað í línklæði við hinum angandi urtunum - soleiðis sum siður er hjá Jødunum við jarðarferð. |
|
41 | Á staðnum, har sum Hann varð krossfestur, var urtagarður, og í urtagarðinum var nýggj grøv, sum enn eingin hevði verðið lagdur í. |
|
42 | Har løgdu teir nú Jesus, av tí at tað var tilreiðingardagur Jødanna; tí grøvin var nær við. |
|
|