Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Jóhannes
Kapittul 13
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Fyri páskahøgtíðina hendi hetta. Jesus vitsti, at tími Hansara var komin, at Hann skuldi fara burtur úr hesum heimi til Faðirin; og sum Hann hevði elskað Síni egnu, sum í heiminum vóru, so elskaði Hann tey líka til endan.
2 Teir hildu kvøldmáltíð, og Djevulin hevði longu skotið Judasi Iskariot, syni Símun, inn í hjartað, at hann skuldi svíkja Hann.
3 Og Jesus vitsti, at Faðirin hevði givið Honum alt í hendur, og at Hann var gingin út frá Gudi og fór til Gud.
4 Tá reisti Hann seg frá máltíðini, legði klæði Síni av Sær og tók línklæði og bant upp fyri Seg.
5 So helti Hann vatn í fat og fór at vaska lærisveinunum um føturnar og turkaði teimum við línklæðinum, ið Hann hevði bundið upp fyri Seg.
6 Hann kom tá til Símun Pætur. Hann segði við Hann: "Harri, vaskar Tú mær um føturnar!"
7 Jesus svaraði honum: "Tað, sum Eg geri, skilir tú ikki nú; men tú fert at skilja tað seinni."
8 Pætur segði við Hann: "Aldri í allar ævir skalt Tú vaska mær um føturnar!" Jesus svaraði honum: "Vaski Eg tær ikki, hevur tú ikki lut saman við Mær."
9 Tá segði Símun Pætur við Hann: "Harri, ikki bert um føturnar, men um hendurnar og høvdið við!"
10 Jesus svaraði honum: "Tann, ið baðaður er, honum nýtist bert at vaska sær um føturnar; tí hann er reinur, allur sum hann er. Og tit eru reinir - tó ikki allir."
11 - Tí Hann vitsti, hvør hann var, sum svíkja Hann skuldi; tí segði Hann: "Tit eru ikki reinir allir."
12 Táið Hann nú hevði vaskað teimum um føturnar, latið Seg í klæðini og sett Seg aftur til borðs, segði Hann við teir: "Skilja tit, hvat Eg havi gjørt við tykkum?
13 Tit kalla Meg Meistara og Harra, og tit siga satt, tí Eg eri tað.
14 Havi nú Eg, Harrin og Meistarin, vaskað tykkum um føturnar, eiga eisini tit at vaska hvør øðrum um føturnar.
15 Tí Eg havi givið tykkum fyridømi, so tit skulu gera, sum Eg havi gjørt við tykkum.
16 Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tænarin er ikki størri enn harri hansara; ei heldur er ein, sum sendur er, størri enn hann, ið sendi hann.
17 Táið tit vita hetta - sælir eru tit, um tit gera tað!
18 Eg tali ikki um tykkum allar; Eg veit, hvørjar Eg havi útvalt. Men skriftin mátti ganga út: "Hann, ið etur breyðið við Mær, hevur lyft hæl sín móti Mær."
19 Frá hesi stund sigi Eg tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit, táið tað hevur hent, skulu trúgva, at tað eri Eg.
20 Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum tekur ímóti honum, ið Eg sendi, tekur ímóti Mær, og tann, sum tekur ímóti Mær, tekur ímóti Honum, ið sendi Meg."
21 Táið Jesus hetta hevði sagt, varð Hann ógvuliga rørdur í andanum, vitnaði og segði: "Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Ein tykkara fer at svíkja Meg!"
22 Tá hugdu lærisveinarnir hvør uppá annan og hugsaðu, hvønn Hann mundi tala um.
23 Nú var ein av lærisveinum Hansara, sum sat til borðs undir lið Jesusar, hann, sum Jesus elskaði.
24 Til hansara nikkaði Símun Pætur og segði við hann: "Sig, hvønn tað er, Hann tosar um!"
25 Hann hallaði sær tá inn at brósti Jesusar og segði við Hann: "Harri, hvør er tað?"
26 Jesus svaraði: "Tað er hann, sum Eg gevi bitan, ið Eg dyppi." So dyppaði Hann bitan og gav Judasi Iskariot, syni Símun.
27 Og eftir at hann hevði fingið bitan, fór Satan í hann. Jesus segði tá við hann: "Tað, sum tú gert - ger tað skjótt!"
28 Men eingin av teimum, ið sótu til borðs, skilti, hví Hann segði hetta við hann.
29 Við tað at Judas hevði pungin undir hond, hugsaðu summir, at tað, sum Jesus segði við hann, var: "Keyp tað, ið okkum nýtist til høgtíðina!" - ella at hann skuldi geva hinum fátæku nakað.
30 Táið hann nú hevði fingið bitan, fór hann alt fyri eitt út. Nátt var.
31 Táið hann var út farin, segði Jesus: "Nú er Menniskjasonurin vorðin dýrmætur, og Gud er vorðin dýrmætur í Honum.
32 Er Gud vorðin dýrmætur í Honum, skal Gud eisini gera Hann dýrmætan í Sær, og Hann skal skjótt gera Hann dýrmætan.
33 Børn Míni! Lítla stund enn eri Eg hjá tykkum; tit fara at leita eftir Mær; og sum Eg segði við Jødarnar: "Hagar sum Eg fari, kunnu tit ikki koma," sigi Eg nú eisini við tykkum.
34 Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan.
35 Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir - at tit hava kærleika hvør til annan."
36 Tá segði Símun Pætur við Hann: "Harri, hvar fert Tú?" Jesus svaraði: "Hagar sum Eg fari, kanst tú ikki fylgja Mær nú, men tú skalt fylgja Mær seinni."
37 Pætur segði við Hann: "Harri, hví kann eg ikki fylgja Tær nú? Eg skal geva lív mítt fyri Teg!"
38 Jesus svaraði: "Skalt tú geva lív títt fyri Meg? Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Hanin fer ikki at gala, fyrrenn tú tríggjar ferðir hevur avnoktað Meg!"