1 | Táið Harrin nú fekk at vita, at Fariseararnir høvdu frætt, at Jesus vann fleiri lærisveinar og doypti fleiri enn Jóhannes |
|
2 | - tó var tað ikki Jesus sjálvur, sum doypti, men lærisveinar Hansara - |
|
3 | tá fór Hann úr Judea og fór avstað aftur til Galilea. |
|
4 | Hann mátti tá fara gjøgnum Samaria. |
|
5 | So kom Hann til bý í Samaria, sum eitur Sikar, stutt frá jarðarstykkinum, ið Jákup gav Jósefi, syni sínum. |
|
6 | Har var brunnur Jákups. Jesus - sum var móður av ferðini - sat nú har við brunnin; tað var um sætta tíman. |
|
7 | Tá kom kvinna úr Samaria eftir vatni. Jesus segði við hana: "Gev Mær at drekka!" |
|
8 | Tí lærisveinar Hansara vóru farnir avstað inn í býin at keypa mat. |
|
9 | Tá segði hin samverska kvinnan við Hann: "Hvussu ber tað til, at Tú, sum ert Jødi, biður meg, samverska kvinnu, um nakað at drekka?" - Tí Jødar koma ikki saman við Samverjar. |
|
10 | Jesus svaraði henni: "Hevði tú kent gávu Guds, og vitsti tú, hvør Hann er, sum sigur við teg: "Gev Mær at drekka!" - so hevði tú biðið Hann, og Hann hevði givið tær livandi vatn." |
|
11 | Kvinnan segði við Hann: "Harri, Tú hevur jú einki at draga upp vatn við, og brunnurin er djúpur; hvaðani hevur Tú tá hitt livandi vatnið? |
|
12 | Manst Tú vera størri enn Jákup, faðir okkara, sum hevur givið okkum brunnin og sjálvur drukkið úr honum, hann og synir hansara og kríatúr hansara?" |
|
13 | Jesus svaraði henni: "Hvør tann, ið drekkur av hesum vatni, skal tysta aftur. |
|
14 | Men tann, ið drekkur av vatninum, ið Eg gevi honum, skal ikki tysta í allar ævir; nei, vatnið, ið Eg gevi honum, skal verða í honum kelda av vatni, sum springur upp til ævigt lív." |
|
15 | Kvinnan segði við Hann: "Harri, gev mær hetta vatn, so eg tysti ikki og kann sleppa frá at koma higar eftir vatni!" |
|
16 | Hann segði við hana: "Far avstað og rópa mann tín og kom so higar!" |
|
17 | Kvinnan svaraði: "Eg havi ongan mann." Jesus segði við hana: "Væl mást tú siga: "Eg havi ongan mann"! |
|
18 | Tí tú hevur havt fimm menn, og hann, ið tú hevur nú, er ikki maður tín - har segði tú satt!" |
|
19 | Tá segði kvinnan við Hann: "Harri, eg síggi, at Tú ert profetur! |
|
20 | Fedrar okkara hava tilbiðið á hesum fjalli, og tit siga, at í Jerúsalem er staðið, har tilbiðið eigur at verða." |
|
21 | Jesus segði við hana: "Trúgv Mær, kvinna, tann tíð kemur, táið tað hvørki skal vera á hesum fjalli ella í Jerúsalem, tit tilbiðja Faðirin. |
|
22 | Tit tilbiðja tað, ið tit ikki kenna; vit tilbiðja tað, ið vit kenna; tí frelsan kemur frá Jødunum. |
|
23 | Men tann tíð kemur - og er nú - táið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja Faðirin í anda og sannleika; tí tað er slíkar tilbiðjarar, Faðirin vil hava. |
|
24 | Gud er Andi, og tey, sum tilbiðja Hann, mugu tilbiðja í anda og sannleika." |
|
25 | Kvinnan segði við Hann: "Eg veit, at Messias kemur, Hann, sum kallast Kristus; táið Hann kemur, skal Hann kunngera okkum alt." |
|
26 | Jesus svaraði henni: "Tað eri Eg, Hann, sum talar við teg!" |
|
27 | Í tí sama komu lærisveinar Hansara; teir undraðust á, at Hann talaði við kvinnu; tó segði eingin: "Hvat vilt Tú henni?" ella: "Hví tosar Tú við hana?" |
|
28 | Tá læt kvinnan vatnkrukku sína standa og fór inn í býin og segði við fólkið har: |
|
29 | "Komið og síggið mann, sum hevur sagt mær alt, ið eg havi gjørt! Man Hann ikki vera Kristus?" |
|
30 | Tey fóru tá út úr býnum og tóku leiðina út til Hansara. |
|
31 | Meðan hetta fór fram, bóðu lærisveinarnir Hann og søgdu: "Rabbi, fá Tær at eta!" |
|
32 | Hann svaraði teimum: "Eg havi mat at eta, sum tit ikki vita um." |
|
33 | Tá søgdu lærisveinarnir hvør við annan: "Man nakar hava borið Honum mat?" |
|
34 | Jesus segði við teir: "Matur Mín er at gera vilja Hansara, sum sendi Meg, og fullføra verk Hansara. |
|
35 | Siga tit ikki: "Fýra mánaðir eru enn, áðrenn heystið kemur"! Men Eg sigi tykkum: Lyftið upp eygu tykkara og síggið markirnar - tær eru longu hvítar til at heysta! |
|
36 | Tann, ið heystar, fær løn og savnar ávøkst til ævigt lív, so at teir kunnu gleðast saman, bæði tann, ið sáar, og tann, ið heystar. |
|
37 | Tí her er orðið satt: "Ein sáar, og annar heystar." |
|
38 | Eg havi sent tykkum út at heysta tað, sum tit ikki hava arbeitt; aðrir hava arbeitt, og tit eru komnir inn í arbeiði teirra." |
|
39 | Nógvir Samverjar úr býnum komu til trúgv á Hann av tí, sum kvinnan segði, táið hon vitnaði: "Hann hevur sagt mær alt, ið eg havi gjørt!" |
|
40 | Táið nú Samverjar komu til Hansara, bóðu teir Hann steðga hjá sær; Hann varð tá har tveir dagar. |
|
41 | Og uppaftur mong onnur komu til trúgv av tí, sum Hann talaði. |
|
42 | Tey søgdu við kvinnuna: "Nú trúgva vit ikki longur av tí, sum tú hevur sagt; tí nú hava vit sjálv hoyrt, og nú vita vit, at hesin er sanniliga frelsari heimsins." |
|
43 | Eftir teir báðar dagarnar fór Hann haðani til Galilea. |
|
44 | Tí Jesus vitnaði sjálvur, at profetur verður ikki ærdur á sínum egna heimstaði. |
|
45 | Táið Hann nú kom til Galilea, tóku Galilearar ímóti Honum; tí teir høvdu sæð alt, ið Hann hevði gjørt í Jerúsalem um høgtíðina; tí eisini teir høvdu verið til høgtíðina. |
|
46 | Hann kom tá aftur til Kana í Galilea, har sum Hann hevði gjørt vatnið til vín. Í Kapernaum var ein embætismaður kongsins; hann hevði son liggjandi sjúkan. |
|
47 | Táið hann frætti, at Jesus var komin úr Judea til Galilea, fór hann avstað til Hansara og bað Hann koma oman og grøða son sín; tí hann lá fyri deyðanum. |
|
48 | Tá segði Jesus við hann: "Síggja tit ikki tekin og undur, trúgva tit ikki!" |
|
49 | Embætismaðurin segði við Hann: "Harri, kom, áðrenn barn mítt doyr!" |
|
50 | Jesus segði við hann: "Far avstað - sonur tín livir!" - Maðurin trúði orðinum, ið Jesus segði við hann, og fór. |
|
51 | Meðan hann enn var á heimferðini, møttu tænarar hansara honum og søgdu: "Sonur tín livir!" |
|
52 | Tá spurdi hann teir um tíman, táið hann var vorðin betri, og teir svaraðu honum: "Í gjár um sjeynda tíman slapp hann frá feprinum." |
|
53 | Tá fekk faðirin at síggja, at tað hevði verið í tí tíma, táið Jesus segði við hann: "Sonur tín livir!" Og hann trúði sjálvur, og alt hús hansara. |
|
54 | Hetta tekinið - sum var hitt annað - gjørdi Jesus, táið Hann var komin úr Judea til Galilea. |
|
|