Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Jóhannes
Kapittul 6
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Eftir hetta fór Jesus yvir um Galileavatn - Tiberiasvatn.
2 Nógv fólk fylgdi Honum, tí tey sóu tekinini, ið Hann gjørdi á hinum sjúku.
3 Men Jesus fór niðan á fjallið og settist har við lærisveinum Sínum.
4 Páskirnar, høgtíð Jødanna, vóru nær.
5 Táið nú Jesus lyfti upp eygu Síni og sá, at nógv fólk kom til Hansara, segði Hann við Filip: "Hvar skulu vit keypa breyð, so hesi kunnu fáa at eta?"
6 Hetta segði Hann fyri at royna hann; tí Hann vitsti sjálvur, hvat Hann fór at gera.
7 Filip svaraði Honum: "Breyð fyri 200 denarar er ikki nóg mikið til teirra, so hvør kann fáa eitt lítið sindur."
8 Ein av lærisveinum Hansara, Andrias, bróðir Símun Pætur, segði við Hann:
9 "Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir smáar fiskar; men hvat er tað til so mong!"
10 Jesus segði: "Latið fólkið seta seg niður!" - Har var nógv gras á staðnum. Menninir settu seg tá niður, okkurt um 5000 í tali.
11 So tók Jesus breyðini, takkaði og býtti út til teirra, ið sótu har, somuleiðis av fiskunum, so mikið sum tey vildu hava.
12 Og táið tey vóru mett, segði Hann við lærisveinar Sínar: "Savnið saman bitarnar, ið av leypa, so einki spillist burtur!"
13 Teir savnaðu tá saman og fyltu tólv kurvar við bitum av hinum fimm byggbreyðunum, avlopið frá teimum, ið etið høvdu.
14 Táið nú fólkið sá tekinið, ið Hann gjørdi, søgdu tey: "Vissuliga er hesin profeturin, ið koma skal í heimin!"
15 Táið nú Jesus skilti, at teir fóru at koma og taka Hann við valdi at gera Hann til kong, fór Hann niðan aftur á fjallið heilt einsamallur.
16 Táið kvøldið var komið, fóru lærisveinar Hansara oman at vatninum.
17 Og teir fóru í bát og hildu yvir um vatnið, til Kapernaum. Myrkt var longu vorðið, og Jesus var enn ikki komin til teirra.
18 Óslætt varð á vatninum; tí vindurin var nógvur.
19 Táið teir nú høvdu róð okkurt um 25 ella 30 stadiur, sóu teir Jesus ganga á vatninum og nærkast bátinum; og teir ræddust.
20 Men Hann segði við teir: "Tað eri Eg; óttist ikki!"
21 Teir vildu tá taka Hann inn í bátin, og alt fyri eitt kom báturin til lands, har sum teir stevndu ímóti.
22 Dagin eftir hendi hetta: Fólkið, ið stóð hinumegin vatnið, hevði sæð, at har var ikki meir enn ein bátur, og at Jesus var ikki farin í tann bátin saman við lærisveinum Sínum, men at lærisveinar Hansara fóru avstað einsamallir.
23 Men aðrir bátar komu úr Tiberias nær til staðið, har tey høvdu fingið at eta, eftir at Harrin hevði takkað.
24 Táið fólkið tí nú sá, at Jesus var ikki har, og lærisveinar Hansara heldur ikki, fóru tey eisini sjálv í bátarnar og komu til Kapernaum at leita eftir Jesusi.
25 Og táið tey hittu Hann hinumegin vatnið, søgdu tey við Hann: "Rabbi, nær ert Tú komin higar?"
26 Jesus svaraði teimum: "Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tit søkja Meg, ikki tí tit sóu tekin, men tí tit ótu av breyðunum og vórðu mett.
27 Arbeiðið ikki fyri matin, sum forferst, men fyri matin, ið varir til ævigt lív, tann, sum Menniskjasonurin skal geva tykkum! Tí Hann hevur Faðirin, Gud sjálvur, innsiglað."
28 Tá søgdu teir við Hann: "Hvat skulu vit gera, fyri at vit kunnu útinna verk Guds?"
29 Jesus svaraði teimum: "Hetta er verk Guds, at tit trúgva á tann, ið Hann hevur sent."
30 Teir søgdu við Hann: "Hvat tekin gert Tú tá, so vit kunnu síggja tað og trúgva tær? Hvat arbeiði gert Tú?
31 Fedrar okkara ótu manna í oyðimørkini - sum skrivað er: "Hann gav teimum breyð av Himli at eta.""
32 Tá svaraði Jesus teimum: "Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Móses hevur ikki givið tykkum breyðið av Himli, men Faðir Mín gevur tykkum hitt sanna breyðið av Himli.
33 Tí breyð Guds er tað, ið kemur niður av Himli og gevur heiminum lív."
34 Tá søgdu teir við Hann: "Harri, gev okkum altíð tað breyðið!"
35 Jesus svaraði teimum: "Eg eri breyð lívsins. Tann, ið kemur til Mín, skal ikki hungra, og tann, ið trýr á Meg, skal aldri tysta.
36 Men Eg havi sagt tykkum, at tit hava sæð Meg og trúgva tó ikki.
37 Øll tey, sum Faðirin gevur Mær, koma til Mín, og tann, ið kemur til Mín, skal Eg als ikki koyra burtur.
38 Tí Eg eri komin niður av Himli, ikki at gera vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg.
39 Og hetta er vilji Hansara, sum sendi Meg, at Eg skal einki missa av øllum, ið Hann hevur givið Mær, men reisa tað upp síðsta dag.
40 Tí hetta er vilji Faðirs Míns, at hvør tann, ið sær Sonin og trýr á Hann, skal hava ævigt lív, og Eg skal reisa hann upp síðsta dag."
41 Tá knarraðu Jødarnir um Hann, tí Hann segði: "Eg eri breyðið, sum er komið niður av Himli";
42 teir søgdu: "Er hesin ikki Jesus, sonur Jósef! Kenna vit ikki faðir og móður Hansara! Hvussu kann Hann tá siga: "Eg eri komin niður av Himli!""
43 Jesus svaraði teimum: "Knarrið ikki tykkara millum!
44 Eingin kann koma til Mín, uttan Faðirin, sum sendi Meg, dregur hann; og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.
45 Skrivað stendur hjá profetunum: "Tey skulu øll verða lærd av Gudi." Hvør tann, sum hevur lurtað eftir Faðirinum og lært, kemur til Mín.
46 Ikki so, at nakar hevur sæð Faðirin; bert Hann, sum er frá Gudi, hevur sæð Faðirin.
47 Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið trýr, hevur ævigt lív.
48 Eg eri breyð lívsins.
49 Fedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini - og doyðu.
50 Hetta er breyðið, ið kemur niður av Himli, fyri at tey skulu eta av tí og ikki doyggja.
51 Eg eri hitt livandi breyð, sum kom niður av Himli; etur nakar av hesum breyði, skal hann liva í allar ævir; og breyðið, ið Eg gevi, er hold Mítt, sum Eg gevi, fyri at heimurin skal liva."
52 Jødarnir kjakaðust tá hvør við annan og søgdu: "Hvussu kann Hann geva okkum hold Sítt at eta!"
53 Jesus segði tí við teir: "Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Eta tit ikki hold Menniskjasonarins, og drekka tit ikki blóð Hansara, hava tit ikki lív í tykkum.
54 Tann, ið etur hold Mítt og drekkur blóð Mítt, hevur ævigt lív, og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.
55 Tí hold Mítt er av sonnum matur, og blóð Mítt er av sonnum drekka.
56 Tann, ið etur hold Mítt og drekkur blóð Mítt, verður í Mær, og Eg verði í honum.
57 Eins og hin livandi Faðirin sendi Meg, og Eg livi við Faðirinum, so skal eisini tann, ið etur Meg, liva við Mær.
58 Hetta er breyðið, ið komið er niður av Himli; ikki er við tí, sum táið fedrar tykkara ótu og doyðu; tann, ið etur hetta breyð, skal liva í allar ævir."
59 Hetta segði Hann, meðan Hann lærdi í eini sýnagogu í Kapernaum.
60 Nógvir av lærisveinum Hansara søgdu nú, táið teir hoyrdu tað: "Hetta er hørð tala; hvør orkar at hoyra hana!"
61 Men Jesus vitsti við Sær sjálvum, at lærisveinar Hansara knarraðu um hetta; og Hann segði við teir: "Er hetta tykkum ástoyt?
62 Hvat, um tit tá fáa at síggja Menniskjasonin fara upp, hagar sum Hann var áður!
63 Tað er Andin, sum ger livandi, holdið er ikki til nakað gagn; orðini, ið Eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív.
64 Men nakrir eru av tykkum, sum ikki trúgva." - Tí Jesus vitsti alla tíðina, hvørjir teir vóru, sum ikki trúðu, og hvør hann var, sum skuldi svíkja Hann.
65 Og Hann segði: "Tí var tað, Eg segði tykkum, at eingin kann koma til Mín, uttan tað er honum givið av Faðirinum."
66 Frá hesi tíð fóru nógvir av lærisveinum Hansara at halda seg burtur og ferðaðust ikki longur um við Honum.
67 Jesus segði tá við hinar tólv: "Ætla eisini tit at rýma?"
68 Símun Pætur svaraði Honum: "Harri! Hvønn skulu vit fara til! Tú hevur orð hins æviga lívs,
69 og vit hava trúð og fingið at síggja, at Tú ert hin Heilagi Guds."
70 Jesus svaraði teimum: "Havi Eg ikki útvalt tykkum tólv! Og ein tykkara er djevul!"
71 Hetta segði Hann um Judas, son Símun Iskariot; tí tað var hann, ið skuldi svíkja Hann, tóat hann var ein av hinum tólv.