Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Jóhannes
Kapittul 18
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Táið Jesus hevði sagt hetta, fór Hann út við lærisveinum Sínum um Kedronsløk; har var urtagarður, og inn í hann fór Hann við lærisveinum Sínum.
2 Judas, sum sveik Hann, kendi eisini staðið; tí har kom Jesus ofta saman við lærisveinum Sínum.
3 Judas hevði nú fingið vaktina við sær og tænarar frá høvuðsprestunum og Farisearunum, og kom hagar við kyndlum, lampum og vápnum.
4 Við tað at Jesus nú vitsti alt, ið koma skuldi yvir Hann, gekk Hann fram og segði við teir: "Hvørjum leita tit eftir?"
5 Teir svaraðu Honum: "Jesusi úr Nazaret." Jesus segði við teir: "Tað eri Eg." - Eisini Judas, sum sveik Hann, stóð har hjá teimum.
6 Táið Hann nú segði við teir: "Tað eri Eg," fóru teir aftur eftir hæli og fullu til jarðar.
7 Hann spurdi teir tá uppaftur: "Hvørjum leita tit eftir?" Teir svaraðu: "Jesusi úr Nazaret."
8 Jesus segði: "Eg segði tykkum jú, at tað eri Eg! Er tað tá eftir Mær, tit leita, so latið hesar fara!"
9 - fyri at orðið skuldi ganga út, sum Hann hevði sagt: "Eg misti ongan av teimum, ið Tú hevur givið Mær."
10 Símun Pætur - sum hevði svørð - dró tað nú og høgdi til tænara høvuðsprestsins og hevði høgra oyrað av honum; tænarin æt Malkus.
11 Tá segði Jesus við Pætur: "Stikk svørðið í slíðrarnar! Skal Eg ikki drekka kalikin, ið Faðir Mín hevur givið Mær!"
12 Vaktin, herhøvdingin og tænarar Jødanna tóku nú Jesus og bundu Hann.
13 Og teir fóru fyrst til Annas við Honum; hann var verfaðir Kaifas, sum var høvuðsprestur tað árið.
14 - Tað var Kaifas, ið hevði givið Jødunum tey ráð, at tað var gagnligt, at eitt menniskja doyði fyri fólkið. -
15 Símun Pætur og ein annar lærisveinur fylgdu Jesusi. Hesin lærisveinur var kendur við høvuðsprestin, og hann fór við Jesusi inn í garð høvuðsprestsins.
16 Men Pætur stóð uttanfyri við dyrnar. Tá fór hin lærisveinurin - sum kendur var við høvuðsprestin - út og tosaði við hana, sum helt vakt við dyrnar, og fekk Pætur inn.
17 Gentan, ið helt vakt við dyrnar, segði tá við Pætur: "Ert eisini tú ein av lærisveinunum hjá hesum manni?" Hann svaraði: "Nei, tað eri eg ikki!"
18 Men tænararnir og sveinarnir høvdu kynt upp koleld - tí kalt var - og stóðu nú og vermdu seg; eisini Pætur stóð hjá teimum og vermdi seg.
19 Høvuðspresturin spurdi nú Jesus um lærisveinar Hansara og læru Hansara.
20 Jesus svaraði honum: "Eg havi talað opinberliga fyri heiminum; Eg havi altíð lært í sýnagogum og í templinum, har sum allir Jødar koma saman; í loyndum havi Eg einki talað.
21 Hví spyrt tú Meg? Spyr tey, sum hoyrt Meg hava, hvat Eg havi talað til teirra! Tey vita jú, hvat Eg havi sagt."
22 Táið Jesus hetta segði, gav ein av sveinunum, sum hjá stóðu, Honum eitt slag undir vangan og segði: "Svarar Tú høvuðsprestinum so!"
23 Jesus svaraði honum: "Havi Eg talað illa, so prógva, at tað er ónt! Men havi Eg talað rætt, hví slært tú Meg tá!"
24 Annas sendi Hann nú bundnan til Kaifas høvuðsprest.
25 - Men Símun Pætur stóð og vermdi seg. Tá søgdu teir við hann: "Ert eisini tú ein av lærisveinum Hansara?" Hann noktaði tað og segði: "Tað eri eg ikki!"
26 Ein av tænarum høvuðsprestsins, ein skyldmaður hansara, sum Pætur hevði høgt oyrað av, segði: "Sá eg teg ikki í urtagarðinum við Honum!"
27 Tá noktaði Pætur tað aftur - og í tí sama gól hanin.
28 Teir fóru nú við Jesusi frá Kaifasi til borg landshøvdingans; tað var tíðliga um morgunin. Sjálvir fóru teir ikki inn í borgina, fyri at teir skuldu ikki verða óreinir, men kundu eta páskalambið.
29 Pilatus fór tá út til teirra og segði: "Hvørja klagu føra tit móti hesum manni?"
30 Teir svaraðu honum: "Var Hann ikki illgerðarmaður, høvdu vit ikki givið Hann upp til tín!"
31 Tá segði Pilatus við teir: "Takið tit Hann og dømið Hann eftir lóg tykkara!" Jødarnir svaraðu honum: "Vit hava ongan rætt at taka av døgum!"
32 - fyri at orð Jesusar skuldi ganga út, sum Hann segði fyri at vísa, á hvønn hátt Hann skuldi doyggja.
33 Pilatus fór nú inn aftur í borgina, kallaði Jesus fyri seg og segði við Hann: "Ert Tú kongur Jødanna?"
34 Jesus svaraði: "Sigur tú hetta av tær sjálvum, ella hava aðrir sagt tær tað um Meg?"
35 Pilatus svaraði: "Eri eg Jødi! Fólk Títt og høvuðsprestarnir hava givið Teg upp til mín; hvat hevur Tú gjørt?"
36 Jesus svaraði: "Ríki Mítt er ikki av hesum heimi. Var ríki Mítt av hesum heimi, høvdu tænarar Mínir barst fyri, at Eg skuldi ikki verða givin upp til Jødarnar; men nú er ríki Mítt ikki av honum."
37 Tá segði Pilatus við Hann: "So ert Tú tó kongur?" Jesus svaraði: "Tú sigur tað! Eg eri kongur. Til tað eri Eg føddur, og til tað eri Eg komin í heimin, at Eg skal vitna um sannleikan. Hvør tann, sum er av sannleikanum, hoyrir rødd Mína."
38 Pilatus segði við Hann: "Hvat er sannleiki!" Táið hann hetta hevði sagt, fór hann út aftur til Jødarnar og segði við teir: "Eg finni onga skyld hjá Honum!
39 Men tit hava jú tann sið, at eg skal geva tykkum ein leysan á páskum; vilja tit tá, at eg skal geva tykkum kong Jødanna leysan?"
40 Tá róptu tey uppaftur øll og søgdu: "Ikki Hann, nei, Barabbas!" - Og Barabbas var ránsmaður.