1 | Maður lá sjúkur, Lazarus úr Betania, bygdini, sum Maria og systir hennara, Marta, búðu í. |
|
2 | Tað var Maria, sum salvaði Harran við salvu og turkaði føtur Hansara við hári sínum; bróðir hennara, Lazarus, lá sjúkur. |
|
3 | Tá sendu systrarnar Jesusi boð og lótu siga: "Harri! Hann, ið Tú elskar, er sjúkur." |
|
4 | Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann: "Henda sjúka er ikki til deyða, men Gudi til dýrd - at Sonur Guds skal verða dýrmætur við henni." |
|
5 | - Jesus elskaði Martu og systur hennara og Lazarus. |
|
6 | Táið Hann nú hoyrdi, at hann var sjúkur, varð Hann verandi, har sum Hann var, tveir dagar enn. |
|
7 | Tá fyrsta segði Hann við lærisveinarnar: "Latið okkum fara aftur til Judea!" |
|
8 | Lærisveinarnir søgdu við Hann: "Rabbi! Tað er stutt síðani, at Jødarnir ætlaðu at steina Teg, og Tú fert aftur hagar!" |
|
9 | Jesus svaraði: "Hevur ikki dagurin tólv tímar? Tann, sum gongur á degi, snávar ikki; tí hann sær ljósið í hesum heimi. |
|
10 | Men tann, sum gongur á nátt, snávar; tí ljósið er ikki í honum." |
|
11 | - Hetta talaði Hann; og so segði Hann við teir: "Lazarus, vinur okkara, er sovnaður; men Eg fari at vekja hann upp úr svøvni." |
|
12 | Tá søgdu lærisveinarnir við Hann: "Harri, svevur hann, so verður hann frískur aftur!" |
|
13 | - Jesus hevði talað um deyða hansara, men teir hildu Hann tala um vanligan svøvn. |
|
14 | Jesus segði teimum tí, sum var: "Lazarus er deyður. |
|
15 | Og fyri tykkara skuld eri Eg glaður, at Eg var ikki har, fyri at tit skulu trúgva. - Men latið okkum fara til hansara!" |
|
16 | Tummas - sum kallaðist Tvíburi - segði tá við hinar lærisveinarnar: "Latið okkum við fara, so vit fáa doyð saman við Honum!" |
|
17 | Táið Jesus nú kom, fekk Hann at vita, at hann hevði longu ligið fýra dagar í grøvini. |
|
18 | Nú var Betania nær við Jerúsalem; einar fimtan stadiur vóru ímillum. |
|
19 | Og nógvir av Jødunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróður teirra. |
|
20 | Táið nú Marta fekk at hoyra, at Jesus kom, fór hon ímóti Honum, men Maria varð sitandi heima við hús. |
|
21 | Marta segði við Jesus: "Harri! Hevði Tú verið her, so hevði bróðir ikki doyð! |
|
22 | Men eisini nú veit eg, at hvat Tú so biður Gud um, gevur Gud Tær." |
|
23 | Jesus segði við hana: "Bróðir tín skal rísa upp aftur!" |
|
24 | Marta svaraði Honum: "Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini síðsta dag." |
|
25 | Jesus segði við hana: "Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr. |
|
26 | Og hvør tann, ið livir og trýr á Meg, skal í allar ævir ikki doyggja. Trýrt tú hesum?" |
|
27 | Hon svaraði Honum: "Ja, Harri, eg trúgvi, at Tú ert Kristus, Sonur Guds, Hann, sum skal koma í heimin!" |
|
28 | Táið hon hetta hevði sagt, fór hon avstað, rópti loyniliga systur sína, Mariu, og segði: "Meistarin er her og vil finna teg!" |
|
29 | Táið hon hoyrdi hetta, reistist hon skundisliga og fór til Hansara. |
|
30 | Jesus var enn ikki komin inn í bygdina, men var staddur, har sum Marta hevði møtt Honum. |
|
31 | Táið nú Jødarnir, sum vóru heima hjá henni og troystaðu hana, sóu, at Maria skundisliga reistist og fór út, fóru teir aftan á henni, við tað at teir hildu, at hon fór út til grøvina at gráta har. |
|
32 | Táið nú Maria kom, hagar sum Jesus var, og sá Hann, fall hon niður fyri føtur Hansara og segði við Hann: "Harri! Hevði Tú verið her, so hevði bróðir ikki doyð!" |
|
33 | Táið Jesus nú sá hana gráta og sá Jødarnar, ið við henni vóru komnir, gráta, suffaði Hann í andanum, varð ógvuliga rørdur og segði: |
|
34 | "Hvar hava tit lagt hann?" Tey svaraðu Honum: "Harri, kom og síggj!" |
|
35 | Jesus græt. |
|
36 | Tá søgdu Jødarnir: "Hygg, hvussu Hann elskaði hann!" |
|
37 | Men summir av teimum søgdu: "Kundi Hann, sum læt upp eygu hins blinda, ikki eisini havt gjørt, at hesin ikki var deyður!" |
|
38 | Tá suffaði Jesus aftur við Sær sjálvum og fór til grøvina. Hon var helli, og steinur lá fyri tí. |
|
39 | Jesus segði: "Takið burt steinin!" Marta, systir hin deyða, segði við Hann: "Harri, hann dampar longu, tí hann hevur ligið fýra dagar!" |
|
40 | Jesus svaraði henni: "Segði Eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guds!" |
|
41 | Teir tóku tá steinin burtur. Og Jesus lyfti upp eygu Síni og segði: "Faðir, Eg takki Tær, at Tú hevur hoyrt Meg! |
|
42 | Eg vitsti jú, at Tú hoyrir Meg altíð; men fyri fólksins skuld, sum hjá stendur, segði Eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at Tú hevur sent Meg." |
|
43 | Táið Hann hetta hevði sagt, rópti Hann hart: "Lazarus, kom út!" |
|
44 | Tá kom hin deyði út, bundin við líkverju um føtur og hendur; og turriklæði var bundið um andlit hansara. Jesus segði við teir: "Loysið hann og latið hann fara!" |
|
45 | Nógvir av Jødunum, ið komnir vóru til Mariu og høvdu sæð tað, sum Hann gjørdi, komu nú til trúgv á Hann. |
|
46 | Men nakrir av teimum fóru avstað til Fariseararnar og søgdu teimum tað, sum Jesus hevði gjørt. |
|
47 | Tá kallaðu høvuðsprestarnir og Fariseararnir ráðið saman til fund og søgdu: "Hvat skulu vit gera? Hesin maður ger mong tekin. |
|
48 | Lata vit Hann halda so á, fara øll at trúgva á Hann, og Rómverjar fara at koma og taka bæði land og fólk okkara." |
|
49 | Men ein teirra - Kaifas, sum var høvuðsprestur tað árið - segði við teir: |
|
50 | "Tit skilja einki! Ei heldur kemur tykkum í hug, at tað er okkum til gagn, at ein maður doyr fyri fólkið, og ikki øll tjóðin gongur til grundar." |
|
51 | - Hetta segði hann ikki av sær sjálvum; nei, við tað at hann var høvuðsprestur tað árið, profeteraði hann, at Jesus skuldi doyggja fyri fólkið - |
|
52 | og ikki bert fyri ta tjóðina, men fyri at Hann eisini skuldi savna sundurspjaddu børn Guds saman til eitt. |
|
53 | Frá tí degi løgdu teir upp ráð um at drepa Hann. |
|
54 | Tí ferðaðist Jesus ikki longur opinlýst um millum Jødarnar; nei, Hann fór haðani út til landið nær oyðimørkini, til ein bý, sum æt Efra’im; har dvaldi Hann við lærisveinum Sínum. |
|
55 | Nú leið til páskir Jødanna, og mong av bygd fóru fyri páskir niðan til Jerúsalem at reinsa seg. |
|
56 | Tey leitaðu tá eftir Jesusi og søgdu hvørt við annað, sum tey stóðu í templinum: "Hvat halda tit? Man Hann ikki fara at koma til høgtíðina?" |
|
57 | Men høvuðsprestarnir og Fariseararnir høvdu givið boð um, at tann, ið fekk at vita, hvar Hann var, skuldi siga frá, so teir kundu taka Hann. |
|
|