Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Jóhannes
Kapittul 8
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Men Jesus fór til Oljufjallið.
2 Tíðliga um morgunin kom Hann aftur í templið, og alt fólkið kom til Hansara; Hann settist tá og lærdi tey.
3 Tá komu hinir skriftlærdu og Fariseararnir til Hansara við kvinnu, sum tikin var í hori; teir leiddu hana fram fyri Hann
4 og søgdu við Hann: "Meistari! Henda kvinna hevur drivið hor - hon er tikin í gerðini!
5 Móses hevur í lógini givið okkum tað boð, at slík skulu verða steinað; hvat sigur nú Tú?"
6 - Hetta søgdu teir fyri at freista Hann, so teir kundu hava okkurt at klaga Hann fyri. Men Jesus boygdi Seg niður og skrivaði við fingrinum á jørðina.
7 Táið teir nú hildu á at spyrja, rætti Hann Seg upp og segði við teir: "Tann av tykkum, sum er uttan synd, kasti fyrsta steinin á hana!"
8 Síðani boygdi Hann Seg niður aftur og skrivaði á jørðina.
9 Táið teir hoyrdu hetta, fóru teir avstað, ein fyri og annar eftir, hinir elstu fyrstir; og Jesus var einsamallur eftir við kvinnuni, ið stóð har.
10 Tá rætti Jesus Seg upp og segði við hana: "Kvinna, hvar eru teir? Var eingin, sum dømdi teg?"
11 Hon svaraði: "Eingin, Harri!" Tá segði Jesus: "Heldur ikki Eg dømi teg; far avstað og synda ikki longur!"
12 Jesus talaði tá aftur til teirra og segði: "Eg eri ljós heimsins; tann, ið fylgir Mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins."
13 Tá søgdu Fariseararnir við Hann: "Tú vitnar um Teg sjálvan; vitnisburður Tín er ikki sannur!"
14 Jesus svaraði teimum: "Um so Eg vitni um Meg sjálvan, er vitnisburður Mín sannur; tí Eg veit, hvaðani Eg eri komin, og hvar Eg fari; men tit vita ikki, hvaðani Eg eri komin, og hvar Eg fari.
15 Tit døma eftir holdinum; Eg dømi ongan.
16 Og um so Eg dømi, er dómur Mín rættur; tí Eg eri ikki einsamallur; nei, við Mær er Faðirin, sum sendi Meg.
17 Í lóg tykkara er jú eisini skrivað, at tað, sum tveir menn vitna, stendur sum sannleiki.
18 Her vitni nú Eg um Meg sjálvan, og Faðirin, sum sendi Meg, vitnar um Meg."
19 Tá søgdu teir við Hann: "Hvar er Faðir Tín?" Jesus svaraði: "Tit kenna hvørki Meg ella Faðir Mín; kendu tit Meg, kendu tit Faðir Mín við."
20 Hesi orð talaði Hann við tempulkistuna, meðan Hann lærdi í templinum; og eingin legði hond á Hann, tí tími Hansara var ikki komin enn.
21 Hann segði tá aftur við teir: "Eg fari burtur, og tit skulu leita eftir Mær, og tit skulu doyggja í synd tykkara; hagar sum Eg fari, kunnu tit ikki koma."
22 Tá søgdu Jødarnir: "Man Hann ætla at forkoma Sær, síðani Hann sigur: "Hagar sum Eg fari, kunnu tit ikki koma"?"
23 Men Hann svaraði teimum: "Tit eru niðanfrá, Eg eri omanfrá; tit eru av hesum heimi, Eg eri ikki av hesum heimi.
24 Tí segði Eg við tykkum: "Tit skulu doyggja í syndum tykkara"; tí trúgva tit ikki, at tað eri Eg, skulu tit doyggja í syndum tykkara."
25 Teir søgdu tá við Hann: "Hvør ert Tú?" Jesus svaraði teimum: "Júst tað, sum Eg sigi tykkum.
26 Eg havi nógv at siga og døma um tykkum, men Hann, ið sendi Meg, er sannorðaður, og tað, sum Eg havi hoyrt av Honum, tali Eg til heimin."
27 - Teir skiltu ikki, at tað var um Faðirin, Hann talaði við teir.
28 Jesus segði tá: "Táið tit fáa lyft Menniskjasonin upp, skulu tit skilja, at tað eri Eg, og at Eg geri einki av Mær sjálvum, men tali hetta, soleiðis sum Faðir Mín hevur lært Meg.
29 Og Hann, sum sendi Meg, er við Mær; Hann hevur ikki latið Meg einsamallan, tí Eg geri altíð tað, sum Honum líkar."
30 Táið Hann talaði hetta, komu mong til trúgv á Hann.
31 Jesus segði tá við Jødarnar, sum vóru komnir til trúgv á Hann: "Verða tit í orðum Mínum, eru tit av sonnum lærisveinar Mínir;
32 og tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar."
33 Teir svaraðu Honum: "Vit eru ætt Ábrahams og hava aldri verið trælir nakars mans; hvussu kanst Tú tá siga: "Tit skulu verða fríir!""
34 Jesus svaraði teimum: "Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Hvør tann, ið ger synd, er trælur syndarinnar.
35 Og trælurin verður ikki verandi í húsinum allar ævir, men Sonurin verður verandi har allar ævir.
36 Fær tí Sonurin gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir.
37 Eg veit, at tit eru ætt Ábrahams; men tit liggja Mær eftir lívinum, tí tala Mín finnur ikki rúm hjá tykkum.
38 Eg tali tað, sum Eg havi sæð hjá Faðir Mínum; soleiðis gera eisini tit tað, sum tit hava hoyrt frá faðir tykkara."
39 Teir svaraðu Honum: "Faðir okkara er Ábraham!" Jesus segði við teir: "Vóru tit børn Ábrahams, gjørdu tit verk Ábrahams.
40 Men nú liggja tit Mær eftir lívinum - manni, ið hevur sagt tykkum sannleikan, sum Eg havi hoyrt frá Gudi. Slíkt gjørdi Ábraham ikki.
41 Tit gera verk faðirs tykkara!" Teir søgdu við Hann: "Vit eru ikki føddir í hori, vit hava ein Faðir, Gud!"
42 Jesus segði við teir: "Var Gud Faðir tykkara, elskaðu tit Meg; tí Eg eri gingin út frá Gudi og eri komin frá Honum; tí Eg eri heldur ikki komin av Mær sjálvum, nei, Hann hevur sent Meg.
43 Hví skilja tit ikki talu Mína? Tí tit tola ikki at hoyra orð Mítt!
44 Tit eru av einum faðir - Djevulinum - og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum. Táið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí hann er lygnari og faðir lygnarinnar.
45 Men Mær trúgva tit ikki, tí Eg sigi tykkum sannleikan.
46 Hvør tykkara kann vísa á nakra synd hjá Mær! Og sigi Eg sannleika, hví trúgva tit Mær tá ikki?
47 Tann, ið er av Gudi, hoyrir orð Guds; tí hoyra tit ikki, tí tit eru ikki av Gudi."
48 Jødarnir svaraðu Honum: "Siga vit ikki av røttum, at Tú ert Samverji og settur av illum anda!"
49 Jesus svaraði: "Eg eri ikki settur av illum anda, nei, Eg æri Faðir Mín, og tit vanæra Meg.
50 Men Eg søki ikki æru Mína; tann er, sum søkir hana - og dømir.
51 Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Heldur nakar orð Mítt, skal hann í allar ævir ikki síggja deyðan."
52 Jødarnir søgdu við Hann: "Nú síggja vit, at Tú ert settur av illum anda! Ábraham doyði, og profetarnir doyðu - og Tú sigur: "Heldur nakar orð Mítt, skal hann í allar ævir ikki smakka deyðan!"
53 Ert Tú tá størri enn faðir okkara Ábraham, sum jú doyði! Og profetarnir doyðu - hvønn gert Tú Teg sjálvan til?"
54 Jesus svaraði: "Æri Eg Meg sjálvan, er æra Mín einki; tað er Faðir Mín, ið ærir Meg, Hann, sum tit siga, er Gud tykkara.
55 Og tit kenna Hann ikki, men Eg kenni Hann. Og sigi Eg, at Eg kenni Hann ikki, so verði Eg lygnari eins og tit. Men Eg kenni Hann og haldi orð Hansara.
56 Ábraham, faðir tykkara, gleddist til at síggja dag Mín, og hann sá hann og varð glaður."
57 Tá søgdu Jødarnir við Hann: "Tú ert ikki 50 ár enn, og Tú hevur sæð Ábraham!"
58 Jesus segði við teir: "Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri Eg!"
59 Tá tóku teir upp steinar at kasta á Hann. Men Jesus fjaldi Seg og fór út úr templinum.