Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Jóhannes
Kapittul 3
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Millum Fariseararnar var maður, ið æt Nikodemus, ein ráðharri Jødanna.
2 Hann kom til Hansara á nátt og segði við Hann: "Rabbi! Vit vita, at Tú ert lærari, komin frá Gudi; tí eingin kann gera hesi tekin, sum Tú gert, uttan Gud er við honum."
3 Jesus svaraði honum: "Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av nýggjum, kann hann ikki síggja ríki Guds."
4 Nikodemus segði við Hann: "Hvussu kann nakar verða føddur, táið hann er gamal! Man hann aðru ferð kunna fara inn í lív móður sínar og verða føddur!"
5 Jesus svaraði: "Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av vatni og Anda, kann hann ikki koma inn í ríki Guds.
6 Tað, ið føtt er av holdinum, er hold, og tað, ið føtt er av Andanum, er andi.
7 Undrast ikki á, at Eg segði við teg: "Tit mugu føðast av nýggjum!"
8 Vindurin blæsur, hagar hann vil, og tú hoyrir suðið, men tú veitst ikki, hvaðani hann kemur, og hvar hann fer; so er við einum og hvørjum, ið føddur er av Andanum."
9 Nikodemus svaraði Honum: "Hvussu kann hetta verða?"
10 Jesus svaraði honum: "Tú ert lærari Ísraels og veitst ikki hetta!
11 Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Vit tala tað, ið vit vita, og vit vitna tað, ið vit hava sæð, og tit taka ikki ímóti vitnisburði okkara.
12 Trúgva tit ikki, táið Eg tali við tykkum um tað, ið hoyrir jørðini til, hvussu skulu tit tá trúgva, um Eg tali við tykkum um hitt himmalska!
13 Og tó er eingin farin upp til Himmals uttan Hann, sum er stigin niður av Himli, Menniskjasonurin, sum er í Himli.
14 Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp,
15 fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum.
16 Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
17 Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
18 Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds.
19 Og hetta er dómurin, at ljósið er komið í heimin, men menniskjuni elskaðu myrkrið meir enn ljósið; tí verk teirra vóru ónd.
20 Hvør tann, ið ger ilt, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, fyri at verk hansara skulu ikki verða opinberað.
21 Men tann, ið ger sannleikan, kemur til ljósið, fyri at verk hansara kunnu verða opinberað - at tey eru gjørd í Gudi."
22 Eftir hetta fóru Jesus og lærisveinar Hansara um Judealand, og Hann var har við teimum og doypti.
23 Men eisini Jóhannes doypti, í Enon, stutt frá Salim, tí har var nógv vatn; fólkið kom hagar og læt seg doypa.
24 Tí tá var Jóhannes enn ikki settur í fangahús.
25 Nú varð stríð millum lærisveinar Jóhannesar og ein Jøda um reinsan.
26 Og teir komu til Jóhannes og søgdu við hann: "Rabbi! Hann, sum var hjá tær hinumegin Jordan, Hann, sum tú gavst vitnisburð - nú doypir Hann, og øll koma til Hansara!"
27 Jóhannes svaraði: "Menniskjað kann einki fáa, uttan tað er givið tí av Himli.
28 Tit eru sjálvir vitni míni, at eg segði: "Eg eri ikki Kristus, men eg eri sendur út undan Honum."
29 Tann, ið hevur brúðrina, er brúðgómurin; men vinur brúðgómsins, sum stendur og lurtar eftir Honum, gleðist stórliga við rødd brúðgómsins. Henda gleði mín er nú vorðin fullkomin.
30 Hann skal vaksa, og eg skal minka.
31 Hann, sum kemur omanfrá, er yvir øllum; hann, sum er av jørðini, er av jørðini og talar av jørðini; Hann, sum kemur av Himli, er yvir øllum.
32 Tað, ið Hann hevur sæð og hoyrt, vitnar Hann, og eingin tekur ímóti vitnisburði Hansara.
33 Tann, sum tekur ímóti vitnisburði Hansara, hevur staðfest, at Gud er sannorðaður.
34 Tí Hann, sum Gud hevur sent, talar orð Guds; Gud gevur ikki Andan eftir máli.
35 Faðirin elskar Sonin og hevur givið Honum alt í hond.
36 Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki síggja lívið; nei, vreiði Guds verður verandi yvir honum."