Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Jóhannes
Kapittul 10
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 "Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum ikki fer um dyrnar inn í seyðahúsið, men klívur uppum aðrastaðni, hann er tjóvur og ránsmaður.
2 Men tann, sum fer inn um dyrnar, er seyðahirðin.
3 Fyri honum letur duravaktarin upp, og seyðurin hoyrir rødd hansara, og hann rópar seyð sín við navni og leiðir hann út.
4 Táið hann so hevur leitt út allan seyð sín, gongur hann undan honum; og seyðurin fylgir honum, tí hann kennir rødd hansara.
5 Men fremmandum fylgir hann ikki, nei, hann flýggjar frá honum; tí hann kennir ikki rødd hinna fremmandu."
6 Hetta líknilsi talaði Jesus til teirra; men tey skiltu ikki, hvat tað var, Hann talaði við tey.
7 Jesus segði tá aftur við tey: "Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Eg eri dyr seyðarins.
8 Allir, ið komnir eru fyri Mær, eru tjóvar og ránsmenn; men seyðurin lurtaði ikki eftir teimum.
9 Eg eri dyrnar; tann, ið fer inn gjøgnum Meg, verður frelstur, og hann skal ganga inn og ganga út og finna føði.
10 Tjóvurin kemur bert at stjala og drepa og forkoma; Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava yvirflóð.
11 Eg eri hin góði hirði; hin góði hirði gevur lív Sítt fyri seyðin.
12 Men tann, ið leigaður er og ikki er hirði - sum ikki eigur seyðin - sær úlvin koma og rýmir frá seyðinum og flýggjar; og úlvurin rænir seyðin og spjaðir hann sundur.
13 - Tí hann er leigaður, og seyðurin liggur honum ikki á hjarta.
14 Eg eri hin góði hirði, og Eg kenni Míni og eri kendur av Mínum,
15 eins og Faðirin kennir Meg, og Eg kenni Faðirin; og Eg gevi lív Mítt fyri seyðin.
16 Eg eigi eisini annan seyð, sum ikki hoyrir til hetta seyðahúsið; eisini hann skal Eg leiða; hann skal hoyra rødd Mína, og eitt fylgi skal verða, og ein hirði.
17 Tí elskar Faðirin Meg, tí Eg gevi lív Mítt - fyri at taka tað aftur.
18 Eingin tekur tað frá Mær, nei, Eg gevi tað av Mær sjálvum. Eg havi vald at geva tað, og Eg havi vald at taka tað aftur. Hetta boð fekk Eg frá Faðir Mínum."
19 Av hesum orðum varð nú uppaftur tvídráttur millum Jødarnar.
20 Nógvir av teimum søgdu: "Hann er settur av illum anda og frá Sær sjálvum! Hví lurta tit eftir Honum!"
21 Aðrir søgdu: "Hetta eru ikki orð eins, sum settur er av illum anda! Man illur andi kunna lata upp eygu blindra!"
22 Nú kom tempulvígsluhøgtíðin í Jerúsalem. Vetur var;
23 og Jesus gekk aftur og fram í templinum, í súlugong Sálomons.
24 Tá flokkaðust Jødarnir um Hann og søgdu við Hann: "Hvussu leingi ætlar Tú at halda sál okkara í óvissu? Ert Tú Kristus, so sig okkum, sum er!"
25 Jesus svaraði teimum: "Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva Mær ikki. Verkini, sum Eg geri í navni Faðirs Míns, vitna um Meg.
26 Men tit trúgva ikki, tí tit eru ikki av seyði Mínum!
27 Seyður Mín hoyrir rødd Mína, Eg kenni hann og hann fylgir Mær.
28 Og Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni.
29 Faðir Mín, sum hevur givið Mær hann, er størri enn øll, og eingin kann ríva nakað úr hond Faðirs Míns.
30 Eg og Faðirin, Vit eru eitt."
31 Tá tóku Jødarnir aftur upp steinar at steina Hann.
32 Jesus segði við teir: "Mong góð verk havi Eg víst tykkum frá Faðir Mínum; hvørt av hesum verkum er tað, tit steina Meg fyri?"
33 Jødarnir svaraðu Honum: "Tað er ikki fyri nakað gott verk, vit steina Teg, nei, fyri gudspottan, og fyri tað, at Tú, sum ert menniskja, gert Teg sjálvan til Gud!"
34 Jesus segði við teir: "Stendur ikki skrivað í lóg tykkara: "Eg havi sagt: "Tit eru gudar!""
35 Hevur Hann nú kallað teir gudar, sum orð Guds kom til - og skriftin vikast ikki -
36 siga tit tá við Hann, sum Faðirin hevur halgað og sent í heimin: "Tú spottar Gud!" - fyri tað at Eg segði: "Eg eri Sonur Guds"?
37 Geri Eg ikki verk Faðirs Míns, so trúgvið Mær ikki!
38 Men geri Eg tey, so trúgvið verkunum, um tit so ikki trúgva Mær, so tit kunnu skilja og sanna, at Faðirin er í Mær, og Eg eri í Faðirinum!"
39 Tá royndu teir aftur at taka Hann; men Hann slapp Sær undan hondum teirra.
40 So fór Hann aftur avstað, yvir um Jordan, til staðið, har Jóhannes fyrst hevði doypt, og Hann dvaldi har.
41 Nógv fólk kom nú til Hansara, og tey søgdu: "Víst gjørdi Jóhannes einki tekin, men alt, ið Jóhannes segði um henda, var satt."
42 Og mong komu til trúgv á Hann har.