Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Jóhannes
Kapittul 14
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 "Hjarta tykkara óttist ikki! Tit trúgva á Gud - trúgvið á Meg við!
2 Í húsi Faðirs Míns eru nógvir bústaðir; var tað ikki so, hevði Eg sagt tykkum tað; tí Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar.
3 Og táið Eg eri farin burtur og havi gjørt tykkum stað til reiðar, komi Eg aftur og taki tykkum til Mín, so eisini tit skulu vera, har sum Eg eri.
4 Og hagar sum Eg fari, vita tit vegin."
5 Tummas segði við Hann: "Harri, vit vita ikki, hvar Tú fert, og hvussu kunnu vit vita vegin!"
6 Jesus svaraði honum: "Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
7 Høvdu tit kent Meg, so kendu tit Faðir Mín við; og frá hesi stund kenna tit Hann og hava sæð Hann."
8 Filip segði við Hann: "Harri, vís okkum Faðirin, og tað er okkum nóg mikið!"
9 Jesus svaraði honum: "So langa tíð havi Eg verið hjá tykkum, og tú kennir Meg ikki, Filip? Tann, ið hevur sæð Meg, hevur sæð Faðirin. Hvussu kanst tú tá siga: "Vís okkum Faðirin!"
10 Trýrt tú ikki, at Eg eri í Faðirinum, og Faðirin er í Mær? Orðini, ið Eg tali til tykkara, tali Eg ikki av Mær sjálvum; nei, Faðirin, sum í Mær býr, Hann ger verk Síni.
11 Trúgvið Mær, at Eg eri í Faðirinum, og Faðirin er í Mær! - Og um ikki, so latið verkini sjálv fáa tykkum at trúgva Mær!
12 Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið trýr á Meg, skal eisini gera tey verk, ið Eg geri - og hann skal gera størri enn hesi. Tí Eg fari til Faðirin;
13 og hvat tit so biðja um í navni Mínum, skal Eg gera, fyri at Faðirin skal verða dýrmætur við Syninum.
14 Biðja tit um nakað í navni Mínum, skal Eg gera tað.
15 Elska tit Meg, so haldið boð Míni!
16 Og Eg skal biðja Faðirin, og Hann skal geva tykkum annan Talsmann at vera hjá tykkum allar ævir,
17 Anda sannleikans, sum heimurin ikki kann fáa; tí hann sær Hann ikki og kennir Hann ikki. Men tit kenna Hann, tí Hann verður hjá tykkum og skal vera í tykkum.
18 Eg skal ikki lata tykkum faðirleysar eftir; Eg komi til tykkara.
19 Lítla stund aftrat, so sær heimurin Meg ikki longur, men tit síggja Meg; tí Eg livi, og tit skulu liva.
20 Tann dag fara tit at sanna, at Eg eri í Faðir Mínum, at tit eru í Mær, og at Eg eri í tykkum.
21 Tann, ið hevur boð Míni - og heldur tey - er tann, ið elskar Meg; og tann, ið elskar Meg, skal verða elskaður av Faðir Mínum, og Eg skal elska hann og opinbera Meg fyri honum."
22 Judas - ikki Iskariot - segði við Hann: "Harri! Hvussu ber tað til, at Tú ætlar at opinbera Teg fyri okkum og ikki fyri heiminum?"
23 Jesus svaraði honum: "Um nakar elskar Meg, heldur hann orð Mítt, og Faðir Mín skal elska hann, og Vit skulu koma til hansara og taka bústað hjá honum.
24 Tann, ið ikki elskar Meg, heldur ikki orð Míni, og orðið, tit hoyra, er ikki Mítt, men Faðirsins, sum hevur sent Meg.
25 Hetta havi Eg talað til tykkara, meðan Eg havi verið hjá tykkum;
26 men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum.
27 Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið!
28 Tit hoyrdu, at Eg segði við tykkum: "Eg fari burtur, og Eg komi aftur til tykkara." - Elskaðu tit Meg, høvdu tit gleðst um, at Eg fari til Faðirin; tí Faðirin er størri enn Eg.
29 Og nú havi Eg sagt tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit skulu trúgva, táið tað hendir.
30 Nú fari Eg ikki at tala mikið við tykkum aftrat; tí høvdingi heimsins kemur, og hann hevur einki í Mær.
31 Men fyri at heimurin kann sanna, at Eg elski Faðirin og geri, sum Faðirin hevur boðið Mær - reisist, latið okkum fara hiðani!"