Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Kongabók
Kapittul 9
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Táið Sálomo var liðugur at byggja hús HARRANS og kongshøllina og alt tað, ið honum hevði verið í huga at gera,
2 opinberaði HARRIN Seg aðru ferð fyri Sálomo, sum Hann hevði opinberað Seg fyri honum í Gibeon.
3 HARRIN segði við hann: "Eg havi hoyrt bøn og eyðmjúku ákallan tína, sum tú bart fram fyri ásjón Mína; Eg havi halgað hetta hús, ið tú hevur bygt, og skal til ævigar tíðir lata navn Mítt búgva har; og eygu Míni og hjarta Mítt skulu vera har allar dagar.
4 Livir tú nú lív títt fyri ásjón Míni, soleiðis sum Dávid, faðir tín, gjørdi, við reinum og sonnum hjarta, so tú gert alt tað, ið Eg havi álagt tær, og heldur boð Míni og lógir Mínar,
5 so skal Eg til ævigar tíðir staðfesta hásæti kongadóms tíns í Ísrael - soleiðis sum Eg lovaði Dávidi, faðir tínum, táið Eg segði: "Aldri skal saknast í hásæti Ísraels ein av eftirkomarum tínum."
6 Men venda tit tykkum burtur frá Mær, tit og børn tykkara, so tit halda ikki boðini og lógirnar, ið Eg havi lagt fyri tykkum, men fara at dýrka aðrar gudar og tilbiðja teir,
7 so skal Eg oyða Ísrael úr landinum, ið Eg havi givið teimum; húsið, ið Eg havi halgað navni Mínum, skal Eg blaka burtur frá ásjón Míni; og Ísrael skal verða til orðtak og spott millum øll fólk.
8 Og hvussu høgt ið hetta hús so verður - ein og hvør, ið kemur fram við tí, skal ógvast og háða; og spyr tá onkur: "Hví hevur HARRIN gjørt so við hetta land og hetta hús?"
9 so skal verða svarað: "Tí tey vendu HARRANUM Gudi sínum bakið, Honum, sum leiddi fedrar teirra út av Egyptalandi, og hildu seg til aðrar gudar, tilbóðu og dýrkaðu teir - tí hevur HARRIN latið hesa vanlukku komið yvir tey.""
10 Táið nú tey 20 árini vóru gingin, sum Sálomo hevði brúkt til at byggja húsini bæði, hús HARRANS og kongshøllina,
11 gav Sálomo Hiram kongi í Týrus 20 býir í Galilea - honum, ið hevði hjálpt honum við sedrisviði, syprisviði og gulli, so nógvum sum hann vildi hava.
12 Men táið Hiram kom úr Týrus at hyggja at býunum, ið Sálomo hevði givið honum, dámdi honum teir ikki.
13 Hann segði: "Hvat eru hetta fyri býir, ið tú hevur givið mær, bróðir!" - Og hann rópti teir Kabulsland - sum teir eita enn í dag.
14 Men Hiram sendi konginum 120 talentir av gulli.
15 Við pliktarbeiðsmonnunum, ið Sálomo kongur tók út til at byggja hús HARRANS, hús sítt, Millo, múrarnar um Jerúsalem, Hazor, Megiddo og Gezer - við teimum var tað so:
16 Farao, kongurin í Egyptalandi var farin avstað og hevði tikið Gezer, sett eld á tað, dripið Kána’anitar, sum í býnum búðu, og givið dóttur síni, konu Sálomo, býin í heimanfylgju;
17 men Sálomo bygdi Gezer upp aftur; somuleiðis bygdi hann upp aftur Niðara-Bet-Horon.
18 Ba’alat, Tadmor í oyðimørkini har í landinum,
19 allar býirnar, sum hann hevði goymslur í, vagnbýirnar, býirnar til hestfólkið - og alt annað, ið hann fekk hug at byggja, bæði í Jerúsalem, á Libanon og í øllum ríki sínum.
20 Alt fólkið, ið eftir var av Amoritum, Hetitum, Perizitum, Hevitum og Jebusitum - teir, ið ikki hoyrdu til Ísraelsmenn -
21 eftirkomarar teirra, sum enn vóru í landinum eftir teir, av tí at Ísraelsmenn høvdu ikki verið mentir at sláa teir við banni, teir tók Sálomo út til trælir við arbeiðsskyldu - sum teir eru enn í dag.
22 Men av Ísraelsmonnum gjørdi Sálomo ongan til træl; teir vóru hermenn og embætismenn, høvdingar og kappar hjá honum og høvdingar yvir hervagnum og hestmonnum hansara.
23 Arbeiðsformenn Sálomos vóru 550 í tali; teir vóru yvir monnunum, ið gjørdu arbeiðið.
24 Við tað sama sum dóttir Farao var farin úr Dávidsstaði í húsið, sum hann hevði bygt henni, fór hann undir at byggja Millo.
25 Tríggjar ferðir um árið ofraði Sálomo brennioffur og takkoffur á altarinum, ið hann hevði reist HARRANUM, og hann brendi roykilsi á altarinum, ið stóð fyri ásjón HARRANS - og hevði nú húsið liðugt.
26 Sálomo kongur læt eisini smíða skip - í Ezjon-Geber, sum liggur við Elot á Reyðahavsstrond í Edomslandi.
27 Hiram læt menn sínar, royndar sjómenn, fara við skipunum saman við monnum Sálomos.
28 Teir fóru til Ofir og førdu gull haðani, 420 talentir - hetta førdu teir Sálomo kongi heim.