Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Kongabók
Kapittul 3
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Nú svágdi Sálomo seg við Farao, kongin í Egyptalandi - hann giftist við dóttur Farao; og hann førdi hana inn í Dávidsstað, meðan hann gjørdi seg lidnan at byggja sítt egna hús, hús HARRANS og múrin um Jerúsalem.
2 Fólkið ofraði tá í tíðini bert á heyggjunum; tí enn var einki hús bygt navni HARRANS.
3 Sálomo elskaði HARRAN, so at hann gjørdi eftir teim fyriskipanum, ið Dávid, faðir hansara, hevði givið; tó ofraði hann á heyggjunum og brendi roykilsi har.
4 Kongurin fór til Gibeon, til at ofra har; tí har var hin stóri offurheyggjurin; 1000 brennioffur ofraði Sálomo á altarinum har.
5 Í Gibeon opinberaði HARRIN Seg fyri Sálomo í dreymi um náttina; Gud segði: "Sig, hvat tú vilt, at Eg skal geva tær!"
6 Sálomo svaraði: "Tú hevur víst tænara Tínum Dávidi, faðir mínum, stóra náði - hann livdi jú eisini fyri ásjón Tíni í trúskapi og rættvísi og við sonnum hjarta; og Tú lætst hesa stóru náði halda við at vera yvir honum og gavst honum son at sita í hásæti hansara - soleiðis sum nú gongur sjón fyri søgn.
7 Ja, nú hevur Tú, HARRI Gud mín, gjørt tænara Tín til kong eftir Dávid, faðir mín; men eg eri blaðungur og dugi ikki at bera meg beint at.
8 Og her stendur tænari Tín mitt í fólki Tínum, sum Tú hevur útvalt, einum fólki, ið er so stórt, at ikki stendur til at meta ella telja tað fyri nøgd.
9 Gev tí tænara Tínum eitt hjarta, ið dugir at skilja, so eg verði mentur at døma fólk Títt og gera mun á góðum og illum! Tí hvør er førur fyri at døma hetta fólk Títt, sum so stórt er!"
10 Hetta líkaði HARRANUM væl - at Sálomo bað um hetta;
11 og Gud segði við hann: "Aftur fyri at tú baðst um hetta og ikki baðst um langt lív, ei heldur um ríkidømi ella lív fígginda tína - nei, baðst um skil til at duga á at skyna, hvat ið rætt er -
12 so skal Eg gera, sum tú biður - Eg skal geva tær so víst og vitigt hjarta, at líki tín hvørki hevur verið, ei heldur skal koma eftir teg.
13 Og tað, ið tú ikki baðst um, gevi Eg tær við - bæði ríkidømi og heiður, so líki tín skal ikki vera millum kongarnar alla tíð tína.
14 Gongur tú nú leiðir Mínar, so tú heldur lógir Mínar og boð Míni - soleiðis, sum Dávid, faðir tín, gjørdi - so skal Eg geva tær langt lív."
15 Nú vaknaði Sálomo og sá, at hetta var dreymur. Táið hann so kom til Jerúsalem, steig hann fram fyri sáttmálaørk HARRANS og ofraði brennioffur og bar fram takkoffur; og hann gjørdi gestaboð fyri øllum tænarum sínum.
16 Um hesa tíðina komu tvær skøkjur og stigu fram fyri kongin.
17 Onnur kvinnan segði: "Hoyr meg, harri! Eg og henda kvinnan búðu í húsi saman, og eg átti barn í húsinum hjá henni.
18 Triðja dagin eftir at eg hevði átt, átti eisini henda kvinnan barn. Har vóru vit nú saman; eingin fremmandur var hjá okkum í húsinum, vit vóru tværeinar í húsi.
19 So eina náttina doyði drongurin hjá hesi kvinnuni - hon hevði ligið á honum.
20 Mitt um náttina, meðan tænastukvinna tín svav, fór hon upp, tók drong mín undan liðini á mær og legði hann við bróst sítt; drong sín, sum deyður var, hann legði hon við bróst mítt.
21 Táið eg nú um morgunin reistist og skuldi geva drongi mínum bróst, fekk eg at síggja, at hann var deyður. Men táið eg hugdi gjølla at honum um morgunin, nú var tað ikki drongur mín, hann, ið eg hevði átt."
22 Tá segði hin kvinnan: "Nei, hann, ið livir, er sonur mín, og hann, ið deyður er, er sonur tín!" Men hin fyrra segði: "Nei, hann, ið deyður er, er sonur tín, og hann, ið livir, er sonur mín!" Soleiðis trættust tær framman fyri kongin.
23 Tá segði kongurin: "Onnur sigur: "Hesin, ið livir, er sonur mín, og hann, ið deyður er, er sonur tín!" Og hin sigur: "Nei, hann, ið deyður er, er sonur tín, og hann, ið livir, er sonur mín!""
24 Kongurin segði nú: "Farið mær eftir svørði!" Teir komu tá við svørði til kongin.
25 Og kongurin segði: "Høggið hetta barnið, sum livir, sundur í tveir partar, og gevið hvørjari sína helvtina!"
26 Tá segði kvinnan, sum var móðir barnsins, ið livdi, við kongin - tí hjarta hennara brendi fyri barninum - hon segði: "Hoyr meg, harri! Lat hana fáa hetta barnið, sum livir - drep tað endiliga ikki!" Men hin segði: "Hvørki eg ella tú skal hava tað - høggið tað bert sundur!"
27 Nú tók kongurin til orða og segði: "Fáið hasari barnið, sum livir, og drepið tað ikki - hon er móðir tess!"
28 Táið nú alt Ísrael fekk at hoyra um henda dóm, ið kongurin hevði felt, fingu tey virðingarótta fyri konginum; tí tey sóu, at vísdómur Guds var í hjarta hansara til at døma beint.