Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Kongabók
Kapittul 1
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Dávid kongur var nú gamal og hevði mong ár á baki; tey breiddu teppi yvir hann, men hann fekst ikki at orna.
2 Tá søgdu tænarar hansara við hann: "Leitað skuldi verðið harra mínum konginum eftir ungari gentu, moyggj, sum kann vera hjá konginum og fjálga um hann; táið hon liggur í favni tínum, so ornar harri mín kongurin."
3 Nú varð leitað í øllum Ísraelslandi eftir vakrari gentu, og teir funnu Abisag úr Sunem og fóru við henni til kongin.
4 Hon var ógvuliga vøkur genta; hon fjálgaði tá um kongin og gekk honum til handa; men kongurin hevði ikki við hana at gera.
5 Men Adonja, sonur Haggit, gjørdi seg sjálvan stóran og segði: "Eg vil vera kongur!" Og hann fekk sær vagnar og hestmenn og 50 mans at renna fyri sær.
6 - Faðir hansara hevði aldri alla tíð hansara havt at honum og sagt: "Hví bert tú teg so at!" Eisini hann var ógvuliga vakur, og hann var elstur eftir Absalom.
7 Hann samráddi seg við Jóab, son Zeruju, og við Abjatar prest; teir fóru í part við Adonja og styðjaðu hann.
8Men Zadok prestur, Benaja, sonur Jójada, Natan profetur, Sime’i, Re’i og kappar Dávids hildu ikki við Adonja.
9 Adonja læt nú við Soheletstein, sum er við Rogelskeldu, drepa seyð, neyt og gøðingarkálvar, og hann sendi øllum brøðrum sínum - kongasonunum - innbjóðing, somuleiðis øllum Judamonnum, sum vóru í tænastu hjá konginum.
10 Men Natan profeti, Benaja, køppunum og bróður sínum Sálomo beyð hann ikki.
11 Tá segði Natan við Batsebu, móður Sálomo: "Tú hevur sjálvsagt hoyrt, at Adonja, sonur Haggit, er vorðin kongur, uttan at Dávid, harri okkara, veit av?
12 Loyv mær nú at leggja tær ráð, so tú fært bjargað lívi tínum og lívi Sálomos, sonar tíns!
13 Far inn til Dávid kong og sig við hann: "Hevur tú ikki, harri kongurin, við eiði givið tænastukvinnu tíni hetta lyfti: "Sálomo, sonur tín, skal vera kongur eftir meg; hann skal sita í hásæti mínum"! Hvussu ber tað tá til, at Adonja er vorðin kongur?"
14 Meðan tú enn ert inni har og tosar við kong, skal eg koma inn og staðfesta orð tíni."
15 Batseba fór tá inn í kamarið til kongin. - Kongurin var ógvuliga gamal nú, og Abisag úr Sunem gekk honum til handa.
16 Batseba boygdi seg nú og kastaði seg til jarðar fyri konginum, og kongurin segði: "Hvat vilt tú?"
17 Hon svaraði: "Harri! Tú hevur við eiði um HARRAN Gud tín givið tænastukvinnu tíni hetta lyfti: "Sálomo, sonur tín, skal vera kongur eftir meg; hann skal sita í hásæti mínum!"
18 Men nú er Adonja vorðin kongur, og tú, harri kongurin, veitst ikki av!
19 Hann hevur latið drepa neyt, gøðingarkálvar og seyð í hópatali og sent øllum kongasonunum innbjóðing, somuleiðis Abjatar presti og Jóab, herhøvdinganum; men Sálomo, tænara tínum, hevur hann onga innbjóðing sent.
20 Og nú, harri kongurin - hvørt eyga í Ísrael er vent á teg, at tú skalt lata fólkið vita, hvør ið eftir harra mín kongin skal sita í hásæti hansara.
21 Annars kann tað ganga so, at táið harri mín kongurin liggur hjá fedrum sínum, so verða eg og Sálomo, sonur mín, roknað eins og brotsmenn."
22 Meðan hon enn tosaði við kongin, kom Natan profetur.
23 Hetta varð sagt konginum: "Natan profetur er her!" Hann kom so inn og steig fram fyri kongin og kastaði seg á andlit sítt til jarðar fyri honum.
24 Síðani segði Natan: "Harri kongurin! Tað er sjálvsagt tú, ið hevur sagt: "Adonja skal vera kongur eftir meg - hann skal sita í hásæti mínum"?
25 Tí hann er í dag farin oman og hevur latið drepa neyt, gøðingarkálvar og seyð í hópatali og hevur sent øllum kongasonunum innbjóðing, somuleiðis herhøvdingunum og Abjatar presti; nú eta og drekka teir við honum og rópa: "Livi Adonja kongur!"
26 Men mær, tænara tínum, Zadok presti, Benaja, syni Jójada, og Sálomo, tænara tínum, hevur hann ikki boðið.
27 Ber tað til, at hetta er gjørt eftir boði harra míns kongsins, uttan at tú hevur latið tænarar tínar vita, hvør ið skal sita í hásæti harra míns kongsins eftir hann?"
28 Tá tók Dávid kongur til orða og segði: "Rópið mær Batsebu!" Hon kom so inn og steig fram fyri kongin.
29 Kongurin gjørdi nú eið og segði: "So satt sum HARRIN livir, Hann, sum hevur fríað meg úr allari neyð
30 Soleiðis sum eg við eiði um HARRAN Gud Ísraels havi lovað tær: "Sálomo, sonur tín, skal vera kongur eftir meg; hann skal sita í hásæti mínum í mín stað!" - soleiðis skal eg gera, og tað í dag!"
31 Tá boygdi Batseba seg við andlitinum móti jørðini, kastaði seg niður fyri konginum og segði: "Harri mín Dávid kongur livi í allar ævir!"
32 So segði Dávid kongur: "Sendið mær boð eftir Zadok presti, Natan profeti og Benaja, syni Jójada!" Teir komu so inn og stigu fram fyri kongin.
33 Kongurin segði við teir: "Takið tænarar harra tykkara við tykkum, setið son mín Sálomo á mítt egna múldýr og farið oman til Gihon við honum!
34 Har skulu Zadok prestur og Natan profetur salva hann til kong yvir Ísrael, og so skulu tit blása í lúður og rópa: "Livi Sálomo kongur!"
35 Komið síðani higar við honum, og táið hann kemur, skal hann seta seg í hásæti mítt og vera kongur í mín stað - tað er hann, ið eg havi ætlað til høvdinga yvir Ísrael og Juda!"
36 Tá tók Benaja, sonur Jójada, til orða og segði við kongin: "So veri! HARRIN, Gud harra míns kongsins, sigi so við!
37 Sum HARRIN hevur verið við harra mínum konginum, so veri Hann við Sálomo og geri hásæti hansara enn størri enn hásæti harra míns Dávids kongs!"
38 So fóru Zadok prestur, Natan profetur, Benaja, sonur Jójada, og lívvaktin avstað, og teir settu Sálomo á múldýr Dávids kongs og fóru til Gihon við honum.
39 Zadok prestur fór inn í tjaldið eftir oljuhorninum og salvaði Sálomo; síðani blástu teir í lúðurin, og alt fólkið rópti: "Livi Sálomo kongur!"
40 Alt fólkið fór so heimaftur við honum, og teir blástu á floytur og róptu so av gleði, at jørðin var um at rivna av rópum teirra.
41 Hetta hoyrdu Adonja og allir gestirnir, ið hjá honum vóru; teir vóru tá júst lidnir at eta. Táið Jóab hoyrdi lúðraljóðið, segði hann: "Hví er slíkur gangur og slíkt óljóð í býnum?"
42 Meðan hann enn talaði, kom Jónatan, sonur Abjatar prest, og Adonja segði: "Kom higar! Tú ert skilamaður og kemur við góðum tíðindum."
43 Men Jónatan svaraði og segði við Adonja: "Nei! Harri okkara, Dávid kongur, hevur gjørt Sálomo til kong!
44 Kongur sendi við honum Zadok prest, Natan profet, Benaja, son Jójada, og lívvaktina, og teir settu hann á múldýr kongs.
45 Síðani salvaðu Zadok prestur og Natan profetur hann í Gihon til kong; haðani fóru teir heim við gleðirópum, og allur staðurin er í røringi. Hetta var gangurin, ið tit hoyrdu.
46 Sálomo er eisini longu setstur í kongahásætið;
47 og tænarar kongs eru komnir og hava ynskt harra okkara, Dávidi kongi, til lukku og sagt: "Gud tín lati Sálomo fáa eitt navn, enn størri enn títt, og hásæti hansara verða enn hægri enn títt!" Og kongurin tilbað á legu Síni,
48 og so segði hann eisini: "Lovaður veri HARRIN Gud Ísraels, sum í dag hevur latið eftirmann seta seg í hásæti mítt, meðan eg enn síggi tað við mínum egnu eygum!""
49 Tá fall ræðsla á allar gestir Adonja; teir lupu á føtur og fóru hvør leið sína.
50 Men Adonja ræddist Sálomo; hann reistist, leyp avstað og treiv um altarhornini.
51 Hetta varð sagt Sálomo: "Adonja ræðist Sálomo kong; hann heldur um altarhornini og sigur: "Sálomo kongur má við eiði lova mær - og tað í dag - at hann skal ikki lata tænara sín drepa við svørði!""
52 Tá segði Sálomo: "Vil hann bera seg at sum rættiligur maður, skal ikki hár av høvdi hansara falla til jarðar; men verður rakt við nakað ilt hjá honum, skal hann doyggja!"
53 So sendi Sálomo kongur menn avstað; teir tóku hann frá altarinum, og hann kom og kastaði seg niður fyri Sálomo kongi. Tá segði Sálomo við hann: "Far heim til tín sjálvs!"