Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Kongabók
Kapittul 6
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Tað 480. árið eftir at Ísraelsmenn vóru farnir út av Egyptalandi, í siv mánaði - tað er í øðrum mánaði - fjórða árið ið Sálomo var kongur í Ísrael - fór hann undir at byggja HARRANUM húsið.
2 Húsið, ið Sálomo kongur bygdi HARRANUM, var 60 alin langt, 20 alin breitt og 30 alin høgt.
3 Forsalurin framman fyri hitt heilaga í templinum var 20 alin langur - svarandi til breidd hússins - og 10 alin breiður út frá húsinum.
4 Hann gjørdi vindeygu á húsið, við føstum grindum fyri.
5 Upp at húsvegginum reisti hann tilbygning allan vegin runt, fram við húsveggjunum, rundan um bæði hitt heilaga og innhúsið, og gjørdi síðukømur allan vegin runt.
6 Niðasta hædd í hesum tilbygningi var 5 alin breið, hin næsta 6 alin breið, og hin triðja 7 alin breið; tí hann hevði gjørt stallar uttan á húsið allan vegin runt, so bjálkarnir skuldu ikki ganga inn í húsveggirnar.
7 Táið húsið varð reist, varð tað bygt av steinum, ið vóru gjørdir lidnir í steinbrotinum; ljóð hoyrdist ikki, hvørki av sleggju, meitli ella nøkrum øðrum jarnamboði, í húsinum, meðan tað varð bygt.
8 Dyrnar í niðastu hædd í tilbygninginum vóru á sunnaru síðu hússins; haðani gekk so ein ringtrappa upp í aðru hædd, og haðani aftur upp í triðju hædd.
9 Soleiðis bygdi hann húsið; og táið hann hevði gjørt tað liðugt, takti hann tað við bjálkum og við sedrisplonkum, løgdum á rað.
10 Hvør hædd í tilbygninginum, sum hann hevði reist rundan um alt húsið, var 5 alin høg, og hann var við sedrisbjálkum bundin fastur við húsið.
11 Tá kom orð HARRANS til Sálomo; Hann segði:
12 "Hetta hús, ið tú nú byggir - so satt sum tú livir eftir fyriskipanum Mínum, heldur lógir Mínar og aktar eftir øllum boðum Mínum, so tú gongur eftir teimum, so skal Eg uppfylla á tær orðið, ið Eg talaði við Dávid, faðir tín;
13 Eg skal búgva mitt ímillum Ísraelsmenn og ikki venda Ísrael, fólki Mínum, bakið."
14 So bygdi tá Sálomo húsið og gjørdi tað liðugt.
15 Hann bróstaði húsið innan við sedrisborðum; frá gólvinum líka upp undir loftsbjálkarnar klæddi hann húsið við viði innan; og gólv legði hann í húsið av syprisborðum.
16 20 alin frá aftara enda hússins gjørdi hann skilarúm av sedrisborðum frá gólvinum líka upp undir loftsbjálkarnar, og rúmið innan fyri tað gjørdi hann til innhús - tað var hitt alraheilagasta.
17 Og húsið - hitt heilaga, framman fyri innhúsið - var 40 alin langt.
18 Innan var húsið bróstað við sedrisviði, ið var útskorin sum kolokvintar og blómukransar; alt var sedrisviður - ikki ein steinur sást.
19 Innast í húsinum gjørdi hann innhús at seta sáttmálaørk HARRANS í.
20 Framman fyri innhúsið - sum var 20 alin langt, 20 alin breitt og 20 alin høgt, og sum hann klæddi við fínum gulli - setti hann altar, sum hann klæddi við sedrisviði.
21 Sálomo klæddi húsið innan við fínum gulli, og tvørtur eftir skilarúminum fyri innhúsinum hongdi hann gullketur og klæddi skilarúmið við gulli.
22 Hann klæddi húsið við gulli, alt sum tað var, úr enda í enda; eisini altarið framman fyri innhúsið klæddi hann við gulli, alt sum tað var.
23 Í innhúsinum gjørdi hann tveir kerúbar av oljuviði; teir vóru 10 alin høgir.
24 Hvør vongurin á øðrum kerúbinum var 5 alin langur; 10 alin vóru frá endanum á øðrum vonginum til endan á hinum.
25 Hin kerúburin var eisini 10 alin; kerúbarnir vóru eins til støddar og líka vorðnir báðir.
26 Annar kerúburin var 10 alin høgur, og sama var hin kerúburin.
27 Kerúbarnar setti hann nú í hitt innara rúm hússins, og veingir kerúbanna vórðu breiddir út, soleiðis at annar vongurin á øðrum nam við bróstið øðrumegin, og annar vongurin á hinum kerúbinum nam við bróstið hinumegin, og mitt í húsinum numu veingir teirra hvør við annan.
28 Hann klæddi kerúbarnar við gulli.
29 Øll bróst hússins allan vegin runt prýddi hann við útskornum myndum av kerúbum, pálmum og blómukransum - bæði í hini innaru og hini ytru høllini.
30 Gólv hússins legði hann við gulli, bæði í hini innaru og í hini ytru høllini.
31 Fyri inngongd innhússins gjørdi hann veingjahurðar av oljuviði; durakarmurin í erva var saman við durastøvunum fimtingurin av bróstinum.
32 Tær báðar hurðarnar - sum vóru úr oljuviði - prýddi hann við útskornum myndum av kerúbum, pálmum og blómukransum og klæddi tær við gulli; hann legði gullið út yvir kerúbarnar og pálmarnar.
33 Somuleiðis gjørdi hann durastavir av oljuviði fyri inngongd hins heilaga - á fjórðingin av bróstinum -
34 og tvær hurðar av syprisviði; hvør hurðin var í tveimum, soleiðis at hvør parturin mól fyri seg.
35 Hann læt skera kerúbar, pálmar og blómukransar á tær og klæddi tær við gulli, sum varð lagt javnt út yvir hitt útskorna.
36 Framvegis bygdi hann hin innara forgarðin av trimum løgum av høgdum gróti og einum lagi av sedrisbjálkum.
37 Fjórða árið varð grundin løgd til hús HARRANS, í siv mánaði;
38 og ellivta árið, í bul mánaði - tað er í áttanda mánaði - var húsið liðugt á allan hátt, í einum og øllum sum tað skuldi vera. Hann hevði tá verið sjey ár um at byggja tað.