Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Kongabók
Kapittul 10
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Táið drotningin í Saba fekk at hoyra orðið um Sálomo og tað, hann hevði gjørt fyri navn HARRANS, kom hon at royna hann við gátum.
2 Hon kom til Jerúsalem við stórum fylgi, við kamelum, ið bóru kryddurtir og ógvuliga nógv av gulli og dýrum steinum; táið hon var komin til Sálomo, tosaði hon við hann um alt, ið henni lá á hjarta.
3 Men Sálomo svaraði øllum spurningum hennara; ikki eitt orð av tí, ið hon segði, var konginum loynt, nei, hann svaraði henni uppá alt.
4 Táið drotningin í Saba sá allan vísdóm Sálomos, sá húsið, ið hann hevði bygt,
5 rættirnar á borði hansara, hvussu tænarar hansara sótu, hvussu borðsveinar hansara stóðu, og hvussu teir vóru klæddir, sá skeinkjarar hansara og brenniofrini, ið hann ofraði í húsi HARRANS - var hon rættiliga frá sær sjálvari av undran.
6 Hon segði við kongin: "Satt var tað, ið eg hoyrdi heima í landi mínum um teg og vísdóm tín!
7 Eg trúði ikki tíðindunum, ið gingu, fyrrenn eg kom og fekk tað at síggja við mínum egnu eygum; men nú - eg havi ikki frætt helvtina! Tú ert vísari og lukkuligari, enn eg havi frætt um teg.
8 Lukkuligir eru menn tínir, lukkuligir eru hesir tænarar tínir, sum altíð standa fyri ásjón tíni og hoyra vísdóm tín!
9 Lovaður veri HARRIN Gud tín, sum hevði gleði av tær, so Hann setti teg í hásæti Ísraels! Tí at HARRIN til ævigar tíðir elskar Ísrael, tí setti Hann teg til kong at fremja rætt og rættvísi."
10 Síðani gav hon konginum 120 talentir av gulli og stóra mongd av kryddurtum og dýrum steinum; aldri síðani er komin slík mongd av kryddurtum sum tað, ið drotningin í Saba gav Sálomo kongi.
11 Men eisini skip Hirams, tey, sum førdu gull úr Ofir, vóru komin haðani við stórari mongd av sandelviði og dýrum steinum.
12 Av sandelviðinum læt kongurin gera lutir, sum til hoyrdu í húsi HARRANS og í kongshøllini, somuleiðis sitarar og hørpur til sangararnar; aldri síðani er so nógvur sandelviður komin í landið ella sæddur har.
13 Sálomo kongur gav drotningini í Saba alt, ið hon vildi hava og bað um, umframt gávurnar, ið sømdi so mætum kongi sum Sálomo at geva henni. - So fór hon avstað og fór heimaftur til land sítt við tænarum sínum.
14 Vektin av gullinum, ið Sálomo fekk í eitt ár, var 666 talentir
15 - umframt tað, ið kom inn frá handilsmonnunum, gjøgnum handil keypmannanna, frá øllum kongunum í Arabia og frá landshøvdingum landsins.
16 Sálomo kongur læt gera 200 stórar skjøldir av slignum gulli - 600 seklar av gulli fóru í hvønn skjøldin -
17 og 300 smáar skjøldir av slignum gulli - tríggjar minur av gulli fóru í hvønn skjøldin - og kongurin læt leggja teir í Libanonskóghús.
18 Kongurin læt eisini gera stórt hásæti av fílabeini og klæddi tað við reinum gulli.
19 Hásætið hevði seks trin, og omantil var tað rundað fyri aftan; báðumegin setrið vóru armar, og tætt við armarnar stóðu tvær leyvur;
20 báðumegin tey seks trinini stóðu tólv leyvur. - Slíkt hevur aldri verið gjørt í nøkrum øðrum kongaríki.
21 Øll drekkiíløt Sálomos kongs vóru av gulli, og øll íløtini í Libanonskóghúsi vóru av fínum gulli; einki var av silvuri - tað var einki mett á døgum Sálomos.
22 Tí kongurin hevði tarsisskip, sum sigldu saman við skipum Hirams; triðjahvørt ár komu tarsisskipini heim, fermd við gulli, silvuri, fílabeini, apum og páfuglum.
23 Sálomo kongur gjørdist størri enn allir kongar á jørðini í ríkidømi og vísdómi.
24 Úr øllum londum komu tey at síggja Sálomo kong og hoyra vísdóm hansara, sum Gud hevði lagt í hjarta hansara;
25 øll høvdu tey gávur við: Silvuríløt, gullíløt, klæði, vápn, kryddurtir, hestar og múldýr; soleiðis gekk ár eftir ár.
26 Sálomo fekk sær nógvar hervagnar og hestmenn; hann hevði 1400 hervagnar og 12 000 hestmenn; teir læt hann vera, summar í vagnbýunum og summar í Jerúsalem hjá sær.
27 Kongurin gjørdi í Jerúsalem silvur líka vanligt sum grót og sedrisvið líka vanligan sum morberjatrøini í láglendinum.
28 Hestarnir, ið Sálomo fekk sær, komu úr Egyptalandi; keypmenn, ið kongurin sendi avstað, komu nú og tá við einum flokki fyri ásett virði;
29 hvør vagnur, ið teir fóru eftir og fluttu inn úr Egyptalandi, kostaði 600 seklar av silvuri, og hvør hestur 150. Á sama hátt fóru teir eisini hagar eftir vagnum og hestum fyri allar hetitakongarnar og kongarnar í Áram.