1 | Akab segði nú Jesabel frá øllum, ið Elias hevði gjørt, og hvussu hann hevði dripið allar profetarnar við svørði. |
|
2 | Tá sendi Jesabel Eliasi boð og læt siga: "Gudarnir lati mær gangast illa bæði nú og hereftir, um eg ikki um hesa tíðina í morgin geri við lív títt, sum gjørt er við lív teirra!" |
|
3 | Tá fall ræðsla á hann; hann gjørdi seg til og helt avstað fyri at bjarga lívinum; og hann kom til Be’erseba, sum hoyrir til Juda; har læt hann tænara sín eftir, |
|
4 | og sjálvur fór hann dagsferð út í oyðimørkina, setti seg undir gývilrunn har, ynskti sær deyðan og segði: "Nú er nóg mikið! Tak nú lív mítt, HARRI, tí eg eri ikki betri enn fedrar mínir!" |
|
5 | So legðist hann at sova undir gývilrunninum. Men eingil nam við hann og segði við hann: "Reis teg og et!" |
|
6 | Táið hann hugdi rundan um seg, fekk hann at síggja, at har sum høvd hansara hevði ligið, lá køka, bakað á heitum steinum, og har stóð krukka við vatni. Hann fekk sær tá at eta og drekka og legðist síðani aftur. |
|
7 | Men eingil HARRANS kom uppaftur og nam við hann, aðru ferð, og segði: "Reis teg og et! Annars verður vegurin tær ov langur." |
|
8 | Hann reistist tá og fekk sær at eta og drekka, og styrktur av hesi máltíð gekk hann 40 dagar og 40 nætur, líka til Horeb, fjall Guds. |
|
9 | Har fór hann inn í helli og varð har ta náttina. Tá kom orð HARRANS til hansara; Hann segði við hann: "Hvat vilt tú her, Elias?" |
|
10 | Hann svaraði: "Eg havi verið íðin fyri HARRAN Gud herskaranna; tí Ísraelsmenn hava vent sáttmála Tínum bakið; altar Tíni hava teir rivið niður, og profetar Tínar hava teir dripið við svørði; eg eri einsamallur eftir, og nú liggja teir mær eftir lívinum." |
|
11 | Hann segði: "Far út og statt á fjallinum fyri ásjón HARRANS!" So gekk HARRIN framvið har, og ógvuligur, sterkur stormur kom, sum kleyv fjøll og soraði sundur klettar fyri HARRANUM - men HARRIN var ikki í storminum; eftir stormin kom jarðskjálvti - men HARRIN var ikki í jarðskjálvtanum; |
|
12 | eftir jarðskjálvtan kom eldur - men HARRIN var ikki í eldinum. Men eftir eldin hoyrdist milt suð. |
|
13 | Táið Elias hoyrdi tað, helt hann kappan fyri andlitið og fór út og stóð við hellismunnan. Og nú talaði rødd við hann og segði: "Hvat vilt tú her, Elias?" |
|
14 | Hann svaraði: "Eg havi verið íðin fyri HARRAN Gud herskaranna; tí Ísraelsmenn hava vent sáttmála Tínum bakið; altar Tíni hava teir rivið niður, og profetar Tínar hava teir dripið við svørði; eg eri einsamallur eftir, og nú liggja teir mær eftir lívinum." |
|
15 | Tá segði HARRIN við hann: "Vend aftur, somu leið sum tú komst, og far til oyðimørkina við Damaskus, far so inn og salva Hazael til kong yvir Áram! |
|
16 | Jehu, son Nimsi, skalt tú salva til kong yvir Ísrael, og Elisa úr Abel-Mehola, son Safat, skalt tú salva til profet eftir teg. |
|
17 | Og so skal verða, at tann, ið sleppur undan svørði Hazaels, skal Jehu drepa, og tann, ið sleppur undan svørði Jehu, skal Elisa drepa. |
|
18 | Men Eg skal lata 7000 verða eftir í Ísrael - hvørt knæ, ið ikki hevur boygt seg fyri Ba’al, og hvønn munn, ið ikki hevur kyst hann." |
|
19 | Táið hann nú fór haðani, hitti hann Elisa, son Safat, sum júst tá pløgdi; tólv oksapør gingu undan honum, og sjálvur var hann við tólvta parið. Táið nú Elias kom fram við honum, kastaði hann kappan yvir hann. |
|
20 | Tá fór hann frá oksunum, leyp aftan á Eliasi og segði: "Loyv mær fyrst at heilsa pápa og mammu - so skal eg koma við tær!" Hann svaraði: "Far bert aftur - tú veitst jú, hvat eg havi gjørt við teg!" |
|
21 | Hann skiltist tá frá honum og vendi aftur; og hann tók og drap oksaparið, hevði oksaokini at kóka kjøtið við og gav fólkinum tað at eta. Síðani gjørdi hann seg til og fór við Eliasi og varð tænari hansara. |
|
|