1 | Um hesa tíðina varð Abia, sonur Jeroboam, sjúkur. |
|
2 | Tá segði Jeroboam við konu sína: "Tak tú og klæð teg í annan búna, so eingin kennir, at tú ert kona Jeroboam, og far til Silo! Har býr Ahia profetur, hann, ið kunngjørdi mær, at eg skuldi verða kongur yvir hesum fólki. |
|
3 | Hav við tær tíggju breyð, nakað av køku og krukku við hunangi, og far inn til hansara! Hann sigur tær, hvussu fer at verða við dronginum." |
|
4 | Kona Jeroboam so gjørdi; hon helt avstað, fór til Silo og kom inn hjá Ahia. Ahia sá einki; eygu hansara vóru farin av elli. |
|
5 | Men HARRIN hevði sagt við Ahia: "Nú kemur kona Jeroboam at vita, hvat tú fert at siga um son hennara, sum sjúkur er; so og so skalt tú svara henni. Men táið hon kemur, fer hon at látast fremmand." |
|
6 | Táið nú Ahia hoyrdi hana ganga, í tí hon kom um dyrnar, segði hann: "Kom inn, kona Jeroboam! Hví letst tú fremmand? Mær er álagt at kunngera tær hørð tíðindi. |
|
7 | Far og sig við Jeroboam: "So sigur HARRIN Gud Ísraels: Eg lyfti teg upp mitt úr fólkinum og setti teg til høvdinga yvir Ísrael, fólki Mínum, |
|
8 | reiv ríkið av húsi Dávids og gav tær tað; men tú hevur ikki verið sum tænari Mín Dávid, ið helt boð Míni og fylgdi Mær eftir av øllum hjarta sínum, so hann eina gjørdi tað, sum beint var í eygum Mínum; |
|
9 | nei, tú hevur borið teg verri at enn allir teir, ið undan tær hava verið; tú ert farin og hevur gjørt tær aðrar gudar og stoyptar myndir og hevur soleiðis vakt vreiði Mína, og Meg hevur tú kastað aftur um bak. |
|
10 | Tí lati Eg vanlukku koma yvir hús Jeroboams og skal týna av ætt Jeroboams alt mannkyn, bæði smáar og stórar, í Ísrael; Eg skal sópa burt hús Jeroboams, sum skarn verður sópað burt, inntil tað við alla er úti við honum. |
|
11 | Tann av ætt Jeroboams, sum doyr inni í býnum, skulu hundarnir eta, og tann, ið doyr úti á markini, skulu fuglar himmalsins eta; tí so hevur HARRIN talað." |
|
12 | Reis tú teg nú og far heim! Táið fótur tín stígur inn í býin, doyr barnið! |
|
13 | Og alt Ísrael skal halda syrgihátíð eftir hann; hann skal vera tann einasti av húsi Jeroboams, sum kemur í grøv - tí hann er tann einasti í húsi Jeroboams, sum nakað gott fyri HARRANUM Gudi Ísraels er funnið hjá. |
|
14 | Men HARRIN skal reisa Sær upp kong yvir Ísrael, sum eftir einum degi skal oyða hús Jeroboams. Tó - hvat sigi eg! Tað er longu so! |
|
15 | Og HARRIN skal sláa Ísrael, so tað verður sum sevið, ið leggur seg higar og hagar í vatninum; Hann skal rykkja Ísrael upp úr hesum góða landi, ið Hann gav fedrum teirra, og stroya tey um hinumegin Ánna - aftur fyri at tey hava gjørt sær Asjerur og soleiðis vakt vreiði HARRANS. |
|
16 | Hann skal geva Ísrael í fíggindavald aftur fyri syndirnar, ið Jeroboam hevur gjørt, og sum hann hevur fingið Ísrael at gera." |
|
17 | Tá reistist kona Jeroboam og fór avstað og kom til Tirza; og í tí hon steig inn um gátt hússins, doyði drongurin. |
|
18 | Hann varð so jarðaður; og alt Ísrael helt syrgihátíð eftir hann - eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað við tænara Sínum, Ahia profeti. |
|
19 | Tað, ið annars er at siga um Jeroboam, um hernaðir hansara og um, hvussu hann stjórnaði, tað er skrivað í kongakrøniku Ísraels. |
|
20 | Tíðin, ið Jeroboam var kongur, var 22 ár; so legðist hann til hvíldar hjá fedrum sínum, og sonur hansara Nadab tók ríkið eftir hann. |
|
21 | Rehabeam, sonur Sálomo, var kongur í Juda; hann var 41 ár, táið hann gjørdist kongur, og 17 ár stýrdi hann í Jerúsalem, býnum, ið HARRIN hevði útvalt av øllum ættum Ísraels til at lata navn Sítt búgva har; móðir hansara var ammonitisk og æt Na’ama. |
|
22 | Juda gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS; við syndunum, ið tey gjørdu, eggjaðu tey Hann til vreiði, meir enn fedrar teirra høvdu gjørt. |
|
23 | Eisini teir gjørdu sær offurheyggjar, minnissteinar og Asjerur á øllum høgum hæddum og undir hvørjum grønum træi; |
|
24 | ja, enntá mansskøkjur vóru í landinum - teir tóku eftir hinum viðurstyggiligu siðum tjóðanna, ið HARRIN hevði rikið burtur fyri Ísraelsmonnum. |
|
25 | Men fimta árið ið Rehabeam var kongur, kom Sisak, kongurin í Egyptalandi, móti Jerúsalem. |
|
26 | Hann tók skattirnar í húsi HARRANS og skattirnar í kongshøllini - alt samalt tók hann, eisini allar gullskjøldirnar, ið Sálomo hevði latið gera. |
|
27 | Í teirra stað læt Rehabeam kongur gera koparskjøldir og læt høvuðsmonnunum fyri lívvaktini teir upp í hendur, sum hildu vakt við dyr kongshallarinnar. |
|
28 | Hvørja ferð kongurin fór inn í hús HARRANS, bóru vaktarmenninir teir og fóru síðani aftur í vaktarstovuna við teimum. |
|
29 | Tað, ið annars er at siga um Rehabeam, um alt tað, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Juda. |
|
30 | Millum Rehabeam og Jeroboam var alla tíðina ófriður. |
|
31 | So legðist Rehabeam til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsstaði hjá fedrum sínum. Móðir hansara var ammonitisk og æt Na’ama. Sonur hansara Abiam tók ríkið eftir hann. |
|
|