Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Kongabók
Kapittul 18
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Langa tíð eftir hetta - triðja árið - kom orð HARRANS til Elias; Hann segði: "Far og stíg fram fyri Akab - so skal Eg lata regna á jørðini!"
2 Elias fór tá avstað, at stíga fram fyri Akab. Men hungursneyðin var svár í Samaria.
3 Nú sendi Akab boð eftir Obadja, hallarstjóra sínum. - Obadja óttaðist HARRAN stórliga;
4 ta ferðina Jesabel beindi fyri profetum HARRANS, hevði Obadja tikið 100 profetar og fjalt teir í tveimum hellum, 50 mans í hvørjum hellinum, og sæð til, at teir fingu nóg mikið av breyði og vatni. -
5 Akab segði nú við Obadja: "Ferðast um landið til allar keldur og løkir! Kanska vit finna gras, so vit fáa hildið lívinum í hestum og múldýrum og sleppa frá at drepa nøkur av kríatúrunum."
6 Teir býttu so millum sín landið, ið teir skuldu ferðast um; Akab tók eina leið fyri seg, og Obadja tók aðra leið fyri seg.
7 Meðan Obadja nú var á ferðini, fekk hann at síggja Elias, sum kom ímóti honum; hann kendi hann aftur og fall niður á andlit sítt og segði: "Er tað tú, harri mín Elias!"
8 Hann svaraði: "Ja, tað eri eg! Far og sig harra tínum, at Elias er her!"
9 Tá segði hann: "Hvat havi eg syndað, síðani tú gevur tænara tín í hendur Akabs, so hann drepur meg!
10 So satt sum HARRIN Gud tín livir: Ikki er tað fólk ella ríki til, sum harri mín hevur ikki sent boð til at leita eftir tær; og táið teir søgdu: "Her er hann ikki!" so tók hann hetta ríki ella fólk í eið, at tú vart ikki at finna har.
11 Og nú sigur tú: "Far og sig harra tínum, at Elias er her!"
12 Og so verður, at táið eg nú skiljist frá tær, rykkir Andi HARRANS teg burtur, hagar sum eg ikki veit; táið eg tá komi og sigi hatta við Akab, og hann so finnur teg ikki, drepur hann meg! - Og tænari tín hevur kortini óttast HARRAN, líka frá tí eg var ungur!
13 Hevur harri mín ikki frætt, hvat eg gjørdi, ta ferðina ið Jesabel drap profetar HARRANS? Tá fjaldi eg 100 av profetum HARRANS í tveimum hellum, 50 mans í hvørjum hellinum, og sá til, at teir høvdu nóg mikið av breyði og vatni.
14 Og nú sigur tú: "Far og sig harra tínum, at Elias er her!" - Og so drepur hann meg!"
15 Men Elias svaraði: "So satt sum HARRIN Gud herskaranna livir, Hann, sum eg eri tænari hjá: Eg skal stíga fram fyri hann í dag!"
16 Obadja fór nú ímóti Akab og segði hetta við hann; og Akab fór ímóti Eliasi.
17 Táið Akab fekk Elias at síggja, segði hann við hann: "Er tað tú - tú, sum fært vanlukku at koma yvir Ísrael!"
18 Hann svaraði: "Tað eri ikki eg, ið havi fingið vanlukku at koma yvir Ísrael, nei, tað er tú og ætt tín, tit, sum hava vent HARRANUM bakið og halda tykkum til Ba’alarnar!
19 Men send nú boð og savna mær alt Ísrael saman á Karmelsfjalli, eisini hinar 450 ba’alsprofetarnar og hinar 400 asjeruprofetarnar, ið eta við borð Jesabelar!"
20 Akab sendi tá boð um til allar Ísraelsmenn og gav profetunum boð um at koma saman á Karmelsfjalli.
21 Har steig Elias fram fyri alt fólkið og segði: "Hvussu leingi ætla tit at halta til báðar síður? Er HARRIN Gud, so haldið tykkum til Hansara, og er Ba’al Gud, so haldið tykkum til hansara!" - Fólkið ønti honum ikki aftur.
22 Nú segði Elias við fólkið: "Eg eri tann einasti av profetum HARRANS, sum eftir er, og profetar Ba’als eru 450 mans.
23 Latið okkum nú fáa tveir tarvar! Latið so teir velja sær annan tarvin og skera hann sundur og leggja hann á brennið - men eld mugu teir ongan leggja við! Eg skal so gera hin tarvin til og leggja hann á brennið - men ongan eld leggja við.
24 Ákallið tit so navn guds tykkara - eg skal ákalla navn HARRANS! Tann Gud, ið svarar við eldi, Hann er hin sanni Gud." Alt fólkið svaraði: "Hatta var væl talað!"
25 Síðani segði Elias við profetar Ba’als: "Verið tit nú fyrr - tit eru jú mannsterkari - veljið tykkum annan tarvin og gerið hann til, og ákallið so navn guds tykkara! Men eld mugu tit ongan leggja við!"
26 Teir tóku so tarvin, ið hann fekk teimum, gjørdu hann til og ákallaðu frá morgni til middags navn Ba’als og róptu: "Svara okkum, Ba’al!" Men einki ljóð hoyrdist; har var eingin, ið svaraði; og teir hinkaðu rundan um altarið, ið teir høvdu reist.
27 Táið middagur var komin, speirak Elias teir og segði: "Rópið harðari! Hann er jú Gud - hann man sita burtur í øðrum heimi ella vera farin avsíðis ella vera farin eina ferð - ella kanska hann svevur - so man hann fara at vakna!"
28 Teir róptu nú enn harðari; og sum siður var hjá teimum, særdu teir likam síni við svørðum og spjótum, so blóðið rann av teimum.
29 Táið farið var um middag, vórðu teir frá sær sjálvum, og hetta vardi við, líka til matofrið verður borið fram; men ikki hoyrdist ljóð; har var eingin, ið svaraði, og eingin, ið aktaði eftir teimum.
30 Tá segði Elias við alt fólkið: "Komið higar til mín!" Táið so alt fólkið var komið yvir til hansara, reisti hann upp aftur altar HARRANS, sum niður hevði verðið rivið.
31 Elias tók tólv steinar - eftir tali ætta sona Jákups, hansara, ið hetta orð HARRANS var komið til: "Ísrael skal vera navn títt."
32 Av hesum steinum reisti hann í navni HARRANS altar og gjørdi grøv rundan um altarið, so stóra, sum tvær seur av sáði høvdu farið í.
33 Síðani legði hann brennið til rættis og skar tarvin sundur og legði hann oman á viðin.
34 So segði hann: "Fyllið fýra krukkur við vatni og stoytið tað út yvir brenniofrið og brennið!" Hann segði: "Gerið tað eina ferð enn!" Og teir gjørdu tað aðru ferð. Tá segði hann: "Gerið tað triðju ferð!" Og teir gjørdu tað triðju ferð.
35 Vatnið rann rundan um altarið, og eisini grøvina fylti hann við vatni.
36 Men um ta tíðina matofrið verður borið fram, steig Elias profetur fram og segði: "HARRI, Gud Ábrahams, Ísaks og Ísraels! Lat í dag verða sannað, at Tú ert Gud í Ísrael, og at eg eri tænari Tín, og at tað er eftir boði Tínum, eg havi gjørt alt hetta!
37 Svara mær, HARRI, svara mær, so hetta fólk kann sanna, at Tú, HARRI, ert Gud, og at Tú vendir hjarta teirra aftur til Tín!"
38 Tá fall eldur HARRANS niður; hann gjørdi enda á brenniofrinum, brenninum, grótinum og svørðinum og turkaði upp vatnið, sum í grøvini var.
39 Hetta sá alt fólkið; og teir fullu niður á andlit sítt og søgdu: "Tað er HARRIN, sum er Gud! Tað er HARRIN, sum er Gud!"
40 Men Elias segði við teir: "Takið profetar Ba’als, latið ikki ein teirra sleppa!" Og teir tóku teir, og Elias fór við teimum oman at Kisonsløki og læt teir drepa har.
41 Síðani segði Elias við Akab: "Far nú niðan og et og drekk! Tí eg hoyri ljóð av regni."
42 Akab fór so niðan at eta og drekka; men Elias fór niðan á Karmelstind og boygdi seg til jarðar við andlitinum millum knøini.
43 So segði hann við tænara sín: "Far niðan og hygg út í havið!" Hann fór niðan og hugdi út, men segði: "Einki er at síggja!" Sjey ferðir segði hann: "Far avstað aftur!"
44 Sjeyndu ferðina, tá segði hann: "Nú stígur lítið skýggj, til støddar sum manshond, upp úr havsbrúnni." Tá segði hann: "Far avstað og sig við Akab: "Set hestarnar fyri vagnin og far oman, meðan framkomandi er fyri regni!""
45 Eftir eini løtu var himmalin svartur av stormskýggjum, og ógvuligt regn kom. Akab fór upp í vagn sín og helt avstað til Jizre’el;
46 men hond HARRANS kom yvir Elias; hann gyrdi lendar sínar og rann undan Akab líka til Jizre’el.