Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Kongabók
Kapittul 11
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Men Sálomo kongur elskaði nógvar fremmandar kvinnur aðrar enn dóttur Farao - móabitiskar, ammonitiskar, edomitiskar, zidoniskar, hetitiskar
2 - kvinnur av fólkasløgunum, ið HARRIN hevði sagt um við Ísraelsmenn: "Tit mugu ikki hava við tey at gera, og tey ikki við tykkum; annars fara tey vissuliga at draga hjarta tykkara til gudar sínar!" - Til teirra helt Sálomo seg og elskaði tær.
3 Hann hevði 700 konur - prinsessur - og 300 hjákonur; og konur hansara drógu hjarta hansara burtur frá HARRANUM.
4 Táið Sálomo varð gamal, drógu konur hansara hjarta hansara til fremmandar gudar, og hjarta hansara var ikki longur heilt við HARRANUM Gudi hansara, soleiðis sum hjarta Dávids, faðirs hansara, hevði verið.
5 Sálomo helt seg tá til Astartu, gudinnu Zidoninga, og Milkom, viðurstygd Ammonita.
6 Soleiðis gjørdi Sálomo tað, ið ónt var í eygum HARRANS, og fylgdi ikki trúliga HARRANUM eftir, soleiðis sum Dávid, faðir hansara, hevði gjørt.
7 Sálomo reisti tá Kamos, viðurstygd Móabs, offurheyggj á fjallinum, ið stendur beint yvir av Jerúsalem, og somuleiðis Molok, viðurstygd Ammonita.
8 Og soleiðis gjørdi hann fyri allar hinar fremmandu konur sínar, sum brendu roykilsi fyri gudum sínum og ofraðu til teirra.
9 Tá varð HARRIN illur við Sálomo, tí hann hevði vent hjarta sínum burtur frá HARRANUM Gudi Ísraels, sum tvær ferðir hevði opinberað Seg fyri honum,
10 og sum hevði lagt honum hetta so eina við, ikki at halda seg til fremmandar gudar - men hann hevði ikki hildið tað, ið HARRIN hevði álagt honum.
11 HARRIN segði tí við Sálomo: "Eftirsum so er vorðið við tær, og tú hevur ikki hildið sáttmála Mín og lógir Mínar, sum Eg havi givið tær, so skal Eg ríva ríkið frá tær og lata tænara tín fáa tað.
12 Men fyri Dávids, faðirs tíns, skuld skal Eg ikki gera tað, meðan tú ert á lívi - frá syni tínum skal Eg ríva ríkið.
13 Tó skal Eg ikki ríva alt ríkið frá honum; eina ætt skal Eg lata son tín fáa fyri Dávids, tænara Míns, skuld, og fyri Jerúsalems skuld, sum Eg havi útvalt."
14 So vakti HARRIN Sálomo upp mótstøðumann, Hadad Edomit; hann var av kongsættini í Edom.
15 - Ta ferðina ið Dávid var í bardaga við Edom, og Jóab, herhøvdingin, fór hagar at jarða hinar falnu og drap alt mannkyn í Edom
16 - í seks mánaðir vóru Jóab og alt Ísrael har, inntil hann hevði týnt alt mannkyn í Edom -
17 tá flýddi Hadad við nøkrum edomitiskum monnum, sum hoyrdu til tænarar faðirs hansara, og tók leiðina til Egyptalands - Hadad var tá lítil smádrongur.
18 Teir hildu avstað úr Midjan og komu til Paran; úr Paran tóku teir menn við sær og komu so til Egyptalands, til Farao, kongin í Egyptalandi; hann læt hann fáa hús, lovaði honum dagliga føði og gav honum jørð.
19 Og við tað at Farao kom at halda serliga nógv um Hadad, læt hann hann fáa konusystur sína - systur Tapenes drotning - til konu.
20 Við systur Tapenes fekk hann sonin Genubat, og táið Tapenes hevði vant barnið av brósti í húsi Faraos, varð Genubat verandi í húsi Faraos millum Faraos egnu børn.
21 Táið nú Hadad í Egyptalandi frætti, at Dávid hevði lagt seg til hvíldar hjá fedrum sínum, og at Jóab, herhøvdingin, var deyður, segði hann við Farao: "Lova mær avstað, so eg kann fara heim til land mítt!"
22 Farao segði við hann: "Hvat fattast tær her hjá mær, síðani tú vilt sleppa heim til land títt?" Hann svaraði: "Einki - men tú mást endiliga lova mær avstað!"
23 Gud vakti Sálomo upp ein annan mótstøðumann, Rezon son Eljada, sum var flýddur frá harra sínum, Hadadezer, konginum í Zoba.
24 Hann savnaði menn um seg og gjørdist høvdingi yvir einum ránsflokki, ta ferðina ið Dávid drap teir; og teir fóru til Damaskus og settust niður har og gjørdu seg til harrar í Damaskus.
25 Hann var mótstøðumaður Ísraels, so leingi sum Sálomo var á lívi, og bæði hann og Hadad gjørdu Ísrael mein. Hann hataði Ísrael og gjørdist kongur í Áram.
26 So var eisini ein av tænarum Sálomos, Jeroboam, sonur Nebat, Efra’imitur úr Zereda; móðir hansara æt Zerua og var einkja. Eisini hann reisti seg móti konginum.
27 Grundin til at hann reisti seg móti konginum, var henda: Sálomo tókst tá við at byggja Millo - hann ætlaði at byggja aftur í skarðið, sum var á býi Dávids, faðirs hansara.
28 Nú var Jeroboam dugnaligur maður, og táið Sálomo sá, at hesin ungi maður var raskur arbeiðsmaður, setti hann hann yvir alt arbeiðið, ið hús Jósefs hevði at gera.
29 Um hesa somu tíðina bar so á, einaferð ið Jeroboam fór avstað úr Jerúsalem, tá hitti Ahia profetur úr Silo hann á vegnum; hann var í nýggjum kappa, og teir báðir vóru tveireinir á markini.
30 Tá tók Ahia tann nýggja kappan, sum hann var í, og skræddi hann í tólv stykki.
31 So segði hann við Jeroboam: "Tak tær tíggju stykki! Tí so sigur HARRIN Gud Ísraels: Eg skræði ríkið úr hond Sálomos og gevi tær tíggju ættir;
32 eina ætt skal hann sleppa at hava - fyri tænara Míns Dávids skuld og fyri Jerúsalems skuld, tí tann býin havi Eg útvalt av øllum ættum Ísraels.
33 Hetta skal Eg gera, aftur fyri at tey hava vent Mær bakið og tilbiðið Astartu, gudinnu Zidoninga, Kamos, gud Móabs, og Milkom, gud Ammonita, og hava ikki gingið leiðir Mínar og gjørt tað, sum rætt er í eygum Mínum, hava ikki hildið lógir Mínar og boð Míni - soleiðis sum Dávid, faðir hansara, gjørdi.
34 Tó skal Eg einki av ríkinum taka frá honum sjálvum, men lata hann vera høvdinga alla tíð sína - fyri Dávids, tænara Míns, skuld, hann, ið Eg útvaldi, og sum helt boð Míni og lógir Mínar.
35 Frá syni hansara skal Eg taka ríkið - og geva tær tað, tíggju ættir.
36 Syni hansara skal Eg tó geva eina ætt, so tænari Mín Dávid altíð kann hava lampu fyri ásjón Míni í Jerúsalem, býnum, ið Eg havi útvalt Mær at lata navn Mítt búgva har.
37 Men teg skal Eg taka og lata ráða yvir øllum, ið teg lystir, og tú skalt vera kongur yvir Ísrael.
38 Ert tú tá lýðin í øllum, sum Eg gevi tær boð um, gongur leiðir Mínar og gert tað, sum rætt er í eygum Mínum, so tú heldur lógir Mínar og boð Míni - soleiðis sum tænari Mín Dávid gjørdi - so skal Eg vera við tær og reisa tær hús, ið stendur fast - soleiðis sum Eg gjørdi fyri Dávid - og Eg skal geva tær Ísrael.
39 Men ætt Dávids skal Eg eyðmýkja aftur fyri hetta, ið gjørt er - tó ikki við alla."
40 Sálomo lá nú Jeroboam eftir lívinum; men Jeroboam fór avstað og flýddi til Egyptalands, til Sisak, kongin í Egyptalandi, og hann varð í Egyptalandi, inntil Sálomo doyði.
41 Tað, ið annars er at siga um Sálomo, um alt tað, ið hann gjørdi, og um vísdóm hansara, tað er skrivað í krønikubók Sálomos.
42 Tíðin, ið Sálomo var kongur í Jerúsalem yvir øllum Ísrael, var 40 ár.
43 So legðist Sálomo til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í býi Dávids, faðirs síns. Sonur hansara Rehabeam tók ríkið eftir hann.