1 | Sálomo kongur var kongur yvir øllum Ísrael. |
|
2 | Hinir hægstu menn hansara vóru hesir: Azarja, sonur Zadok, var prestur; |
|
3 | Elihoref og Ahia, synir Sisa, vóru ríkisskrivarar; Jósafat, sonur Ahilud, var søguskrivari; |
|
4 | Benaja, sonur Jójada, var yvir herinum; Zadok og Abjatar vóru prestar; |
|
5 | Azarja, sonur Natan, var yvir fútunum; Zabud, sonur Natan, var prestur, vinmaður kongs; |
|
6 | Ahisar var hallarstjóri; Adoniram, sonur Abda, var yvir teimum, sum gjørdu pliktarbeiði. |
|
7 | Sálomo hevði yvir alt Ísrael sett tólv fútar; teir skuldu síggja til, at kongurin og hús hansara høvdu tað, ið teimum tørvaði - hvør teirra ein mánað um árið. |
|
8 | Hetta vóru nøvn teirra: Ben-Hur á Efra’imsfjøllum; |
|
9 | Ben-Deker í Makaz, Sa’albim, Bet-Semes og Elon, líka til Bet-Hanan; |
|
10 | Ben-Hesed í Arubbot; hann hevði Soko og alt Heferland; |
|
11 | Ben-Abinadab hevði alt Nafat-Dor; hann var giftur við Tafat, dóttur Sálomo; |
|
12 | Ba’ana, sonur Ahilud, hevði Ta’anak, Megiddo og alt Bet-Sean, sum liggur við Zaretan niðan fyri Jizre’el, frá Bet-Sean til Abel-Mehola Uka vestur um Jokmeam; |
|
13 | Ben-Geber í Ramot í Gilead; hann hevði teir býirnar í Gilead, sum itu eftir Ja’ir, syni Manasse; hann hevði eisini landspartin Argob í Basan, 60 stórar býir við múrum og koparsláum; |
|
14 | Ahinadab, sonur Iddo, hevði Mahanajim; |
|
15 | Ahima’az í Naftali; eisini hann var giftur við eini dóttur Sálomo, Basmat; |
|
16 | Ba’ana, sonur Husai, í Aser og Alot; |
|
17 | Jósafat, sonur Parua, í Issakar; |
|
18 | Sime’i, sonur Ela, í Benjamin; |
|
19 | Geber, sonur Uri, í Gileadslandi, tí landinum, sum Sihon amoritakongur og Og, kongurin í Basan, høvdu átt; hann var einsamallur fúti har í landinum. |
|
20 | Juda og Ísrael vóru fjølment sum sandur á sjóvarstrond; tey ótu, drukku og vóru glað. |
|
21 | Sálomo var harri yvir øllum ríkjunum frá Ánni til Filistaraland og líka at landamarki Egyptalands; teir komu við gávum til Sálomo og tæntu honum alla tíð hansara. |
|
22 | Tað, ið tørvaði um dagin til matna hjá Sálomo, var: 30 kor av fínum mjøli og 60 kor av vanligum mjøli, |
|
23 | 10 fitaðir oksar, 20 neyt úr haganum og 100 kríatúr av smáfæi - umframt hjørtir, skógargeitir, dádýr og fitaðir fuglar. |
|
24 | Tí hann var harri yvir øllum landinum vestan fyri Ánna, frá Tifsa líka til Gaza, yvir øllum kongunum vestan fyri Ánna; og hann hevði frið á øllum síðum, rundanum, |
|
25 | so at Juda og Ísrael búðu trygt, hvør maður undir víntræi og fikutræi sínum, úr Dan líka til Be’erseba, alla tíð Sálomos. |
|
26 | Sálomo hevði so nógvar hestar, sum settir vórðu fyri 40 000 vagnar, og 12 000 hestmenn. |
|
27 | Fútarnir, sum nevndir eru, aktaðu eftir - hvør sín mánað - at Sálomo kongur og øll, sum sótu til borðs hjá Sálomo kongi, høvdu tað, ið teimum tørvaði; teir lótu einki tvørra. |
|
28 | Byggið og hoyggið til rossini og vagnhestarnar fluttu teir, hagar sum hann var, hvør eftir sum honum var fyriskrivað. |
|
29 | Gud gav Sálomo vísdóm og ovurhonds klókskap og vit so víðfevnandi, sum sandurin er nógvur við sjóvarstrond. |
|
30 | Vísdómur Sálomos var størri enn vísdómur alra Eysturlendinga og allur vísdómur Egypta. |
|
31 | Hann var vísari enn øll menniskju - vísari enn Etan Ezra’itur og vísari enn Heman, Kalkol og Darda, synir Mahol; hann var tiltikin millum øll fólkasløg rundanum. |
|
32 | Hann setti saman 3000 orðtøk, og songir hansara vóru 1005 í tali. |
|
33 | Hann talaði um trøini, líka frá sedristrænum á Libanon til isopin, ið veksur út úr vegginum; og hann talaði um dýrini, um fuglarnar, um skriðdýrini og um fiskarnar. |
|
34 | Tey komu av øllum fólkasløgum at lurta eftir vísdómi Sálomos, frá øllum kongum jarðarinnar - sum høvdu hoyrt vísdóm hansara tiltiknan. |
|
|